Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HØGNI MOHR Línuskipið, Pison, liggur bundið við bryggjuna. Stutt áðrenn jól varð farið undir at klassa klaksvíksskipið, og longu nú eru smiðirnir á Sleipistøðini komnir undir land. Arbeiðið verður vænt- andi liðugt í vikuni. Júst slík umvælingarar- beiði, sum tað umborð á 40 ára gamla Pison, eyðkenna ta gomlu sleipistøðina á Stongunum. Slitni upphál- ingarvognurin, ið varð keyptur úr Svøríki í 1928 – brúktur - verður ikki nógv nýttur. Væl ber til at toga skipini upp á turt, gerst tað neyðugt, men slíkt er minni parturin av arbeiðinum á sleipistøðini. Smiðirnir eru oftast at finna umborð á flótandi fiskiførum, ið liggja við bryggju á Stong- unum. Annars eru teir undir taki á stóra smiðjubygning- inum. Nógv og ymisk arbeiði - Gomlu smiðjubygningarn- ir fyri sunnan verða bert nýttir til goymslu, sigur ný- klakti virkisleiðarin, Kalli Vágklett, og peikar inn móti sjálvari sleipistøðini. Nýggjara smiðjan er býtt í trý stór høli. Norðasti part- urin verður róptur grov- smiðjan. Her verður sveisað og skorið so neistarokið stendur í allar ættir. Tá Sosi- alurin var og vitjaði, stóð smiðurin, Eyðun Joensen, við einum stórum pumpu- fóti, ið er av stásiliga nóta- skipinum, Christiani úr Grótinum. Neyðugt er at kappa onkustaðni og seta upp í onkustaðni, tí tvær pumpur, ið eru ymsiskar í vavi, skulu passa á hendan sama fót. Slík arbeiði krevja gott hugflog. Eyðun Joen- sen hevur longu heft broyt- ingarútgávuna av fótinum saman, og stóra pumpan verður síðani lorað niður á hann. Pumpan passar. So er bert eftir at sveisa allar sam- ankomingarnar. - Einir 20 mans eru í starvi hjá okkum, og hóast talan er um árstíðartreytað arbeiði – við denti á summ- arið og jólini - so er nóg mikið at tríva í árið á tamb. Tað eru so nógv ymiskt ar- beiði, ið verða litin okkum er nýliga farin undir at læra til maskinsmið, men longu nú stendur hann við topp- stykkinum á Dúgvubergi og skiftir frostproppar. Komandi lærlingar á Klaksvíkar Sleipistøð kunnu vænta sær at verða so at siga fullkønir í at um- væla motorar, royna teir at hanga í og lata teir eldru smiðirnar oysa av síni vitan. Kalli Vágklett sigur, at slíkt viðlíkahald, sum nú fer fram í sambandi við 50 tonsaran hjá Erlingi, og annars útskiftingar av mot- orum í øðrum bátum, eru stórur partur av grundar- lagnum undir Sleipistøðini. - Og okkara styrki fram um aðrar er, at vit hava eina nøkunlunda støðuga ar- beiðsmegi, ið fer til verka eftir loysunarorðunum, fak- ligur fleksibilitetur. Allir mans skulu kunna gera alt arbeiði á landi og umborð, leggur virkisleiðarin dent á tá vit fara eftir leytaranum og umborð á Pison. Millum ljósmotorarnar í maskinrúminum á Pison stendur 575 Hk Kallesen motorurin frá 1986. Hann Seytjan smiðir tóku um endan JARNMENN: Klaksvíkar Sleipi- støð hevur nógv jørn í eldinum. Gamla Kjølbro- virkið, ið fór av knóranum av kreppuávum í kreppuárum, varð bjargað av fúsum monnum fyri fimm árum síð- ani. Bjartskygdu starvsfólkini ræð- ast hvørki framtíð ella Poul Mohr Longi lá gamla sleipistøðin í Klaksvík still. Men við árslok í 1994 tóku 17 smiðir í Klaksvík um endan. Teir bankaðu á dyrnar hjá danska eigaranum, láni-risanum, Nýkreditt, og