mikudagur 8. november 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 8. november 2000
9
8
Nr. 215 - 8. november 2000
Hanus A. Samuelsen
var› føddur og vaks
upp í mentanarbygd-
ini Húsavík. Í barna-
heiminum var væl av
ognarjør›. Men hjá
Hanusi var bókahug-
urin størri enn jar›-
arhugurin, og hann
gjørdist skúlama›ur
burturav. Hann hevur
nú starvast sum lær-
ari í 40 ár
Vi›tal
Fyrri partur
Edvard Joensen
Tilvildin gjørdi, at hann
tríggjar fer›ir byrja›i seinni
enn hinir floksfelagarnir í
skúlanum. Men kortini
hevur hann veri› í skúla alt
lívi›. Nú skúlaári› byrja›i
aftur, vóru 40 ár li›in, sí›an
Hanus A. Samuelsen byrj-
a›i sín læraragerning, og
hann ætlar at halda fram.
10. september 1936 var
aftur barnagrátur at hoyra í
Skumpitoft
í
Húsavík.
Langt var sí›an seinast.
Men hendan dagin átti Sús-
anna son, sum hon og ma›-
urin, Óli, nevndu Hanus
Antoniussen Samuelsen.
Í hesum søguliga um-
hvørvinum í Húsavík vaks
hin lítli Hanus upp. Har
komu fólk á gátt, sum væl
dámdu at práta og siga frá.
Søguliga hendingar vór›u
tiknar fram. Tosa› var› um
fólk, sum undan vóru farin
og um tey, sum enn vóru
uppi á døgum. Fólk, bæ›i
úr bygdini og av bygd,
stukku inn á gólvi›, og
nógv var› spurt og fregna›,
kanska serliga tá avbygdar-
fólk kom á gátt. Av fólki,
sum stakk inn á gólvi›
minnist hann Janus undir
Leitinum í Húsavík og
Hans á Mølini í Skálavík
sum gó›ar frásøgumenn.
Hin ungi Hanus hev›i
gó›an hug at læra og sat
undir tí, havt var› á máli.
Honum dámdi væl søgur-
nar, og serliga stuttligt helt
hann ta› vera, tá sagt var
frá ymsum fólki, sum hev›i
gjørt ta› ella ta›.
Ta› var ikki bara ta›,
grei›ir Hanus frá, at tey
søgdu frá, hvussu fólkini
vóru. Tey spældu hesi fólk-
ini. Hermdu eftir teimum.
Solei›is at skilja, at tey tos-
a›u sum hesi fólkini, sagt
var› frá.
»Á tann hátt metti eg
meg at kenna hesi fólkini,
sum langt sí›an vóru farin
hi›ani, men kortini tóktust
hava vitja› heima hjá okk-
um«, minnist Hanus í
Skumpitoft.
Gamalt umhvørvi
Ta› er helst eingin heilt ná-
greiniliga
frásøgn
um,
hva›ani
húsanavni›
»Skumpitoft« kemur, sigur
Hanus.
Gamalt er, grei›ir hann
frá, at har vóru gamlar toft-
ir á sta›num, i› mestsum
lógu sum órudd. Tær vór›u
so skumpa›ar saman og
brúktar sum stø›i at byggja
n‡ggj hús á. Hesi húsini
vór›u eftir hesum saman-
skumpa›u
leivdunum
nevnd »Í Skumpitoft.«
Mansnøvnini í húsinum
gingu upp á skift. Antinis
og Hanus hava teir iti›.
Hanusarnavni›
sigst
ganga heilt aftur til Hans
Tausen, danska trúbótar-
mannin, føddur í 1494.
Oldabbasonur
hansara,
Hans, var fa›ir at Nicolai
Hansen Tausen, i› kom úr
Noreg til Føroya fyri gó›-
um 300 árum sí›an og var
bartskeri og s‡sluma›ur.
Sonur hansara, Hanus, átti
vi› seinnu konu síni í Skál-
avík Antinis, i› bygdi
Skumpitoft fyri gó›um 200
árum sí›an. Abbasonur
Hanusar, sum eisini eitur
Hanus, er fimtanda ættarli›
frá Hans Tausen og tann átt-
andi Hanus í rø›ini.
Antinis navni› fall burtur
ímillum, tá abbi Hanusar,
sum eisini æt Hanus, bert
fekk eina dóttur, sum nevnd
var› Súsanna. Hon giftist
Óla á M‡rini, og tey búsett-
ust í Skumpitoft. Tilkomin
fingu tey son, sum Óli vildi
skuldi bera gamla navni› í
húsinum. Sjálvur metti
hann seg sum tilfluttan.
