Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 út at koyra MAGNUS GUNNARSSON Av teimum koreansku bil- merkjunum sum eru komin til landið hesi seinastu árini, eru Hyundai bilarnir teir sum hava verið longst. Hy- undai Motor Company varð stovnað í 1967, sum eitt dóttirfelag hjá Hyundai Business Group. Hyundai fyritøkan í Suðurkorea er vorðin ein sannur ídnaðar- risi. Ein heilt nýggjur Hyun- dai Accent er komin á mark- naðin. Bilurin er bøttur og vorðin størri í allar mátar. Størri uttan og meira pláss innan, motorurin kraftar meira, brennur minni og er meira ljóðleysur. Tað sær út til, at Hyundai bilarnir eru við at broytast í útsjónd. Modellini eru farin frá teim rundu til meira skarpar og konservativar linjur. Ein royndartúrur við Hyundai Accent vísti, at alt virkar væl og er sera lætt at umgangast, gearskifti, bremsur og útsýni er gott, líkamikið hvar tú situr í bil- inum. Klimaanlegg sum standard Við at seta seg inn í bilin merkist beinanvegin at hes- in Accent er rúmligari enn forgangarin. Plastkvalitet- urin er á hædd við tað, vit síggja í teimum japansku bilunum. Alt er, sum tað skal vera, og tú finnur seg beinanvegin væl til rættis. Bilurin er vorðin 10 cm longri, 5 cm breiðari, og aksulfrástøðan er 4 cm størri. Hyundai Accent við aircondition sum standard Hyundai Accent Motorurin: 1,3 ccm. 4 cyl. 12V 86 hk. 0-100 km/t: 12,5 sek. Trekk: Framman Dekk: 175/70-13 Bremsur: Skivur framman, trumlur aftan Stødd og vekt: Longd: 420,0 Breidd: 167,0 Hædd: 139,5 Eginvekt: 1000 kg. Totalvekt: 1550 kg Viðførisrúm: 480 litrar Bensinnýtsla: 15,6 km/l Prísur: LS við 3 hurðum 110.750,- LS við 5 hurðum 119.750,- Søluumboð: NordbilOyggjarvegur FO-110 Tórshavn Telefon: 313707 Alt hetta gevur meira pláss innan. Setrini stuðla væl og eru góð at sita í, eisini til at koyra long strekkir uttan at møðast. Sum einasti biliurin í hesum klassanum hevur Accent klimaanlegg (Aircondition) sum standard útgerð í øllum útgávunum. Til okkara veðurlag er klimaanlegg sera vælegnað at halda døgg burtur frá rút- unum í vátveðrið, sam- stundis sum hitin er passa- ligur. Væl útgjørdur bilur Accent fæst við tveimum motorstøddum, 1,3 ccm við 86 hk og 1,5 ccm við 90 hk. Bilurin, vit royndar- koyrdu, var ein LX við 1,3 ccm motori 4 cyl við 12 ventilum. Motorurin virkar kvikur, og hevur góða kraft. Tað eru bert 4 hk á muni millum tann minna og størra motorin. Bilarnir eru komnir við 3 og 5 hurðum í LS útgávuni, men verða eisini gjørdir sum sedan við 4 hurðum. Hyundai Accent er ein fittligur bilur, liggur væl á vegnum, og hevur gott veg- tak. Listin yvir standard út- gerð er langur, eitt nú Air- bag, ABS bremsur, klima- anlegg (Aircondition), nakkastuðlarnir aftan kunnu stillast, startsperru, stereo radio og servostýring. Við hesum væl útgjørda bilinum við nógvari standardútgerð til kappingarføran prís, hev- ur Hyundai eitt sera gott kort á hondum. Accent fæst við tveimum motorstøddum, 1,3 ccm við 86 hk og 1,5 ccm við 90 hk. Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein LX við 1,3 ccm motori 4 cyl við 12 ventilum Mynd: Jens Kristian Vang út at koyra Luksus VW við 12 sylindarum Kanska nýggjur Ford Scorpio MAGNUS GUNNARSSON Endamálið við at gera ein 12 cyl. Volkswagen er at fara í beinleiðis kapping við teir stóru Mercedes bilarnar - men til ein lægri prís. VW hevur víst áhuga sín fyri yvirklassabilum við at keypa Bentley, Rolls Royce og Bugatti. Eisini hava teir sett fyrr- verandi PR-stjóran hjá Rolls Royce í starv, sum leiðara á nýggju deildini fyri luksusbilar. ”Betri góðska, meira út- gerð og lægri prísir” er loys- unarorðið hjá VW hesum viðvíkjandi. Tann 12 cyl. motorurin verður gjørdur úr tveimum V6 motorum, og verður ætlandi klárur at taka í brúk í ár. Arbeitt verður eisini við einum W8 motori, altso ein dupultur V8 sum skal brúk- ast til VW Passat í 2001. FDM / Motor nr.1/2000 MAGNUS GUNNARSSON Eftir at Ford hevur keypt persónbiladeildina hjá Vol- vo, er tað eitt ivamál, um Ford hevur brúk fyri einum