hósdagur 6. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
Líka frá tí degi samgongu-
flokkarnir tvingaðu hesa
lógina ígjøgnum — beint
ímóti øllum ávaringum,
sum vit harðliga høvdu
gjørdu vart við — kundi vit
havt díkt samgonguflokkar-
nar og landsstýrið undir í
eirindaleysum kritikki av
hesum vánaliga lógarfusk-
arínum. Men vit hildu aftur,
m.a. tí vit vildu lata um-
boðini fyri brúkararnar
sjálvar, pensjonistarnar og
tey brekaðu, sjálvi hava orð-
ið, tá tey beinanvegin byrj-
aðu at koma fram við einum
lemjandi kritikki av lógini.
Sama afturhald kann ikki
sigast at hava eyðkent sam-
gonguna, sum hevur sýnt alt
annað enn ta neyðugu á-
byrgd og virðing, sum
krevst í slíkum stórmáli,
sum beinleiðis avger livi-
korini hjá einum 8000 før-
oyingum.
Men nú er blivið ovboðið
hjá okkum. Hetta er hetta
blivið eitt slíkt skammiligt
klandursmál innanhýsis í
samgonguni, at vit noyðast
alment at tala at og gera
okkara støðu greiða.
Lógin skundað ígjøgnum
Skuldi nakar verið í iva, so
hevur støðan hjá Javnaðar-
flokkinum til nýggju pen-
sjónslógina alla tíðina verið
púra greið: vit atkvøddu í-
móti sjálvari pensjónslógini
síðsta vár. Í minnilutaáliti-
num mæltu vit til, at lands-
stýrið tók uppskotið aftur,
annars noyddust vit at mæla
til at fella tað, tí tað var
skundað ígjøgnum uttan at
verða lýst tíðansheldur við-
gjørt til lítar, og stórur ivi
var um avleiðingarnar. Upp-
aftur hvassari var kritikkur
okkara av hesi lógini, sum
ásetti pensjónsuphæddirnar,
og sum varð skundað í-
gjøgnum beint fyri jól. Har
søgdu vit í minnilutaáliti-
num soleiðis:
”Aftur einaferð er tað
hent, at viðgerðin av pen-
sjónunum er hurrað so í-
gjøgnum, at nevndarvið-
gerðin er blivin ein hurli-
vasi. Vit eru tvingaðir at
skriva álit í málinum, uttan
at vit í nógvum førum hava
kunnað fingið upplýsingar
um, hvørjar fylgjur nýggja
pensjónslóggávan fær fyri
teir ymisku bólkarnar av
pensjonistum. vit átala
harðliga,
at
meirilutin
tvingar eitt álit ígjøgnum,
hóast vit væl og virðiliga
halda okkum innan fyri tíð-
arásetingarnar í tingskipan-
ini, og uttan at vit hava fing-
ið svar uppá avgerandi
spurningar, sum eru um-
bidnir í sambandi við
nevndarviðgerðina. Vit átala
eisini, at umboð fyri pen-
sjonistar og brekað eru inn-
kallað í slíkum skundi, at
hesi ikki hava fingið stundir
at seta seg inn í lógarupp-
skotið. ”
Fjølmiðlarnir roynst illa
Í hesum sambandi eru vit
vónbrotnir av fjølmiðlu-
num, og tað eru bæði bløð-
ini og loftmiðlarnir. Í tveim-
um álitum hava teir havt
okkara nágreiniliga kritikk
av teim óhepnu avleiðingu-
num og prinsipiellu skeiv-
leikunum í pensjónslógu-
num. Men teir hava ikki tik-
ið hetta upp á tungu. Tað er
harmiligt, tí her høvdu teir
funnu grundarlag fyri øllum
teim kritisku spurningu-
num, sum teir áttu at reist
teimum, sum hava tvingað
lógina ígjøgnum — og tað
hava bæði landsstýrið og
allir samgonguflokkar stað-
ið saman um, líka mikið
hvussu tey nú bítast og klór-
ast innanhýsis. Fjórða stats-
maktin, sum fjølmiðlarnir
rópa seg uppá at verða, hev-
ur roynst illa í hesum máli
og síðan teirra vina- og
kenningasamgonga kom til.