Drongurin var› nevndur
Hanus og fekk gamla ættar-
navni› Anthoniussen, sum
millumnavn, og komu so-
lei›is bæ›i Hanus og Ant-
ines nøvnini at ver›a borin
ví›ari.
Hanus A. Samuelsen
grei›ir frá, at abbi hansara,
hin fyrr nevndi Hanus, vildi
var›veita tey fornminni,
sum vóru í Húsavík. Húsa-
vík er søgulig bygd, har
kanska mest Hústrúin hev-
ur veri› kend.
Upp gjøgnum tí›ina er so
falli› frá, og toftirnar hava
sta›i› eftir. Ikki hevur
Mentist í søgu og søgn
Hóast Hanus A. Samuelsen
var› borin til ognarjør› í
Húsavík, var hugurin til
skúla og bók størri enn hug-
urin til jør›ina. Hanus gjørd-
ist skúlama›ur burturav, og
hevur nú starvast 40 ár vi ›
Føroya Studentaskúla
Mynd: Edvard Joensen
Fa›ir Hanusar, Óli í
Skumpitoft, tjørar húsini í
Skumpitoft í 1973
Mynd: Edvard Joensen
byggitilfar veri› ta›, mest
hevur veri› til av í Føroym,
so fólk hava brúkt aftur
slíkt, sum hevur veri› vi›
hondina. Solei›is hevur
eisini veri› vi› toftunum í
Húsavík.
Abbin, Hanus í Skumpi-
toft, tann sætti, vísti tó hes-
um fornminnum ans og
vir›ing og gjørdi nógv fyri
at var›veita tey. Hesin ans-
ur fór í arv til dóttur hans-
ara, Súsonnu í Skumpitoft,
sum mangur fer›ama›ur, i›
vitja›
hevur
Húsavík
seinnu helvt av tjúgundu
øld, hevur hitt.
Ta› er vist ikki nágreini-
liga sta›fest, hvussu gomul
bygd Húsavík er, sigur
Hanus. Í Føroyingasøgu er
Snæúlvur nevndur og í vi›-
merking sagdur at búgva í
Húsavík, so har man ein
tann elsta búsetingin í land-
inum vera.
Skjalfast er, at Gu›run
Sjúr›ardóttir, Hústrúin, var
har í 1403.
Um hana eru tvær sagnir,
sum eru heldur ólíkar. Onn-
ur er, at hon var olmussu-
genta úr Skúvoy, sum fann
gullhorni› hjá Sigmundi og
fyri ta› keypti sær ta jør›,
sum gjørdi hana til ríkastu
kvinnu um hesa lei›ir.
Hin søgnin, sum meira
livir í Húsavík, sigur hana
vera komna úr Noreg.
Og ta› passar betri vi›
tey skjøl, sum siga, at hon
var úr Bergen og giftist til
Húsavíkar. Rík hevur hon
veri› og átti jør› bæ›i í
Noreg og Hetlandi, sum
skjøl eisini prógva.
Hugurin var til bókina
Í Skumpitoft var ognarhús
og væl av jør› var til. So
miki›, at tá bar væl til at
liva av tí. Væntandi var,
sum natúrligt eisini var, at
Hanus skuldi taka vi› og
bera ví›ari.
Men heilt tí›liga var›
greitt, at hugur hansara var
til bókina heldur enn til
moldina.
Pápin var eisini bókahug-
a›ur, men hansara umstø›-
ur á ungum árum gjørdu, at
ikki var hugsandi um anna›
enn at vinna til lívsins upp-
ihald. Ikki vildi hann for›a
soninum í at lesa, og ta› er
so komi› túsundtals før-
oyskum
studentaskúla-
næmingum til gó›a hesi 40
árini, Hanus hevur undir-
víst á Føroya Stundenta-
skúla.
Løgi› er ta› kortini,
minnist Hanus. Tá hann
skuldi í skúla sjey ára gam-
al í september 1943, útsetti
hann. Hann bí›a›i til fyrsta
november. So ein dag aftr-
at, men fór tó at enda í
skúla nakrar mána›ar aft-
aná, at skúlagongdin átti at
veri› byrja›.
Í Húsavík vóru tveir
flokkar. Eldri og yngri
flokkur. So eftir sum næm-
ingurin var til, slapp hann
upp í eldra flokkin. Ein lær-
ari var at taka sær av bá›um
flokkunum.