nýggjum Scorpio. Tað eru tó fleiri sum hava longst eftir einum avloysara fyri Ford Granada, sum var ein ”succes” tann tíð tað var. Ætlanir eru frammi um at hava ein bil kláran í 2003. Møguliga verður tað ein Mondeo undirvognur við longdari aksulfrástøðu, ella ein bilur, bygdur yvir tann stóra Volvo S-80, har eisini verður møguleiki fyri einu- m stationvogni. Við at brúka Volvo undir- vognin uppfylla teir trý krøv til ætlanina. Fyri tað fyrsta: Fáa teir ein persónvogn og ein stationvogn. Fyri tað næsta: Ríkiligt av útgerð og rímiligur prísur. Fyri tað triðja: Trygdin verður á høgum støði, bæði tann aktiva og passiva. Allar hesar treytir verða uppfyltar við at brúka Volvo. FDM / Motor nr.1/2000 50 mió Opel Tað tók Opel 100 ár at byggja 50 milliónir bil- ar. Í hesi 100 árini eru framleiddir 47 milliónir Opel og Vauxhallbilar. Vauxhall er bretska vørumerkið hjá Opel. Herumframt eru framleiddir 2,2 millión- ir opelbilar í Suðuram- erika undir navninum Chevrolet, 700.000 eru seldir sum Holden í Av- stralia og 100.000 sum Delta í Suðurafrika. Opel nummar 50 milli- ón var ein Omega. Nýggjur Mazda 626 Mazda 626 hevur fing- ið eina andlitsupplyft- ing. men danski Maz- dainnflytarin, Andersen Motors A/S í Køge, hevur framvegis nógvar bilar av gamla sniðnum á goymslu, so nakrir mánaðir verða, til bil- urin verður at síggja í Danmark, skrivar Mot- or hjá FDM. (Hvussu verður í Føroyum er okkum ógreitt, men tað vita vit kanska í næstu útgávu). Broytingarnar eru smáar, m. a. er inn- búgvið tvílitt. 1.8 litur grundmotorurin gevur framyvir 100 hk í stað- in fyri 90, samstundis sum dreyningsmomenti økist frá 146 Nm til 152 Nm, men nú við 4000 snúningum heldur enn fyrr við 2500 snúning- um. Mégane hevur el- forrútar Higartil hava vit bert sæð ein forrút við hita- tráðum í Ford-bilunum. Sera gott um veturin, men onkur heldur, at hetta er óheppið tá sólin skínur ella tú fært eitt- hvørt bjart ljós í eyguni. Í eini bólkatest av fýra stationcar í blað- num Motor hjá FDM, m. a. Renault Mégane, legði testliðið ikki til- merkis, at Renault nú eisini er farið at leggja hitatræðrirnar í forrút- arnar, so tað fekk hann sjálvandi eitt eyka pluss fyri, eins og hiti í for- setrunum er standard. Mégane hevur sum einasti Renault 12 ára trygd móti gjøgnumter- ing og ikki átta ár, sum hinir Renaultbilarnir Kelda: FDM Motor Andlitsviðgjørdur Toyota Corolla Toyota er komið á markn- aðin við einum bøttum Cor- olla. Tað fyrsta, vit leggja til merkis er broytti front- urin og lyktaskipanin. Ann- ars hevur bilurin ein nýggj- an motor við variabla ven- tilstýringstøknini, sum á Toyotamáli nevnist VVT-i tøkni, ið gevur motorinum størri effekt, er meiri orku- sparandi og samstundis ger, at bilurin dálkar minnii. Innan er Toyta Corolla bøttur við nýggjum sport- setrum, nýggjum búnýtislit- um og evnum. Umframt hetta er biluri útgjørdur við einum smartum og funkti- onellum »multi-informa- tiónsdisplay« - eisini kent frá Yarisbilunum - har tú m. a. ítøkjuliga sært miðalben- sinnýtsluna, miðalferð eins, og har tú fært stýrt útvarps- tólinum. Trygdin er sum hjá Toy- ota annars: Dupult airbag, síðuairbag, ABS-bremnsur við EDB (Electronic Brake force Distribution), sum er ein effektiv elektronisk stýr- ing av býtinum av bremsi- evnunum millum hjólini, trygdarlás til barnastól á baksetrinum, trý-punkts- trygdarselar, tokulyktir aft- an, setur, ið kunnu flytast upp og niður, nakkastuðlar aftan og framman. Sosialurin út at koyra hevur enn ikki roynt nýggja bilin frá Toyota, men tað fara vit at gera seinni. Okk- um kunnugt fæst bilurin eis- ini - við eykakostnaði - við eini navigatiónsskipan, sum kann stýrast við »multiin- formatións-displaynum«, sum er í bilinum. Skipanin kann enn bert brúkast utt- anlands, men ein donsk út- gáva við danskari talu og vegleiðing kemur síðst í ár- inum. Í komandi útgávum hyggja vit nærri at nýggja Toyota Corolla, sum í hes- um døgum verður sýndur fram hjá Reyni Service í Havn. Toyota Corolla frá Reyni Service