Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2006 15 UTTAN ÚR HEIMI Óvanligur arbeiðssteðgur í Kina Umleið hundrað tíðindafólk hjá tí væl umtókta kinesiska dagblaðnum Beijing News løgdu arbeiðið niður í morgun fyri at mótmæla, at tríggir leiðarar á tíðindadeildini hava fingið sekkin. Beijing News, sum kom út á fyrsta sinni fyri tveim­ um árum síðani, hevur vakt ans, tí hóast strangt al­ment eftirlit við fjølmiðlunum hevur blaðið havt nógv­ar atfinningarsamar og ágangandi greinir um ym­isk viðurskifti. Blaðið hevur fleiri ferðir vent sær ímóti myndugleikunum og hevur prentað myndir, sum myndugleikarnir als ikki hava verið fegnir um. Herfyri vildu eigararnir ikki góðtaka meiri, og tríggir leiðarar á tíðindadeildini fingu sekkin, men tá hóvar als ikki tíðindafólkunum, sum tí løgdu arbeiðið niður í morgun. AP skrivar úr Beijing, at slíkir arbeiðssteðgir eru sera sjáldsamir í Kina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at leiðarar á Beijing News hava fingið sekkin. Tað hendi eisini í fjør, og tá skuldsettu myndugleikarnir leiðaran fyri svik. Hann varð kortini latin leysur stutt eftir, tí eingi prógv vóru í málinum. Bretar sum amerikanarar Í mong ár hevur tað verið vanligt í USA at draga myndug­ leikar og onnur í rættin fyri bæði líkt og ólíkt, og nú hendir tað sama í Bretlandi. Nú um dagarnar stevndi ein maður kommununi. Maðurin greiddi frá, at hann hevði gjørt í buksurnar, tí tað einasta wc-ið á bussstøðini var stongt, og nú kravdi hann at fáa einar nýggjar buksur frá tí almenna. Hetta er bara eitt av fleiri túsund slíkum málum, sigur BBC. Í einum øðrum føri stevndi ein ruddingarmaður kommununi, tí hann segði seg hava fingið ein skelk, tá hann ein dagin fann eina deyða kettu í einari ruskposa. Eitt annað sømi var eitt mál, har ein tjóvur vildi hava endurgjald, tí hann var dottin í einum trappum, og í einum fjórða føri legði ein maður sak ímóti fleiri kommunum og erkabiskuppinum í Canterbury vegna øll tey heimleysu í Bretlandi. Bretsku tryggingarfeløgini siga, at slík mál eru órógvandi fyri tey veruligu málini, har fólk kunnu krevja endurgjald frá tí almenna. Ikki bara ein gamal bilur Tveir menn í Oslo fingu nú um dagarnar ávikavist fimm og níggju ára fongsul fyri at hava roynt at smugla rúsevni til Noregs á ein heldur óvanligan hátt. Menninir høvdu keypt ein gamlan Saab í Belgia, men tá bilurin kom við farmaskipinum til Drammen, fóru tollararnir at kanna hann. Tað vísti seg, at seks kilo av kokaini, 18.000 ecstasy-tablettir og trý kilo av hasji vóru fjald í teimum báðum fremru skermunum. Menninir søgdu seg einki vita um rúsevnið, men rætturin trúði teimum ikki. Tann 30 ára gamli høvuðsmaðurin aftan fyri smuglingarroyndina fekk níggju ára fongsul og hin, sum er 30 ára gamal, fekk fimm ár. Síðhærdur indari Tað er alment kent, at nógv fólk av indiskum uppruna hava góðan hárvøkstur, og tað hevur tann 50 ára gamli Sabjibhai Radhwa eisini prógvað væl og virðiliga. Hann hevur ikki verið hjá hárskera, síðani hann var tíggju ára gamal, og nú er hárið vorðið 13 metrar langt, skrivar AP. Tað ger, at hann kemur í metbókina hjá Guinness, tí hár hansara er meiri enn tvær ferðir so langt sum tað hjá honum, ið eigur gamla metið. Tað var ein teilendingur. Tann síðhærdi indarin sigur við AP, at hann vaskar hárið eina ferð um vikuna, og at hann brúkar ein hálvan litur av olju hvørja ferð. Heimsins nýggju undurverk skulu veljast Ætlanin er at velja sjey av heimsins undurverkum burtur úr teimum 21 uppskotunum, sum nú eru eftir. Ætlanin er at velja sjey av heimsins und­ urverkum burt­ur