Tak tíðindaflutningin í
sjónvarpinum sum dømi.
Ella Fimmarin hesa vikuna:
har hevur man so syrgt fyri,
at ongi kritisk umboð fyri
andstøðuna koma at for-
stýra royndirnar at slætta
sjógvin og styrkja brøðra-
lagið í samgonguni.
Tora ikki at reisa misálit
Man kundi eisini spurt, hvi
alt hetta rokið ikki førir til
eina misálitisváttan móti
landsstýriskonuni. Umboð-
ini fyri tey brekaðu kalla
lógina kryplaða og eitt
makkverk . Tey siga eisini
bart út at landsstýriskonan
lýgur fyri almenninginum.
Ein samgongufelagi er líka
bersøgin og skrivar í bløð-
unum, at ”landsstýrismað-
urin sigur beinleiðis ósatt og
hon ger tað fult medvit-
að”!!! Ein annar samgong-
ufelagi skrivar eisini í bløð-
unum um, hvussu teir í
mongum málum og aftur nú
hava hava tikið politiskar
lortablæur upp eftir lands-
stýriskonuna í Almanna- og
heilsumálum, men at nú er
tol teirra uppi. Men sjálv-
andi tora teir ikki at reisa
misálit á Helenu. Teir
buldra, men leggjast so aftur
skerflatir.
Samgonguflokkarnir
eiga ábyrgdina 100%
Hví reisa vit so ikki misálit
til landsstýriskonuna? Nei
tað gera vit ikki av teirri
einfaldu orsøk, at tað er ikki
landsstýriskonan, sum hev-
ur politiska ábyrgdina av at
hetta vánaliga og ófullfíggj-
aða lógaruppskotið varð
skrumblað ígjøgnum tingið
og gjørdist løgtingslóg. Á-
byrgdina, 100%, eiga lóg-
gevararnir í samgongumeir-
ilutanum, samgonguting-
menninir, sum fuskaðu eitt
lógaruppskot, sum ongin
kendi avleiðingarnar av, í-
gjøgnum tingið. Og tað eru
júst hesir, sum leika í ímóti
Helenu og royna at kasta
alla ábyrgdina og skomm-
ina á hana. Teir hava havt
allar møguleikar at rættað
teir nógvu skeivleikarnar og
óhepnu avleiðingarnar av
lógini — tað hava vit ávarað
teir um ferð eftir ferð. Vit
ráddu teimum til ikki at
fuska uppskotið ígjøgnum,
men taka okkum alla tað tíð,
sum kravdist, fyri at geva
uppskotinum tað neyðugu
gjølligu viðgerðina í Trivn-
aðarnevndini. Og hóast teir
nú eisini viðganga, at tað
var
óðamannaverk
at
skrumblað eina lóg ígjøgn-
um, sum ongin kendi av-
leiðingarnar av, so valdu teir
— móti øllum ávaringum
— at hevja uppskotið til lóg,
og tí eiga teir og ongin ann-
ar alla ábyrgdina av lógini.
Tjóðveldistingmenn
flongdir upp á pláss
Vit halda eisini hetta verða
vánaligur journalistikkur, at
allir fjølmiðlarnir, bæði
bløðini og loftmiðlarnar,
trúliga refererað alt sam-
gonguklandrið um pensjón-
smálið — uttan at fara til
hesar samgongukritikarnar
av landsstýriskonuni og
spyrja teir, um teir sum lóg-
gevarar ikki eiga alla á-
byrgdina av hesi løgtings-
lógini, um hvussu teir
kunnu seta lógir í gildi, sum
teir vita og sjálvir siga er
óðamannaverk? Og um
nakar átti at lagt frá sær, er
tað so júst ikki eru teir sjálv-
ir?
Hóast teir nú leika í, so
vóru teir sera positivir í
teirra meirilutaáliti til sjálva
pensjónslógina í vár. Tá
høvdu teir hesi orð til
lógaruppskotið:
”Lyklaorðini til hesa
nýggju pensjónslóggávu
er einfald- og nútímans-
gerð, umframt tillaging
til føroysk viðurskifti.”