keyptu sítt egna arbeiðspláss. Mynd: Jens Kristian Vang Annar Scania- ljósmotorurin á Pison verður yvirhálaður. Hin er tikin úr, og í hansara stað er komin ein spildurnýggjur Mercedes. Mynd: Jens Kristian Vang – Kapping ella ei. Vit samstarva við Poul Mohr og hansara Skipasmiðjur, sigur Kalli Vágklett, ið fyri stuttum fór í starv sum virkisleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð. Mynd: Jens Kristian Vang F KUS Navn: P/f Klaksvíkar Sleipistøð Stovningarár: 1994 Eigarar: 17 privatmenn Umsetningur: Millum 7 & 9 Milliónir Heilársstørv: Yvir 20 (av hesum: Tríggir lærlingar) Kundaskari: 35 – 40 fiskifør í øllum støddum Íløguynski: Nýggjan bedingsvogn og nýmótansgerð sum heild Leiðslu-sitat: »Poul kann eiga oljuna« Erling Petersen, reiðari á Dúgvubergi (høgrumegin), hevur litið teimum á Sleipistøðini upp í hendi at yvirhála motorin á fari sínum. Saman við Hans Jacobi Venned, maskin- smiði, roynir hann við borimaskinu, grísapilli og gomlum snildi at loysa fastbrendar boltar úr turbinuni. Boltarnir eru helst fastbrendir, tí teir hava verið smurdir við aluminiumsfeitti. Nýggju boltarnir vera smurdir við koparfeitti, ið tolir hitan á turbinuni, ið kann koma upp á 480 stig. Mynd: Jens Kristian Vang upp í hendi, og hetta er helst við til tryggja rímiliga javnt arbeiði, sigur Kalli. Aðrastani í grovsmiðjuni eru teir við at leggja sein- astu hond á eina snotuliga aluminiumshurð til Pison. Fleiri skip vilja hava sterkar hurðar síðani syrgiligu van- lukkuna við Ågot allahalg- annadag, tá ið ein sjógvur knústi seg inn á brúnna. Samstarv millum ættarlið Opið er millum grovsmiðj- una og dreyiverkstaðin, har arbeitt verður upp á motor- ar. Hesa vikuna fær Deutz- motorurin á trolbátinum Dúgvubergi eina umfatandi yvirháling. Í hesum arbeiði hittast fleiri ættarlið av smiðum. Øðrumegin stóra arbeiðs- borðið standa teir báðir, royndi reiðarin á Dúgvu- bergi, Erling Petersen og 41 ára gamli maskinsmiðurin, Hans Jacob Venned. Teir finglast við at loysa fastar boltar úr turbinuhúsanum. Hinumegin borðið stendur sonur Hans Jacob, hin 19 ára gamli Jan Venned. Hann er treystur og álítandi, og slapp undan yvirháling hesaferð. Men el-veitingin umborð kravdi umfatandi ábøtur. Ljósmotorurin í stýriborði er skiftur út, og hin í bakborði verður yvir- hálaður. Undir kønu hond Hans Laksagarð hava teir báðir nýklaktu maskinsmið- irnir, Jóhann Olsen og Eyð- bjørn Andreassen staðið fyri hesum týðandi arbeiðið. Tá ið navnframa línuskipið aftur verður siglingarklárt, verður farið undir Føroyar at royna.Umfatandi umvæl- ingin umborð á Pison er í milliónaklassanum. - Tað er vónleyst at geva fult tilboð upp á slíkt ar- beiðið, sum hetta við Pison. Stórur partur verður upp á rokning, og tí krevst, at skipaeigararnir hava álit á okkum. Somuleiðis leggja vit stóran dent á nágreini- liga skjalprógving í rokn- ingini, sigur Kalli Vágklett. Næsta stórarbeiðið á Klaksvíkar Sleipistøð verð- ur gjørt umborð á trolara. Talan er um fyrrverandi rækjutrolara, ið nú eitur Sjúrðarberg og fiskar tosk í Barentshavinum. - Eg veit ikki um tað passar, men eg havi hoyrt, at Poul (t.e. Tórshavnar Skipasmiðja, bl.m.) var ov dýrur, sigur Kalli og smírist. Hann ræðist ikki risar...