Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 2 - 3. januar 2006 VIÐMERKINGAR Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn Nú fór 2005 í Harrans hend­ ur. Eitt hendingaríkt ár í so mangar mátar. Eisini í komm­unu­politikki í Havn. Vit í tjóðveldisflokkinum satsaðu upp á at koma í sam­ gongu í landsins leiðandi kommunu hesa setuna. Vit høvdu eitt rimmarval í november 2004 og fingu fýra mandat – eitt meiri enn seinast og tvey fleiri enn næst­seinast. Okkara andstøðu­politikk­ ur og okkara boð upp á fram­ tíðina fingu undirtøku frá fólk­inum, og tað løgdu vit doyðin á at umseta til veru­ ligan politikk, sum einans ber til í samgongu. Vit kastaðu saman við javn­aðarflokkinum, sum fekk tvey umboð vald, og ein­ um sambandsmanni, sum var fyrst valdur á sam­bands­ listanum, men ikki fekk hini sambandsfólkini við sær. Hetta er ein rímilig sam­ anseting. Vit eru rættiliga samd um høvuðslinjurnar í býráðspolitikkinum. Sjálv­ andi hava vit trilvað eitt sind­ur hesa fyrstu tíð­ina, tí meginparturin av okk­um hevur ikki verið í bý­ráðs­sam­ gongu áður. Men nú fyrsta árið er far­ ið, er heildarmynstrið farið at tekna seg, og líkt er til, at okkum hevur eydnast at styrkja grundarlagið undir kommunalu tænastuni. Tað skuldi komið allari komm­un­ uni til góðar sum frálíður. Hava styrkt fyrisitingina Fyrisitingarliga førleikanum tóktist at vanta nakað, tá vit tóku við. Vit hava styrkt fyri­sitingina við neyðugum klíp­um í hesum árinum, sum farið er, og fara at styrkja hana upp aftur meir til tess, at hon kann tæna borg­ar­un­ um optimalt. Vit løgdu fyri við at seta ein løgfrøðing inn í fyri­sit­ ingina. Seinasta seta hevði víst, at hetta var neyð­ugt. Kommunan stóð í heil­um til spanking hjá kommu­nala eftirlitinum og løg­ting­sins umboðsmanni og øðr­um, tí framferðin var ov skrumbl­ ut. Longu 1. apríl sat løg­frøð­ ingurin í stólinum á stjórn­ arskrivstovuni. Tað gjørdi tað ikki verri, at vit fingu fatur á einum løgfrøðingi, sum í fleiri ár hevði sitið á kommunala eftirlitinum og sostatt longu frá byrjan var fullgreiður um, hvørji krøv verða sett til eina kommunu og hennara fyrisiting. Vit vildu eisini styrkja leiðslubygnaðin við at seta ein miðfyrisitingarstjóra, sum m.a. hevur starvsfólkamál og starvsfólkamenning undir sær. Eitt starv, sum hevði verið í bygnaðinum í fleiri ár, men ongantíð sett og sostatt røkt av øðrum saman við øðrum uppgávum. 20 umsóknir vóru til starv­ið. Úrslitið varð, at vit settu eina kvinnu við roynd­um úr almennari fyri­ sit­ing og á privata arbeiðs­ markn­aðinum. Stólurin var mannaður, tá gott hálvt ár var liðið av skeiðnum. Vinnulig átøk Nú standa vit fyri øðrum starvssetanum, sum hava til endamáls at styrkja okkara førleika at tæna borgarunum og vinnulívinum. Søkt er eftir tekniskum stjóra at samskipa tær stóru uppgávurnar, sum eru á tekniska økinum, har vit bæði hava tekniska deild við mongum undir­deild­ um, og byggideild og býar­ skipanardeild, somu­leiðis við fleiri undirdeildum. Hetta starv hevur verið ósett í eitt ár, meðan mett hevur verið um, hvør leiðin skuldi verða. Søkt er eftir einum sam­ skipara í vinnumálum fyri tvey ár. Høvuðsendamálið við hesum er at gera komm­ ununa betur føra fyri at tæna og ráðgeva teimum, sum fáast við vinnulív ella ætla sær at fara undir vinnulív í Tórshavnar kommunu. Okkara stevna er at með­ virka til at menna vinnulívið í allari kommununi. Í fyrsta lagi fara vit at kortleggja tað vinnulívið, sum er, og meta um, hvussu vit kunna dugna vinnuni og vinnuáhugaðum – alt kommununi og borg­ arunum at frama.. Vit ætla eisini at taka sam­an um teir møguleikar, sum ferðavinnan hevur í kommununi sum heild, og gera okkum greitt á hvønn hátt, kommunan kann stuðla upp undir eitt betri og samskipað ferðavinnutilboð, so hon verður eitt vældskipað og sjónligt bein at standa á.. Dynamiskur viðspælari Í aðrar mátar hendir ein um­skipan av umsitingini á mentanarøkinum. Nú verður skipað ein sjálvstøðug barna- og ungdómsdeild, sum burtur av skal taka sær av barna- og ungdómsmálum. Størsta málsøki í hesi deild er í løtuni barnaansingin, sum í kostnaði svarar til ein heilan fimting av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, so tað er greitt, at her ræður