Ja, góðan morgun. Og hvat
siga teir nú um somu lóg.
Óðamannaverk og lortablæ-
ur. Men ikki fyrr enn teir
hava hoyrt umboð fyri brúk-
ararnar kolldøma lógina og
kalla hana kryplaða og eitt
makkverk.
Nú hava vit so hoyrt og
sæð, at teir aftur einaferð
eru flongdir upp á pláss av
løgmanni og øllum lands-
stýrinum.
Javningin er
størsti parturin
Løgið er at hoyra bæði fólk-
afloksløgmann og tjóðveld-
isvaraløgmann nú tosa rós-
andi og positivt um hesa
pensjónslóggávuna, og at
tað bara eru nakrar ”tekn-
iskar justeringar”, sum
skulu gerast, harímillum ein
hægri botnfrádráttur, so
minni fer burturav í skatti.
Men eftir okkara tykki er
als ikki talan um ”tekniskar
justeringar”. Nýggja pen-
sjónslógin hevur grov og
álvarslig brek, og tað eru
fleiri avgerandi og prinsip-
iellir skeivleikar í lógini.
Tað er t.d: — Avtøkan av
javningini av grundarupp-
hæddini. Hetta er nógv
størsti parturin av pensjón-
ini, og er javningin tikin av,
so fer pensjónin jú støðugt
at minka í virðið av dýrtíð-
arhækkingunum. Hetta er
eisini at lata politisku til-
vildina ráða í pensjónspoli-
tikkinum: Minni enn eitt ár
eftir at javningin er sett í
verk, verður hon tikin av
aftur, og samstundis verður
tosað um at hon skal aftur
setast í gildi næsta ár...
— At avtaka skattafríu
avlamisveitingina og leggja
upphæddina saman við øðr-
um viðbótum í eina skatt-
skylduga viðbót, er prinsip-
ielt skeivt. Avlamisveitingin
var eitt serstakt endurgjald
fyri mistan førleika, sum var
útgoldið uttan byrokratiskt
eftirlit, og var tí eisini ein
viðurkenning av, at fólk við
skerdum førleika hava ser-
stakar eykaútreiðslur, sum
onnur ikki hava.
Nú er henda serliga veit-
ing burtur. Ístaðin skulu
brúkararnir nú inn í eitt eyð-
mýkjandi byrokratiskt end-
urgjaldssystem, og krevja
kvittan fyri alla hjálp at
leggja fram sum skjalprógv
fyri hvørja krónu, sum biðj-
ast skal um. Og hetta skal
nú fara fram um forsorgar-
lógina. Tískil skulu fyritíð-
arpensjonistarnir nú bæði
um pensjónslóggávuna og
forsorgarlógina eftir sínum
rætti, mótvegis framman-
undan, tá alt varð avgreitt
um pensjónslógina. Hetta er
so enn eitt dømi um at sam-
gongan ger beint ímóti sín-
um vanliga pástandi um at
føroysk lóggáva skal gerast
einfaldari og bíligari.
Beint ímóti ynskjunum...
— Ikki bara at fasthalda
men eisini økja um munin
millum giftar og stakar fyr-
itíðarpensjonistar,
beint
mótvegis ynskjunum frá
fyritíðarpensjonistunum
sjálvum og beint móti
gongdini í grannalondum
okkara. Vit skulu minnast til
at fyritíðarpensión er end-
urgjald fyri meir ella minni
mistan arbeiðsførleika og
sostatt mista lønarinntøku.
Fyritíðarpensión eigur so-
statt at metast sum persón-
ligt endurgjald, og tað er
púra burturvið at henda pen-
siónin skal vera meir ella
minni alt eftir um ein er gift-
ur ella ei. Viðurkennur man
at fyritíðarpensión er end-
urgjald fyri manglandi ar-
beiðsinntøku, so eigur hjún-
arstøðan onga ávirkan at
hava á upphæddina. Tað
hevur hon jú ikki á arbeiðs-
marknaðinum, har lønin
onki hevur við tað at gera
um tú ert giftur ella ei.
