mikudagur 2. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Edvard Joensen
Tað blásti á Eiði um viku-
skiftið. Høgættin lá so trá og
helt øllum í sínum jarntaki,
so tað ýldi millum húsini og
gav endurljóð í loranmastr-
ini, sum sendi sínar melan-
kolsku tónar oman til teirra.,
sum vildu lurta.
Men eisini aðrir, og
meira skipaðir, tónar hoyrd-
ust á Eiði. Tað vóru ungfólk
úr Havnar Ungdómshornor-
kestri, sum vóru á venjing-
arlegu í Eiðis Skúla saman
við venjaranum Kenneth
Jones. Hesi fólkini hava tað
til felags, at tey blása í mess-
ingljóðføri og eru skipað í
felag, sum hevur til enda-
máls at fáa nýtt fólk í ver-
andi hornorkestur.
Ung lei›sla
Tað situr ein ungur drongur
við eini trombone í venjing-
arhølinum. Hann vísir venj-
arin okkum til, tá sagt verð-
ur, at Yngd biður um eitt
prát.
Dávur Juul Magnussen
er 14 ára gamal og formaður
í Havnar Ungdómshornor-
kestri. Hann sigur okkum, at
nevndin er mannað við fýra
limum.
Umframt
hann
sjálvan eru Tróndur Herason
úr
Havn
og
Ragnar
Djurhuus úr Kollafirði, sum
báðir spæla í orkestrinum.
Og so venjarin, Kenneth
Jones, sum er walisari og
musikskúlalærari í Føroy-
um. Hann er kassameistari.
Dávur greiðir frá, at
Havnar
Ungdómshornor-
kestur hevur havt tvær slíkar
venjingarlegur fyrr, og at
tær hava eydnast væl. Hetta
gevur líkasum eitt eyka
skump til teirra, sum
frammanundan hava hug at
spæla, sigur hann. Og enda-
málið er heilt greitt at hækka
støðið hjá teimum, sum
spæla, soleiðis at tey seinni
nær sum helst kunnu sleppa
upp í tey verandi hornor-
kestrini í landinum.
Sjálvur spælir Dávur í
Havnar Hornorkestri. Og
tað hóast tað bert eru eini
tvey ár, síðan hann byrjaði
at spæla. Teir eru tríggir úr
Ungdómsorkestrinum, sum
spæla í Havnar Hornorkest-
ri, sigur hann.
Dávur greiður frá, at hesi
sonevndu messingvikuskift-
ini eru fyrst og fremst venj-
ingarlegur, sum enda við
eini konsert. Men tað er eis-
ini nakað sosialt í einum
slíkum tiltaki, sigur hann.
Fólk hugna sær og takast við
ymiskt annað enn bara tón-
leik. Til dømis vóru tey og
svumu í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka leygardagin.
Blanda›ur skari
Hóast tað er Havnar Ung-
dómshornorkestur,
sum
stendur fyri tiltakinum, eru
eisini bygdarfólk við. Hesa-
ferð varð tiltakið hildið á
Eiði, tí onkrir blásarar úr
musikskúlanum har skulu
við á konsertferðina til
Noregs í summar. Tað kemst
av, sigur Dávur, at Ken, sum
hann nevnir læraran, eisini
er musikskúlalærari á Eiði
og haðani kennir onkrar
spælarar.
Tað krevur fígging, tá
farast skal út at ferðast. Og
vanligt er, at “hatturin fer
runt”, tá ymiskt tiltøk eru,
sigur Dávur. Til dømis hava
tey onkuntíð selt lutaseðlar
undir konsertum. Og tey
hava havt tiltøk, har stuðlar
kundu binda seg til at gjalda
eitt ávíst krónutal fyri hvønn
tíma, tónleikararnir spældu.
Dávur sigur, at tað til-
takið gav eitt sindur av
pengum. Og tann, sum
spældi longst ta ferðina,
spældi í fimm tímar. Men
hann væntar ikki, at tað veð-
ur gjørt aftur fyribils.
Dávur Juul Magnussen,
formaður í Havnar Ung-
dómshornorkestri, sigur, at
tey í løtuni eru 18 fólk í
orkestrinum. Tá eru eiðis-
fólkini tald við, sigur hann.
Og talan er, sum sagt, bert
um messingblásarar. Dávur
greiðir frá, at messingljóð-
føri eru tey, sum verða nýtt í
teimum traditionellu horn-
orkestrunum. Har verða
saxofonir ikki roknaðar við,
sigur hann frá. Og hann met-
ir, at tað krevur eina nærri
frágreiðing, hví so er.
Nógv fólk halda, sigur
Dávur, at saxofonin er mess-
ingljóðføri, tí hon er gjørd
av sama tilfari sum hornini.
Men so er kortini ikki, Hon
verður flokkað saman við
træblásarunum
sum
til
dømis klarinettunum. Saxo-
fonin hevur nevniliga blað,
meðan hornini hava mess-
ingmundstykki. Saxofonin
hevur eisini fleiri ventilar,
enn hornini hava. Hon líkist
klarinettini. Sera einfalt og
lætt at skilja, tá kunnleikin
greiðir frá.
Sjálvur ætlaði Dávur sær
at spæla saxofon. Men hann
fløktist eisini í hugtøkunum
og teknaði seg til mess-
ingblásararnar hjá Musik-
skúlanum.
Men
honum
dámar væl at spæla trom-
bone, sigur hann. Um-framt
spælir hann klaver. Men
hann væntar ikki, at hansara
framtíð fer at liggja í at vera
tónkeikalærari. Hurðin fer
upp, og onkur rópar inn í
skúlastovuna, vit sita í, at nú
byrja tey at venja. Dávur
reisist, fer inn í eina aðra
stovu og setist við trom-
bonini. Tær svingandi sam-
barútmurnar, sum fylla skúl-
an á Eiði hendan illfýsna,
sinasta leygardagin í januar,
køva heilt stormduni fyri
uttan og leiða hugin til
lýggjari
umhvørvi,
har
dansur og spæl eru stórur
partur av lívinum hjá fólki.
Blástur norðaneftir
Blástur norðaneftir
Umleið 20 ungfólk hittust á
Eiði til messingvikuskifti.
Tey ætla sær til Noregs á
konsertferð í summar