Hóast hugurin at lesa var
gó›ur, var ikki ta› nógva av
lesna›i at fáa hendur á.
Onkuntí› hendi ta› seg, at
skúlin fekk bøkur til láns
frá landsbókasavninum, og
tær vór›u so lisnar vi› stór-
um áhuga. Naka› var í hús-
inum av avgomlum bókum,
sum til dømis Heims-
kringla á donskum. Og ta›
var› sjálvandi alt lisi›.
Tá Hanus seinni kom til
Havnar at ganga í skúla, og
fann útav, at eitt veruligt
bókasavn var, har bøkur
bara kundu lænast, fór hann
rættiliga at lesa.
Um hesa tí›ina fekk hann
eisini fyrstu bindini av
onkrum
uppslagsverki,
hann framvegis dagførir ár-
liga, grei›ir Hanus frá.
Ta› var nú ikki heilt van-
ligt tá í tí›ini, at gingi› var›
í skúla longri fram, sigur
Hanus. Ta› var ikki ein og
hvør, sum fór í skúla. Ta ›
var meira si›bundi›. Aka-
demikarabørn og so onkur
hendingur aftrat, sum hev›i
gó›ar peningaligar umstø›-
ur ella serliga gó›an hug.
Og ikki lá ta› solei›is í
kortunum heldur, at hann
skuldi
lesa
og
gerast
skúlama›ur burturav.
So hendi ta›, grei›ir
Hanus frá, at Árni Olsen,
fyrrverandi yvirlækni, sum
er giftur vi› systkinabarni
Hanusar, fór at tosa vi›
Thomas Nygaard, sum var
rektari á Føroya Studenta-
skúla, um at lata Hanus
sleppa á preliminerskúlan.
Árni helt, at ta› var skeivt,
at hesin evnagó›i drongur-
in ikki skuldi fáa n‡tt sínar
andaligu gávur.
Nygaard var lagaligur og
bey› honum at koma á
skúlan, hóast skúlaári› var
byrja›. Enn einafer› kom
Hanus ov seint í skúla.
Hann byrja›i ikki fyrr enn
eftir jól.
Tri›ja januar fór hann so
til Havnar. Og ta›, at koma
úr Húsavík til Havnar, var
ein rættiliga stór broyting í
lívinum, minnist Hanus.
Ta› er ikki lætt, sigur
hann, at koma solei›is inn í
ein flokk, sum framman-
undan er samansjó›a›ur.
Tú kemur fremmandur inn í
ein flokk, har fólkini longu
kenna hvønn annan. Tú
skalt inn um ein gar›, sum
hinir næmingarnir longu
hava la›a›.
Preliminerskúlin var tvey
ára skei›, sum kanska ser-
liga var ætla› bygdarbørn-
um, sum bert høvdu gingi›
í barnaskúla, grei›ir Hanus
frá. Í 1959 ver›ur hann
broyttur til realskúla, sum
var tr‡ára skei›.
At lesa var ta› heilt stóru
upplivilsi› hjá Hanusi,
minnist hann. Hann las alt,
sum var at lesa. Og ta›, at
hann bert gekk hálvtanna›
ár í preliminerskúlanum,
var eingin for›ing fyri at
sleppa ví›ari til studenta-
skúlan.
Hanus grei›ir frá, at hon-
um dámdi at kalla øll fak
líka væl. Ta› veri seg rokn-
ing, matematikk, fysikk,
søgu, mál og hvat nú var.
Og tá hann skuldi í student-
askúlan, kundi ta› mestsum
gera ta› sama, hvørja deild
hann fór á. Hann valdi
matematisku deild.
Hanus tók matematiskt
studentsprógv í 1956. Tey
vóru bara átta studentar ta›
ári›. Av teimum eru tveir
ikki meira á lívi.
Hanus vaks upp í søguríka umhvørvinum í
Húsavík. Á steinsettu túnunum, hann sum
smádrongur hevur runni› um, hava fólk sum
Hústrúin og Kálvur Lítli ivaleyst eisini fer›ast.
Húsini í Skumpitoft h.m.
Mynd: Edvard Joensen
Mó›ir Hanusar, Súsanna í
Skumpitoft, var fró›ar-
kvinna. Her situr hon vi ›
f‡rsta›in á Jógvansbreyt og
kar›ar fyri einum skúla-
flokki, sum vitja›i Húsavík í
1973
Mynd: Edvard Joensen