Landsstýrið viðurkennir
ikki egin ráð og nevndir
Álvarsligt kritikkpunkt: at
landsstýrið hvørki viður-
kennir sínar egnu ráðgev-
andi nevndir, so sum Eldra-
ráðið og Ráðið fyri brekað,
og onnur avvarandi feløg
sum Landsfelag pensjonist-
anna og Meginfelag teirra
brekaðu: ongin av hesum
hevur havt møguleikar at
seta seg inn í hesar stór-
broytingar ella koma við
viðmerkingum, tíansheldur
at verða tikin við upp á ráð.
Vit halda eisini tað verða
sera harmiligt, at samgong-
umeirilutin hevur gjørt alt
pensjónsmálið bæði til eitt
stríð millum sangongu og
andstøðu og til eitt óverdugt
klandursmál innanhýsis í
samgonguni. Vit vístu í okk-
ara áliti til sjálva pensjóns-
lógina í vár, at ”tað liggur
ein serlig ábyrgd á sam-
gongumeirilutanum at ar-
beiða fyri, at breið ssemja
V i ð m
e r k i n g :
Løgtingsmeirilutin eigur 100%
ábyrgdina av vánaliga úrslitinum
fæst í tinginum fyri at
tryggja stabilitet og trygg-
leika á økinum. Tað er al-
neyðugt, at fólk, so sum av-
lamis- og fólkapensjonistar,
trygt kunnu rokna við pen-
sjónsskipanum okkara, utt-
an at bera ótta fyri broyt-
ingum í tíð og ótíð, alt eftir
hvør situr í samgongu. Tí-
verri tykist samgongumeir-
ilutin ikki at hava skilt tað
neyðuga í hesum, tá meiri-
lutin í Trivnaðarnevndini
velur at skunda málið í-
gjøgnum í nevndini, og har-
við noyðir minnilutan at
verða ímóti uppskotinum”.
Hetta var støðan í vár. Tað
er bara blivið uppaftur verri
síðani tá.
Tað, sum vit í andstøðuni
hava verið vitni til í viðgerð-
ini av lógini um almanna-
pensiónir í tinginum síðsta
vár og lógini um áseting og
javning av almannaveiting-
um nú beint áðrenn jól, eig-
ur at fáa føroyingar, ið
trúgva uppá og vilja stríðast
fyri einum samfelag, ið
setur
samhaldsfesti
og
tryggleika í hásæti, at venda
sær frá arbeiðsháttinum og
tí almannapolitikki, íð sam-
gongan stendur fyri. Síðan
henda samgonga kom til,
verður ikki longur tosa um
hvussu samfelagið kann
skipast á ein hátt, soleiðis
at fólk kunnu veita hvørjum
øðrum góðar liviumstøður.
Nú snýr tjakið seg meir og
meir um at samfelagið ikki
hevur ráð til veitingar og
tænastur. Og tey, ið ikki eru
aktiv á arbeiðsmarknaði-
num, gomul, sjúk o.o.,
verða nú í størri mun mett
sum ein hóttandi byrða fyri
samfelagið. Ætlaninar hjá
samgonguni
á
pensiónsøkinum framyvir,
m.a. við tvungnari privatari
eftirlønaruppsparing, er eitt
dømi um at tann stættar-
munur, sum í dag er í inn-
tøkunum á arbeiðsmarkn-
aðinum, nú skal fasthildast
og enntá økjast inn í aldur-
dómin. Jú tey tosa við føgr-
um orðum og gyltum lyft-
um í samgonguni, og smíla
dúgliga afturvið. Men illa
roynd eru vit av tí, ið kemur
burturúr.
