mikudagur 2. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 22. januar 2000
13
Århus by night
Í farnu viku var undirrita›i í Århus í
stuttum ørindum. Og lat ta› her beinan-
vegin ver›a sagt. Leygarkvøld í Århus má
upplivast
Jákup Bogi Joensen
Ein av teimum stóru
býunum í Danmark
er Århus, har nógvir
føroyingar
búgva.
Serliga er tað tann
lesandi fjøldin, sum
stúgvast kring býin.
Og lat tað verða
sagt
beinanvegin.
Århus er ein fantast-
iska deiligur býur.
Býurin er stórur og
hugnaligur og hevur
nærum
óteljandi
møguleikar at bjóða.
Í farnu viku var
undirritaði í Århus í
stuttum ørindum, og
tað skal her verða
sagt, at leygarkvøld í
Århus má upplivast.
Klokkan nærkað-
ist átta, áðrenn farið
varð
frá
húsum.
Svongdin var byrjað
at gera um seg, so
gjørt var av at fara á
Pizzaria. Men hetta
var ikki eitt heilt van-
ligt pizzaria. Ikki tí.
Hølini
vóru
stak
hugnalig prýdd við
alskyns tingum. Nið-
ur úr loftinum sóust
nakrir sera vakrir og
snotuligir
búnar.
Nakrir Fótbóltsbún-
ar. Ein danskur land-
sliðsbúni við navni-
num Tøfting á baki-
num, ein Everton
búni har Degn var
prentað á og ein Udi-
nese búni har Jørgen-
sen stóð at lesa.
Hví, spyrt tú so
kanska. Jú, teir eru
allir sera kendir fót-
bóltsleikarar,
sum
miðskeiðis í 1990’
unum gjørdu stóra
fótbóltsfelagið í bý-
num, AGF, til nakað
heilt serligt. Men
felags fyri teir allar
er, at teir vórðu seldir
til útlendsk feløg.
Hetta, tí fíggjarliga
støðan í AGF var so
út av lagi vánalig.
Men tak ikki feil.
Århusianarar
eru
pávastoltir av sínum
“dreingjum”,
sum
mongu seinnu árini
hava gjørt vart við
seg. Bæði í útlendsk-
um feløgum og ikki
minst
á
danska
landsliðnum.
Longur yviri í ein-
um horni sóust einir
fimm guitarar, nógv-
ar myndir av heims-
kendum
tónleikar-
um, har Phil Collins
átti størsta plássið.
Borðini vóru stak
hugnaliga prýdd við
livandi ljósum. Jú,
rammurnar
vóru,
um ikki perfektar, so
væl brúkiligar.
Eftir at vit høvdu
fylt okkum við góð-
um mati, pizza og la-
sagne, gekk leiðin
niðan í ein av nýggj-
astu og stásiligastu
biografunum í bý-
num. Cine-city eitur
hann. Og lat tað
verða sagt beinan-
vegin.
Eg
mundi
fingið chock, tá eg
setti fótin innum. Ein
risa stórur salur var
karmur um okkurt,
sum skuldi ímynda
eina forhøll. Í einum
horni stóðu nøkur
borð og nakrir stólar,
har møguleiki var
fyri at rinda sær
møðina. Hinumegin
sóu vit tvær kioskir.
Og um tú líður undir
eini
víðagitnari
“fobi”, so eru ráðini,
at tú ikki fer inn hað-
ar. Halgadoyðs fólk
ið har vóru inni, men
tey keyptu dúgliga.
Vit komu tó, eftir at
hava tveitt nakrar
hundrað
krónur
beint niður í kassan,
út um aftur í øllum
góðum.
Síðani settu vit
beina leið inn í sjálv-
an biosalin, sum ikki
var stórt annarleiðis
enn stóri salur í
Havnar Bio. Tó var
salurin í Cine-city
eitt sindur størri, og
ljóðanleggið
má
hava verið framúr
gott. Tí ljóðið var
nevnliga
“fantrú-
liga” gott.
Har settu vit okk-
um so. Heilt frammi
á triðfremsta rað.
Væl til rættist, klár til
at “smósa” chips, ein
stóran
pakka
av
bomm, og eina mell-
em stor cola, sum tó
tóktist væl størri enn
størsta bikari í Havn-
ar Bio.
Við eitt gjørdist to-
talt tøgn í salinum,
og filmurin byrjaði.
Tað hildu vit í øllum
førum, men har fóru
vit skeiv. Tí vit
gloymdu
sjálvandi
hasar ólukksáligu re-
klamurnar, sum eftir
mínum tykki eru
meira til at styggja
fólk burtur, heldur
enn nakað annað.
Men við eitt slókn-
aðu lítlu fittu lam-
purnar í salinum.
Filmurin
byrjaði.
Hurrá, hurrá. Út úr
einum horni av ann-
ars risa stóra skíggja-
num
kom
Bruce
W illis, sum í “Den
sjette sans”, sum
filmurin eitur, spælir
eitt slag av sálarfrøð-
ingi.
Hann
skal
hjálpa einum smá-
drongi, sum hevur
tey evni, at síggja
fólk ganga aftur.
Haldi ikki vit her
fara at siga meira frá
filminum, men loyvi
mær her at siga, at
filmurin er eitt meist-
araverk. Væl spæld-
ur og gjøgnumførd-
ur, men óhugnaligur
til tíðir. Absolut ikki
fyri veikar sálir.
