týsdagur 3. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Óli Jóhan Samuelsen
í Vági andaðist á Suður
oyar sjúkrahúsi 2. januar,
79 ára gamal.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Hilmar
Heinesen,
Tórshavn, andaðist leyg
ardagin 31. desember,
61 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum
hósdagin klokkan 13.
Beinir Holm, Tvøroyri,
andaðist nýggjársaftan,
76 ára gamal.
Kistan fer úr kapellin
um á Suðuroyar Sjúkra
húsi mikudagin klokkan
18.00.
Jarðarferðin verður
úr Tvøroyrar kirkju hós
dagin klokkan 13.00.
Kistan við Aslaj Niel
sen í Sandavági fer av
ellisheiminum í Miðvági
mánakvøldið klokkan 18
í Sandavágs kirkju.
Jarðarferðin verður
úr Sandavágs kirkju týs
dagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Aslaj, kunnu lata Ellis
heiminum í Vágum eina
gávu, konto í Føroya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma
og omma
Elly Bláhamar
Vestmanna
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólki á B6 og G1, prestar, berarar,
sangarar og tykkum, sum hjálptu til við ervinum
og øll sum vóru og fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað á foldum.
Hjartaliga tøkk øll somul, við ynskjum um eitt av
Harranum signað nýggjár.
Anfinn, Fríðálvur og Anna Maria
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæra mamma, vermamma, omma og langomma
Sofía Molaug
fødd Wardum, ættað úr Tórshavn
andaðist á Vågedalen sykehjem, Hinna, Stavanger,
31. desember 2005, 93 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Stavanger krematorium
fríggjadagin 6. januar 2006 kl. 12.30.
Familjunnar vegna
Elin
Dagurin í morgin
4. januar. Metusalem,
sonur Enoks. Hann
gjørdist 969 ár (1. Mós.,
5,25-27).
Annan jóladag fekk eg boðini um,
at mín góði vinur Hentzar hevði sett
segl til heimferð, sum vit plagdu
at taka til fyrr í tíðini. Nú hann
andaðist, var hann 92 ára gamal.
Vit komu at kennast fyri 17 árum
síðani. Tað kom soleiðis fyri, at eg
fór suður til Vágs á samfelagsmøti
á hvítusunnu í 1988. Eg hevði ikki
vissað mær nakað innivist, áðrenn
eg fór suður. Ikki tí, tað stúrdi eg
ikki fyri at tað fór at vera nakar
trupulleiki. Sum vant byrjaðu møtini
við bønarmøti. Tá ið møti var liðugt,
var boðað frá at um onkur ikki visti
sær nakra staðni at búgva, at steðga
á í gongini. Tá var tað onkur nevndi
at Hentzar er her, hann er altíð klárur
at taka ímóti einum gesti, soleiðis
kom okkara vinarband í lag. Eg var
hjartaliga vælkomin at búgva hjá
honum. Hentzar var tá einsamallur
í húsi, konan var stutt framman
undan deyð, so tað var ein ógvuliga
stórur saknur hjá honum, at hon so
brádliga var tikin burtur. Annars áttu
tey børn í Vági, sum hjálptu, tá ið
á stóð, serliga dótturin Elitha, sum
búði í Vági.
Hentzar og konan Edith vóru bæði
ættað úr Sandvík, men vóru flutt til
Vágs fyri mongum árum síðani.
Hentzar var sjómaður og hevði
eisini siglt sum skipari við »Albert
Wictor« og »Johannu«. Hann hevði
eisini siglt við »Norðfarinum«, tað
var har umborð at spírin varð lagdur
til sítt umvendilsi, fortaldi hann fyri
mær. Hann skrivaði í bløðunum um
sítt umvendilsi, og táið hann læt
seg doypa, so hann setti ikki ljósið
undir skeppumálið, men vildi vitna
frítt um sín Harra og Frelsara fyri
almenninginum. Seinast eg hevði
samband við Hentzar var í juli
mánað, tá ið eg var suðuri í Vági
í gullbrúdleypi hjá okkara góðu
vinum Ásu og Róald. Tá búði eg hjá
Hentzar, men tá var hann viknaður
og mest seingjarliggjandi, men
var klárur at tosa við og glaður í
Harranum. Seinastu tíðina hevur
hann búð á Sambýlinum í Vági.
Til seinast vil eg takka tykkum
børnunum hjá Hentzar og Edith,
at eg kom at kenna tykkum eisini,
og serliga Jeanetta og Elithu, sum
eg kenni best, at Harrin má verða
hjá tykkum. Saknurin verður, men
vit eiga eina livandi vón (1. Tess.
4,13-15).
Eg heilsi tykkum við hesum sangi
úr GFS. nr. 702.
Skjótt skal ljóða sigursongur,
heima hjá tær, eingin skilnaður er
longur
heima hjá tær, eingin sorg skal
brósti tvinga
eingin freisting hjarta stinga
prís Guds lambið
ævigt klinga, heima hjá tær.
R. J.
Minningarorð um
Hentzar Joensen, Vágur
f. 17. juni 1913 - d. 26. desember 2005
Lýsið
við
brúktum
bilum