Kristian Magnussen og
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmenn
Javnaðarfloksins
Ábyrgdina av vánaliga lógarsmíðnum eiga lóggevararnir í samgongumeiri-
lutanum, samgongutingmenninir, sum fuskaðu eitt lógaruppskot, sum ongin
kendi avleiðingarnar av, ígjøgnum tingið. Og tað eru júst hesir, sum leika í
ímóti Helenu og royna at kasta alla ábyrgdina og skommina á hana, siga
Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, løgtingsmenn, í hvassari
viðmerking til pensjónsrumblið
Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen vísa m. a. á
eitt álvarsligt kritikkpunkt: at landsstýrið hvørki viður-
kennir sínar egnu ráðgevandi nevndir, so sum Eldraráð-
ið og Ráðið fyri brekað, og onnur avvarandi feløg sum
Landsfelag pensjonistanna og Meginfelag teirra
brekaðu: ongin av hesum hevur havt møguleikar at seta
seg inn í hesar stórbroytingar ella koma við við-
merkingum, tíansheldur at verða tikin við upp á ráð.
Fyritøka snýtti lærlingar fyri 87.000 krónur
Føroya Rættur hevur gjørt úrskurð í eini søk, har ein fyritøku í Havn skal gjalda trimum lærlingum í alt eini 87.000
krónur. Orsøkin er, at fyritøkan hevur goldið lærlingunum ov llítið í løn, við tað, at lærlinganir í starvstíðini, áðrenn
lærusáttmálin varð undirskrivaður, bert hava fingið fyrsta árs lærlingaløn, ístaðin fyri vanliga tímaløn
DAGFINN OLSEN
Málið hevur sín uppruna í
øðrum rættarmáli, og byrjar
við hendingum í samband
við
skúlagongdina
hjá
næmingunum.
Hendingarnar gjørdu, at
lærlingarnir mettu seg ikki
kunna fara aftur til arbeiðis
hjá arbeiðsgevaranum.
Sostatt er lærutíðin av-
brotin, ella steðgað.Allar
fingu tó nýtt lærupláss, áðr-
enn skúlatíðin endaði.
Vanlig mannagongd
Lærlingafelagið er farið í
søguna og tískil hevur
Havnar Handverkarafelag
umboðað lærlingarnar í sak-
ini ímóti arbeiðsgevaranum,
eini hárfríðkanarstovu í
Havn.
Málið snýr seg um grund-
regluna um, at lærusátt-
málar verða undirskrivaðir
vanliga 15. oktober í einum
ári, har arbeitt verður. Lær-
lingarnir fáa tó, eftir 4 ára
starvstíð, sveinaløn, uttan
mun til, um lærlingaviður-
skiftini eru av ella ikki.
Tað er framferðarhátturin
viðvíkjandi starvstíð og
undirskriving av sáttmála,
ið Havnar Handverkarafel-
ag vil til lívs.
Ein lærlingur kann t.d.
byrja í juni og starvast fram
til oktober, áðrenn lærusátt-
málin verður undirskrivað-
ur. Heta kann metast sum
royndartíð.
Mett verður ikki, at
grundarlag er fyri at hava
eina royndartíð, tí 1. árið av
lærutíðini er at meta sum
royndarár, har báðir partar
uttan víðari kunnu siga sátt-
málan upp.
Málið
Sambært skjølum, sum
Sosialurin hevur fingið inn-
lit í, snýr málið seg um, at
lærlingarnir ikki hava ar-
beitt alla lærutíðina - sátt-
málin er avbrotin.
Fyrstu tíðina, áðrenn 15.
oktober, hava lærlingarnir
arbeitt fyri 1. árs lærlinga-
løn og ikki vanliga tímaløn
Tá teir, við avbrotnari
lærutíð, ikki hava møgu-
leika at vinna hetta aftur við
sveinaløn, hava teir mist
pening.
Føroya Rættur sigur í úr-
skurðinum m.a., at sum
grundgeving leggur rættur-
in, at lærutíðin hjá øllum
trimum lærlingum endaði
sum orsøk av aðrari sak við-
víkjandi saksøkta (arbeiðs-
gevaranum, blðm) og at
saksøkti má metast at hava
ábyrgina av ósemjuni. Sak-
søkjarar hava havt rætt at
siga sáttmálar sínar upp.
Rætturin avvísir ikki, at
talan er um vanliga manna-
gongd, tá lærlingar hava ar-
beitt fyri lærlingaløn fyrstu
tíðina, innan sáttmálaundir-
skriving. Men mett verður,
at við ovbrotnu lærutíðini
og skifti av læruplássum,
fellur hetta burtur, tí lær-
lingarnir ikki hava uppnátt
lønarfyrimunin við at fáa
sveinaløn, innan lærutíðin
er úti.
