Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Torleif Sigurðsson, reiðari, er ikki samd­ ur við tingmenn í sínum egna flokki, sum eru fyri at áseta eina tilfeingisrentu sum almant avgjald fyri fiskidagar. – Vit skulu ansa ógvuliga væl eftir, at alt ikki endar í einum ellibita – og í ringasta føri í einum ruðulleika, sigur hann Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Skulu reiðaríir gjalda eina tilfeingisrentu, sum til­samans er einar 350.000 mil­jónir krónur um árið, sum frammi hevur verið, kann tað skjótt gerast ein ruðu­­­leiki fyri føroyska fiski­ skipa­vinnu. Tað er ikki rætt at avvísa øllum nýggjum hug­skotum, men í hesum før­inum vil eg staðiliga mæla til, at málið um eina tilfeingisrentu verður bæði væl og virðiliga umhugsað, um tað yvirhøvur skal líkjast nøkrum. Hetta sigur Torleif Sigurðs­ son, reiðari, sum eisini er býráðslimur í Klaksvík fyri Javnaðarflokkin. - Hugskotið um eina til­ feingisrentu er sum aðrir bóltar, ið tveittir verða upp í loft. Summir bresta har uppi; aðrir koma niðuraftur og verða til okkurt – gott ella minni gott. ”Reyð” tøl Torleif vísir á, at tað altíð fer at ganga upp og niður í fiskivinnuni, og tá ið tað gongur ímóti, fara nógv skip at hava ”reyð” tøl á niðastu linju, sum hann tekur til. - Tí ivist eg stórliga í, um eitt tilfeingisgjald verður gagn­ligt fyri fiskiflotan. Tað verður tað í hvussu er ikki, um hetta viðvirkar til, at ein partur av flotanum fer av knóranum. Reiðarin vísir á, at tíð­in krevur, at vit hava barna­garð­ ar, skúlar, stovnar til eldri og sjúk – og vit skulu eisini hava mentan og sosial tiltøk av ymiskum slagi. - Men vinnan má so avgjørt ikki vera nakað, sum man bara skal av við, tí tá verður ikki væl vorðið við øllum tí, sum samfelagið krevur, sigur Torleif Sigurðsson. Keyptir fiskidagar - Tað eru fá skip, sum kunnu liva við teimum fiskidøgum, sum fiskidagaskipanin til­ lutar. Tí noyðast reiðaríir at keypa sær fiskidagar – ella skip - fyri nógvan pening fyri at fáa eyka fiskidagar. Hetta eru tískil ikki dagar, sum reiðaríir hava fingið frá landinum fyri einki. Hvussu verður við hesum døgum, um myndugleikarnir fara at krevja eina tilfeingisrentu – og verða hesir dagar tá tiknir aftur? spyr reiðarin. Torleif vísir á, at síðan fiski­dagaskipanin varð dag­ førd seinast, er ikki loyvt long­ur at selja og keypa dag­ar millum ymisku skipa­ bólkarnar. - Tí noyðast vit, sum hava línuskip og hava brúk fyri eyka fiskidøgum, at keypa dagarnar frá øðrum línu­bát­ um, sigur hann. Reiðarin vísir á, at fiski­ dagaskipanin hevur verið ein ”jungla”, og tí er neyðugt, at slíkar prinsipiellar broyt­ ingar, sum ein møgulig til­­feing­is­renta er, mugu um­hugs­ast ógvu­liga væl. - Vit sleppa ongantíð und­an tillagingum og hug­ burðsbroytingum, men enda­ málið við broytingum má vera, at tær eru til tað betra fyri samfelagið. Óvirkaður fiskur Torleif Sigurðsson vísir á ta øsing, sum hann rópar tað, ið hevur verið um útflutning av feskum óvirkaðum fiski. - Eg haldi, at hesi tíðindi hava verið í so einvís og hava fingið ov nógv pláss í fjølmiðlunum. Tað, sum sagt hevur verið, hevur tískil av mongum verið hildið at verið einasti sannleikin. Men tað haldi eg er ein rong mynd av veruleikanum. Reiðarin vísir á, at so gott Fiskimaðurin bløðir fyri, at v 16 Nr. 2 - 3. januar 2006 - Eg haldi, at tíðindini í fjølmiðlunum um útflutningin av feskum óvirkaðum fiski eru ov einvís, sigur Torleif Sigurðsson, reiðari Tað er ivaleyst heldur sjáldamt at síggja eitt skip til sølu á einum pela, men hetta hava so Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum eiga skipið, valt at gera Skipasøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun ringdi ein lesari til Sosialin, sum visti at siga, at línuskipið, Fugltúgvan, sum P/F Torvanes á Eiði eigur, er lýst til sølu. Plaseringin av hesi lýsing er heldur øðrvísi enn aðrar lýsingar av slíkum slagi. - Skipið er nevniliga lýst til sølu á einum pela á Vaglinum á Eiði, tey rópa. Lesarin, sum hevur síni áhugamál í fiskivinnuni, visti at siga, at skipið ikki er lýst til sølu aðrastaðni. - Eg havi kannað hetta, og skipið er í aðrar mátar ikki lýst, sigur hann. Tað eru Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum eiga hvør síni 50% í felagnum, sum eigur skipið - Eg haldi tað vera undar­ ligt, at Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið lýsa eitt skip, sum helst er vert einar 12 miljónir krónur, til sølu á einum pela – og bara á einum pela. Tí helt eg, at almenningurin eigur at fáa høvi at frætta um ætlaðu søl­ una, sigur hann. Tað hevur annars gingið rímiliga væl hjá Fugltúgvuni, sum við sínum 18 árum á baki telist millum nýggjaru línuskipini í flotanum. Skipið hevur ligið í ovara enda millum onnur línuskip í fleiri ár. Sosialurin ringdi um mid­dagsleitið í dag til Dánj­al Jákup Vilhelm, út­gerðarmann, fyri at fáa hann at siga okkum, hví felagið hevur valt at lýsa Fugltúgvuna til sølu á henda hátt, men Dánjal Jákup hevur onga viðmerking til málið. Hann váttar tó, at skipið er lýst til sølu á einum pela, sum keldan hjá okkum sig­ ur. Fugltúgvan er bygd í Strand­by í Danmark í 1988 úr stáli, og maskinan er ein Callesen Diesel, 575 hk. Fugltúgvan til sølu á einum pela á Eið