týsdagur 3. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 2 - 3. januar 2006
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll fyri sýnda samkenslu
tá elskaði maður, pápi, sonur, bróðir, svágur, verpápi
og versonur
Dánjal Sjúrður Ennistíg
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Terja og Siggu, sum sótu hjá mær ta náttina.
Tøkk til tykkum, sum vitjaðu, ringdu,
sendu brævheilsanir og gávur til mín.
Tøkk til Poul Færø, Símun Absalonsen, Eyðun Elttør
og Heina á Marknagili fyri troystarrík orð í kapellinum,
Betesda og á grøvini.
Tøkk til Eyðfinn Reyðberg og Jákup Mikkelsen fyri bøn.
Tøkk til Britu á Váli og Torkil Mørkøre
fyri vakran sang og spæl.
Tøkk til berarar. Tøkk til Jonu Nielsen og Ester
Mikkelsen fyri hjálp og umsorgan. Tøkk til tykkum øll,
sum bakaðu og hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til børnini.
Hjartans tøkk øll somul, sum á ymiskan hátt
mintust hann og fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Má Harrin signa tykkum øll.
Familjunnar vegna
Marjun, Sólvá og Magnus
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Prógv
13. desember 2005 fekk Allan Weihe, Tórshavn, prógv
sum byggifrøðingur á Københavns Erhvervsakademi.
Góði Flokslærari!
Tað er ikki lætt at seta seg niður at
skriva minningarorð um teg. Hetta
er alt ov tíðliga og óveruligt fyri okk
um. Sjálvt um tú ikki longur vart ein
partur av okkara gerandisdegi, so
hevur tú altíð á ein ella annan hátt
fylgt okkum.
Tú vart flokslærari hjá okkum øll
árini í fólkaskúlanum, og er hetta
fyrstu ferð, at vit eru saman aftur
síðani 10. flokk. Hvør skuldi trúð, at
tað skuldi verða tín jarðarferð, sum
savnaði okkum hesuferð.
Men tað hevur altíð verið tín leik
lutur; hetta at fáa okkum næmingar
at savnast. Vit vóru ein buldraligur
og stórur flokkur, og mangan vóru
lærararnir við at gerast svakir av
okkara larmi og fjasi. Men tú hevði
breiðan rygg, og dugdi at taka alt
grenjið fyri okkum. Tú skilti okkum,
bæði sum børn og ungdóm, og tú
fekst okkum aftur á beina kós.
Eingin kann seta spurnartekin við
alla fakligu vitanina, tú hevur givið
okkum. Í dag eru vit farin víðari í
hvør sína ætt, men barlastuna til
at læra fingu vit frá tær. Hetta er
nakað, ið ein góður lærari eigur at
geva sínum næmingum.
Men tú vart so nógv meira enn
bara ein góður lærari. Tú vart sum
ein eyka babba; ein vegleiðari og ein
fyrimynd. Vit vistu, at vit altíð kundi
koma til tín - eisini aftaná vanliga
skúlatíð. Tú vísti umsorgan og áhuga
fyri okkum sum menniskju, og tú
lærdi okkum at verða góð við hvønn
annan.
Næstrakærleiki var tín stóri egin
leiki, og hetta gavst tú víðari til okk
um.
Vit minnast allar túrarnar, tú skip
aði fyri. Dagarnir í Hattarvík og á
Kirkju góvu eitt serstakt samanhald
í flokkinum. Vit vóru 12-13 ára gom
ul, og tú hevði títt stríð við at fáa
onkran lærara at koma við tær. Men
tað gekk, og um kvøldið kókaði tú
pylsir til okkum. At maturin ikki
gagnaðist okkum so øgiliga væl er
ein onnur søga. Tað munnu vera fá,
ið dáma kaldar og ráar pylsur.
Næturnar vóru eisini stuttligar.
Vit høvdu sníkt okkum upp mitt um
náttina, og royndu at goyma okkum
fyri tær. Men tú vart ein stórur mað
ur, og trappurnar gamlar og slitnar.
So tær knirkaðu og brakaðu, tá tú
listiliga kom upp á loftið og ætlaði
at skelda.
Onkuntíð kundi tú gerast ræðuliga
illur og skelda nógv - men tá hevur
orsøkin eisini verið góð. Tað var ikki
altíð lætt at hava tamarhald á okk
um, og í dag minnast vit teg fyri títt
tolsemi, tín kærleika og tína serligu
umsorgan.
Tú setti punktum á okkara tíð í
fólkaskúlanum við eini rimmar
danmarksferð. Eingin lærari vildi
koma við okkum, men tað helt
ikki tær aftur og vit fóru avstað við
bara einum lærara. Tú hevði álit á
okkum tannáringum, og vit sloppu
at stuttleika okkum sum tannáringar
nú einaferð gera. Tann ferðin verður
ongantíð gloymd.
Nøkur ár eru farin síðani fólka
skúlan, og vit eru øll farin í hvør
sína ætt. Upprunin er tó tann sami,
og har liggur tín stóri leiklutur væl
goymdur í okkara hjørtum. Vit
síggja tað eisini, tá vit hitta hvønn
annan. Skrivingarlagið hjá okkum
líkist, og tosingarlagið er jaligt
og ber brá av góðum kunnleika í
føroysku mállæruni. Hetta legði tú
sum lærari stóran dent á. Vit skuldu
duga at tosa og skrivað rætt føroyskt,
og handskriftin skuldi verða vøkur
og góð at lesa.
Góðu minnini eftir teg eru ótelj
andi, og trupult er at seta orð á týdn
ingin, tú hevur havt fyri okkum.
Og hóast tú ikki longur ert her, so
liggja minnini væl vard í hjørtum
okkara.
Tankarnir leita sær eisini til Magn
us, Sólvu, Marjun og foreldur tíni,
sum nú mugu liva víðari uttan teg;
má Jesus Pápin seta einglar sínar hjá
tykkum og styrkja tykkum í sorg og
sakni tykkara.
Hvíl í friði, Góði Dánjal...
Árgangur 1988-1998
Skúlin við Ósánna:
Annika, Frida, Jórun, Sóley,
Súsanna, Jóhanna Kristina, Katrin
A., Katrin P., Lillian, Heidi, Rósa,
Durita, Ragnhild, Anker, Rógvi
S., Rógvi Ø., Byrger, Joen David,
Helgi, Kim, Martin, Torbjørn,
John og Dávur.
Minningarorð um Dánjal S. Ennistíg
10. juni 1956 - 30. oktober 2005
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum gleddu
okkum á gullbrúðleypsdegnum 4. des.
Tøkk fyri gávur, blómur og fjarrit.
Ein serlig tøkk til øll tykkum,
sum hjálptu til.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og
Guds signing í tí nýggja árinum.
Bestu heilsanir
Karla og Elias Olsen, Rituvík