Tí metir rætturin í úr-
skurðinum, at lærlingarnir
eiga rætt til hægri løn fyri
fyrstu starvstíðina, innan
sáttmálaundirskriving. Mett
verður, at hóskandi kann
endurgjaldið roknast útfrá
vanligari tímaløn fyri ófak-
lærd.
Eisini eru viðurskifti við-
víkjandi frítíðarløn og av-
spáking við í málinum.
Talan er um 3 lærlingar,
sum í rættarúrskurðinum
verða mettir at eiga til góðar
ávíkavist 28.882,25 krónur,
51.159,13
krónur
og
7.513,74 krónur.
Harafturat kemur sakar-
kostnaður.
Dómur fellur seinni í hes-
um mánaðinum í málinum.
Eitt annað líknandi mál er
í løtuni hjá Eystara Lands-
rætti.
Ongan tjans uttan fakfelag
Formaðurin
í
Havnar
Handverkarafelag, Eyð-
finn Petersen, váttar, at
kjarnin í málinum er, at
minstalønin má vera tíma-
løn fyri ófaklærd, tá ungfólk
koma í royndarstarv við
læruplássi fyri framman
Hann sigur, at hetta er fyri
at byrgja fyri, at ungfólk
verða missnýtt sum arbeiðs-
megi og kanska fáa fótin,
tá tað kemur til tað, at tey
skulu í læru. Hetta heldur
hann kann oyðileggja ung-
fólk, sum hava leitað sær
eftir arbeiði og sum hava
arbeitt fyri nærum ongan
pening.
Hann minnir á, at vóru
teir 3 umrøddu lærlingarnir
ikki í fakfelag, so høvdu teir
ongan møguleika havt.
Eyðfinn Petersen
Samantvinna orð og myndir Williams
Á Meiarínum í Havn er Gríma komin somikið langt við leikinum Móðir Sjey-
stjørna, at tey nú eru farin undir endaligu venjingarnar á pallinum. Leikurin
er til heiðurs fyri William Heinesen og abbadóttir William er scenografur
Myndir: Jens Kristian Vang
Ria
Tórgarð,
Súsanna
Tórgarð og
Birita Mohr.
Eisini leika
Páll
Danielsen
og Hans
Tórgarð við
í Móðir
Sjeystjørnu
Katarina
Nolsøe
leikar
Antonia
og eisini
Helga Aho
Abbadóttir William Heinesen,Elisa Heinesen, hevur
gjørt pallmyndina. Hon er scenografur
DAGFINN OLSEN
Gríma hevur tann 15. januar
frumframførslu av leikinum
Móðir Sjeystjørna, ið er
tónleikamynd, ið Egi Dam
hevur skrivað eftir bókini
hjá
William
Heinesen.
Hann byrjaði við aðrari
søgu, men tá Egi skuldi
finna sær bakgrundstilfar,
endaði hann við at gera bók-
ina Móðir Sjeystjørna til
leik.
Tann 15. januar er eisini
dagurin, tá William fyllir
100 ár. Gríma sigur í leik-
skránni, at „..tá hann ikki
er okkara millum longur,
kunnu vit bert ynskja okk-
um øllum somlum tilukku
við, at vit hava átt hann og
framvegis í komandi øldum
eiga hann í øllum tí hann
gav okkum“.
Egi Dam er leikstjóri
og hann sigur, at tey við
leikinum samantvinna orð
og myndir Williams. Sta-
men Stantchev ger tónleik-
in.
Abbadóttir William, Elisa
Heinesen, hevur gjørt pall-
myndina. Elisa er sceno-
grafur. Katrin Bonde er
undir útbúgving sum teat-
urskræddari og hon hevur
gjørt búnar til leikin.
Umsitingarleiðarin, Laura
Joensen, fegnast um, at vit
í dag so smátt eiga fólk við
útbúgving í ymsu sjónleika-
yrkjunum.