Eftir
at
Bruce
W illis og aðrir góður
sjónleikarar høvdu
undirhildið okkum í
stórum
dosum
í
knappar tveir tímar,
fóru vit, fyri líka sum
at rista tað ringasta
av okkum á café, har
vit síðani sótu til
langt út á náttina.
Eitt sera hugnaligt
leygarkvøld í Århus
skal eg heilsa og siga,
men trúgv tí ella ei.
Vit vóru á fótum
longu klokkan sjey
morgunin eftir. Tveir
tímar svøvnur er nú
ikki nakað at reypa
av. Men soleiðis er at
ganga til ræðufilmar.
Eisini um tað nú er í
Århus.
Nr. 4 - 22. januar 2000
12
Vinn eina fløgu
Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at
vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum
eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini
skulu hava høvi at koma fram at, hava vit
sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har
lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan
um líkt og ólíkt.
Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um
okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt
heilt annað, so er bara at finna pennin ella
telduna fram, og skriva til okkum. Antin til
Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn,
merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk-
um teldupost á yngd@sosialurin.fo
Hvørja viku verður so drigið lut ímillum
innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina
spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum
í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur,
seta vit onga treyt um at innkomið tilfar
verður undirskrivað við fullum navni. Navn
og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd,
soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga
skal sendast.
Les Yngd
í Sosialinum
Hvønn mikudag
Tí›indabla›i› Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tlf: 311820
Fax: 314720
Teldupostur:
yngd@sosialurin.fo
Ábyrgdarbla›stjóri:
Jan Müller
Bla›stjórn:
Jákup Bogi Joensen
Uppseting:
Karis Olsen
Yngd er ein partur av Sosi-
alinum mikudag.
Evsta-
mark er á middegi fríggja-
dag
Í farnu viku var bla›stjórnin
á Yngd í Århus í stuttum
ørindum. Í tí sambandi fara
vit í komandi blø›um at
hava nakrar greinar frá hes-
um túri.
Fyrsta greinin er longu at
lesa í bla›num í dag.
Jú,
Århus
er
ein
fantastiska deiligur b‡ur
stórur, Hugnaligur, og hevur
nærum óteljandi møguleik-
ar. Ei undur í, at føroyingar í
hópatali fara til Århus í út-
búgvingarørindum.
Eisini
um
tú
hevur
ætlanir, bert at stuttleika tær
eitt vikuskifti›, er Århus ein
frálíkur b‡ur til tess. Nátt-
klubbar vi› bæ›i disco og
barrum. Nógvir biografar
eru í b‡num, og so gera
danir nógv av at fara á café.
Men ta› er jú eisini ótrúliga
hugnaligt. Jú, Århus er stutt
sagt ein “fantrúligur” b‡ur.
Av tí, at bla›stjórnin á Yngd
var í Århus í seinastu viku,
hava nakrar av gó›u gomlu
kreftunum gjørt sítt til, at
bla›i› kemur út í dag. Og
ta› er bara at fegnast um. Tí
uttan teirra hjálp var› bla›i›
als ikki veruleiki.
Hesar
gó›u
kreftirnar
hava gjøgnum vikuna fingi ›
fatur á nøkrum forkunnug-
um søgum.
Fyri fyrstu fer› í n‡ggju
øldini hava vit á Yngd
redaktiónini fingi› fatur á
tilfari uttan fyri Havnina.
Leygardagin í farnu viku
var nevnliga ein sokalla
messingstevna á Ei›i. Okk-
ara ma›ur á Ei›i hevur sent
okkum ein samandrátt ha›-
ani, sum er at lesa í bla›num
í dag.
Skótarørslan hevur altí›
veri› ein stórur partur av
øllum frítí›arvirksemi, sum
er í Føroyum. Tí hava vit
valt at gera eitt sindur burtur
úr hesum, og tí er ein grein
um skótar og skótavirksemi
at lesa í bla›num í dag.
Teir føstu tættirnir eru
eisini vi› okkum í dag. Hit-
listar, Svara so og Fløguum-
mæli er tí at finna inni í
bla›num.
Stórur partur av føstu
tættunum er útlendskt tilfar,
men ta› eigur ikki at vera
nøkur loyna, at vit á Yngd
leggja okkum eftir at skriva
tilfar sum hevur vi› føroysk
vi›urskifti at gera. Eitt nú
um útbúgvingar í Føroyum.
Vit royna alla tí›ina at
finna fram føroyskt tilfar,
men hetta kann vera torført
til tí›ir. Ikki minst tí, at vit
búgva í einum so lítlum
landi, og tí eru møguleikar-
nir avmarka›ir.
Eisini eigur at ver›a lagt
aftrat,
at føroyingar fyri
okkum tykjast eitt sindur
dovnir. Ta› er ógvuliga av-
marka›, hvat vi› fáa send-
adi av tilfari.
Harragud, bla›i› er jú
ætla tykkum, so vit vilja
heldur enn gjarna hoyra
tykkara meiningar, rís, rós
ella hvat ta› skal ver›a. Tit
eru meira enn vælkomin til
at senda okkum tilfar, ella tit
bara hava eina yrking ella
líknandi, sum gjarna skuldi
veri› gott krút til okkara
brævbumbu.
Yngd á Ei›i, í Århus og
alla a›rasta›ni
Letur eina fløgu um vikuna til teg,
sum hevur besta innslagið í Yngd.
Send inn og vinn