úr teimum 21 upp­ skotunum, sum nú eru eftir Undurverk Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri seks árum síðani mælti felagsskapurin The New 7 Wonders Foundation serkønum og leikfólki til at velja sjey undurverk, sum eru skapt av mannahond. Tað var sveisiski ævintýrarin Bernard Weber, sum tók stig til valið. Á nýggjárinum hevði fel­ agsskapurin fingið 77 uppskot, og burtur úr teimum hevur ein serkøn nevnd valt 21. Nú verður so atkvøtt um tey, og 1. januar næsta ár verður so kunngjørt, hvørji sjey hava fingið flestar at­kvøður. Í árinum 200 fyri Kristi føðing valdi Philon í Byzantium tey sjey „gomlu“ undurverkini. Tey vóru øll á leiðunum við Miðjarðarhavið, men í dag er Giza-pyramidan í Egyptalandi tað einasta, sum stendur eftir. Hon er eisini í uppskoti nú. Tey 21 uppskotini, sum atkvøðast skal um hetta til nýggjárs, eru: Akropolis í Athen, Alhambra í Spania, Angor í Kambodja, Chic­hen Itza í Meksiko, Jesus-standmyndin í Rio de Janeiro, Colosseum í Italia, standmyndirnar á Páskaoyggjunum, Eiffeltornið í París, Kinesiski múrurin, Haia Sphia í Turkalandi, Kyomizu-templið í Japan, Kreml í Moskva, Pachu Picchu í Peru, Neuschwanstein-borgin í Týsklandi, Petra í Jordan, Giza-pyramidan í Egyptalandi, Frælsisgudinnan í New York, Stonehenge í Bretlandi, Operahúsið í Sidney, Taj Mahal í India og Timbuktu í Mali. Heimsins nýggju undurverk skulu veljast Gasskreppan, sum hevur tikið seg upp ímillum Russland og Ukraina, vísir, at Evropa noyðist at tryggja seg betur á orkuøkinum Orka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Avgerðin hjá russum at steðga gassinum til Ukraina hevur havt við sær, at fleiri lond í Evropa fáa minni gass úr Russlandi enn framm­anundan, og tað hevur longu fingið politikarar og onnur at tosa um at útbyggja aðrar orkukeldur. Brian Wilson, sum fyrr hevur verið bretskur orkumálaráðharri, segði við The Guradian í gjár, at Bretland hevur ikki annað í at velja enn at útbyggja kjarnorkuna. Hann vísti á, at um nøkur fá ár fáa bretar tað mesta gassið úr Noregi, Russlandi og Miðeystri, men at tað er tryggari at útbyggja egna orku. Stjórnin hjá Tony Blair hevur boðað frá, at hon fer at kona við einum orkuáliti um stutta tíð, og sambært The Guardian bendir alt á, at hon fer at mæla til at útbyggja kjarnorkuverkini. Týskland er tað landið í Evropa, sum keypir mest gass úr Russlandi, og krepp­ an ímillum Russland og Ukraina kemur týskarunum illa við. Michael Glos, orku­ málaráðharri, sigur við Der Spiegel, at Týskland noyðist at leggja størri dent á egna orku, og at talan var vera um kol og kjarnorku. Týska stjórnin fer tó helst at bíða eftir einari orkufrágreiðing, sum ES fer at kunngera um tveir mánaðir. Andris Piebalgs, kommiserur í orkumálum, hevur longu sagt, at kjarn­orka verður ein av teimum týdningarmestu orkukeldunum hjá ES í framtíðini. Orsøkin til kreppuna ímillum Russland og Ukraina er, at russiska gassfelagið Gazprom vil hava ukrainar at gjalda marknaðarprís fyri gassið, sum er fleiri ferðir tað, sum Ukraina higartil hevur goldið. ES og USA taka undir við kravinum hjá Gazprom, men tey halda kortini, at partarnir eiga at finna eina tillagingarskipan, so prísvøksturin ikki verður so ógvusligur. Evropa noyðist at dúva upp á kjarnorku Á middegi væntaði týska løgreglan, at umleið 15 fólk høvdu latið lív, eftir at takið í einari ítróttarhøll í býnum Bad Reichenhall datt niður í gjárkvøldið. Tá vóru 10 funnin deyð, og 25 høvdu fingið skaða. Myndugleikarnir siga, at takið hoyknaði undan tí nógva kavanum, sum kom niður í gjár Takið hoyknaði undan kavanum