týsdagur 3. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 2 - 3. januar 2006
Árið í fjør var
sera skiftandi hjá
manningini umborð
á partrolaranum
Grímuri Kamban.
Seinna helvtin
royndist tó góð, og
tí eru góðar vónir
eisini fyri einum
hampiligum úrsliti í
hesum árinum. Men
so má upsaprísurin
ikki undir nøkrum
umstøðum fara niður
Fiskur
Snorri Brend
Vestara Bryggja: Framman
fyri ísfiskatrolaran ”Grímur
Kamban” er mikið virk
semi.
Á bryggjuni stendur ein
stórur tangabilur frá Statoil
og fyllir olju á. Aftanfyri
hann stendur ein annar tanga
bilur og bíðar eftir at sleppa
framat.
Ein annar bilur kemur
eisini framvið, har trolarin
liggur. Ein maður fer úr bilin
um og letur baklúkuna upp.
Hann fer síðani berandi við
nøkrum skuffum umborð, og
hvørs innihald skal nýtast,
um so bar á, at onkur av mann
ingini kemur til skaða.
Umborð á Grími – sum teir
kalla skipið - er eisini nógv
virksemi, bæði á dekkinum,
í maskinuni og ikki minst á
brúnni.
Menn koma umborð
fyri at fáa eitt lítið prát um
veður og fisk, og tað tykist
sum um teir eru spentir eftir,
hvussu hetta nýggja árið fer
at hilnast hjá teimum.
Trolarin hevur ligið við
bryggju nóg leingi, og er
tíðin komin hartil at farast
skal á nýggjan túr. Og tað
verður tað til einaferð í leypi
av degnum.
– Ja, vit fara avstað so
skjótt sum skipið er gjørt
klárt, sigur skiparin henda
túrin, Alvi Hjelm.
Grímur Kamban partrolar
við Kallsevni, og komu teir
aftur av seinasta túrinum
20. desember í fjør. Við
trolaranum eru vanliga sjey
mans.
Ójavnur fiskiskapur
Grímur Kamban hevur ligið
við bryggju síðani undan
jólum í fjør.
Enn hava teir ikki gjørt
endaliga upp fyri, hvussu
árið royndist hjá teimum.
Men - sum altíð, tá ein tosar
um fiskiskap - so kundi hann
verið munandi frægari.
Hesum er Alvi Hjelm eisini
púra samdur í. Hann er ein av
trimum skiparum við hesum
báðum partrolarunum.
– Skal man tosa um árið
í fjør, so royndist tað sera
ymiskt hjá okkum. Fyrra
helvtin var simpelthen so
ótrúliga vánalig.
– Men tú kanst væl held
ur ikki vænta annað, tá
upsaprísurin kom heilt niður
ímóti eini einstakari krónu
fyri kilo!, slær Alvi fast.
Hinvegin so royndist
seinni helmingur av 2005
heldur frægari. Og hetta gev
ur teimum eisini góðar vónir
fyri komandi árið.
– Prísurin á upsanum er á
veg uppeftir. Og verður fiski
skapurin eisini góður, so
kann árið gerast nøkurlunda,
sigur Alvi.
Fleiri av manningini eru
eisini á brúnni hesa løtuna,
meðan vit hitta Alva. Og teir
nikka samtykkjandi til hesa
seinastu útsøgn hansara.
Spennandi arbeiði
Alvi Hjelm hevur verið við
Grími hetta seinasta hálvt
triðja árið. Og tað dámar
honum væl.
Tað kann fyri mong tykjast
at vera eitt einstáttað arbeiði,
men tá ein er við partrolara
so gloymir ein alt um tað.
– Jú, tað er altíð spennandi
at vera við einum partolara.
Serliga tá illveður er!, sigur
hann.
Hetta krevur sum vera
man eina frágreiðing, tí hjá
fólki flest er tað helst so,
at illveður og sjógvur ikki
júst eru tað, sum fólk tengja
saman.
Frágreiðingin er hon, at tá
ein er við partrolara er neyð
ugt at tveita línurnar millum
bæði skipini á opnum havi,
tá alt rundan um kanska
stendur í einum andarisi.
– Tað sær kanska drápiligt
út, tá trolararnir liggja so tætt
saman, og teir fara upp og
niður bara nakrar fáar metrar
frá hvørjum øðrum.
– Tá er skjótt at hárini
reisast, tá tað gerst ov tætt
ímillum. Men við forsiktig
heit, so gongur tað, sigur
Alvi.
Soleiðis er lívið umborð,
og tað fær helst ikki verðið
øðrvísi.
Stuttir túrar
Síðani Alvi kom umborð
á Grímur Kamban hevur
manningin verið at kalla
tann sama.
Túrarnir eru ikki so langir,
millum 5 og 10 dagar. Teir
fara ongatíð uppum 10 dag
ar.
Seinasta túrin undan jólum
vóru teir bert úti í fýra dagar,
og komu tá inn við veiðuni
fýra dagar fyri jól.
Hvussu langur hesin fyrsti
túrurin í nýggja árinum verð
ur, dugir Alvi ikki at meta
um.
So skal ein ganga eftir hes
um, kann hugsast at Grímur
Kamban kemur inn aftur við
veiðu síni í næstu viku.
Leggja til brots við góðum treysti
Navn: Grímur Kamban (fram til 2002: Nökkvi (Ísland)
Bygdur: Akureyri 1987
Eigari: P/f Research, Havn
Útgerðarmaður: Aksel E. Hansen, Havn
Skipaslag: Ísfiskatrolari
Mát: Breidd 8,10 m. og dýpd 6,25 m.
BRT: 283
Manningatal: 8 (14 koyggjur)
FAKTA
Alvi Egholm er ein av trimum skiparum
umborð á Grímuri Kamban sum partrolar
við Kallsevni. Teir fara til fiskiskap í dag
Mynd: Jens Kr. Vang
Fiskiskapurin hevur verið ójavnur í fjør.
Seinna helvtin av 2005 royndist kortini betri,
og tí eru hampiligar vónir fyri hetta árið
Mynd: Jens Kr. Vang