um at hava fingurin væl og virðiliga á pulsinum. Hetta er eisini røktin av okkara dýrasta fram­tíðar­til­ feingi, børnum og ungómi, ið krevur góða fyriskipan og dygga tilrættalegging. Í stóran mun verða fólk flutt úr øðrum deildum í hesa deild at manna hana. Á sosiala økinum verða umsitingarligar stillingar gjørd­ar í sambandi við, at kommunurnar hava fingið barnaverndarøkið sum máls­ øki frá landinum. Tað setir eisini kommununi krøv, at hóast vit ikki hava yvirtikið eldraøkið, so mugu vit í ein mun syrgja fyri teimum eldru, ið hava einhvønn tørv. Trýstið á kommunalu fyri­ sitingina er stórt. Málini, sum eru til viðgerðar dag og dagliga, eru hópin nógv, og kommunan leggur seg eftir at avgreiða tey sum best og skjótast. Kortini koma summi í drag – antin av politiskum iva ella av tí, at tey stoyta saman við lógir, reglur og aðrar ætlanir. Tí slepst ikki undan. Men málið er at hava dygga viðgerð eins og smidligar gongdir og avgreiðslur, so kommunan, heldur enn at enda í leiklutinum sum íhald og stoppklossi, er ein skilvísur dynamiskur við­ spæl­ari hjá borgarunum. Jenis av Rana Frásøgnin um Lot byrjar í 13. kapitli í Bíbliuni, tá tveir einglar av Himli koma á vitjan hjá Abraham- farbróðri Lot. Tað vísir seg, at teir eru á veg at finna Lot, sum tá búði í Býnum Sodoma. Um orsøkina til vitjan teirra siga Harrin Gud: … ”rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár. Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki - Eg vil hava tað at vita!” Eftir vitjanina hjá Ábraham, har teir m.a. geva lyftið um, at Ísak skal verða føddur, halda teir leiðina fram, fyri at finna Lot. Komnir til So­doma finna teir hann sit­ andi í býarportrinum , og blíðskapurin er stórur. Vit lesa, at tá Lot sá teir: ….. reistist hann og fór ímóti teimum, boygdi seg til jarðar og segði: “Harrar mínir! Kom­ ið inn hjá tænara tykkara og gistið her í nátt, og vaskið tykk­um um føturnar! Teir fóru tá inn hjá honum at gista; hann gjørdi teimum eina máltíð til og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu, men vit lesa víðari, at: …áðrenn teir vóru lagstir, tyrptist býfólkið - menninir í Sodoma - saman um húsið, bæði ungir og gamlir, alt fólk­ ið, hvør ein. Teir róptu á Lot og søgdu við hann: ”Hvar eru hasir menninir, ið komnir eru til tín í nátt? Kom út higar við teimum, so vit kunnu fáa vilja okkara við teimum!” Úrslitaleyst roynir Lot at verja menninar, fer út fyri dyr, læsir hurðina eftir sær fyri at verja teir vitjandi og biður bygdamenn sínar: … ” gerið tó einki ilt, brøður mínir! Eg havi tvær døtur, sum ikki vita av manni; eg skal koma við teimum út til tykkara; so kunnu tit gera við tær tað, ið tit hava hug til. Gerið bert ikki hesum monn­um nakað, við tað at teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!” Men alt til fánýtis, teir vísa bøn hansara frá sær við hes­ um orðum: …her er hesin eini maðurin komin at búgva sum fremm­ andur, og so skal hann altíð spæla dómari! Nú skulu vit fara verri við tær enn við teim­um!” Og teir gingu hart á mannin, Lot, og trongdu seg fram at durunum, at bróta tær upp. Men tá greip Gud inn. Vit lesa, at: …tá rættu menninir út hond­ ina, tóku Lot inn í húsið til sín og læstu dyrnar. Og fólk­ið, sum stóð uttan fyri dyrnar á húsinum, slógu teir við blindleika, bæði smáar og stórar, so teir funnu ikki dyrnar, hvussu teir so leit­ aðu. Tað, ið síðani hendi við So­doma og Gomorra, kenna vit óivað øll. Í skundi royndu einglanir at bjarga m.a. versynum Lots, men til fánýtis. Longu móti morgni, tá lýsti av degi, skundaðu teir undir Lot og søgdu: … ”reis teg, tak við tær konu tína og døtur tínar báðar, sum eru her, so tú ikki gongur til grundar gjøgnum alt tað illa, ið gjørt er her í býnum!” Sólin var undankomin í land­ i­n­um, táið Lot kom til Zoar. Og tá læt HARRIN regna sváv­ul og eld yvir Sodoma og Gomorra - frá HARRANUM, av himli. Hann oyddi hesar býir og all­an slættan og øll, ið búðu í býunum, og tað, ið á mark­ini vaks. Kærleiki Guds Frásøgnina um Sodoma og Gomorre boðar ein Gud, sum gjølla fylgir við Skaparverki sínum. Nágreiniliga visti Hann hvat fyrifórst í býunum báð­um- og tað píndi Hann. Men eins væl visti Hann um tey óseku, tey, ið píndust av tí vána lívsførslu, sum var góðtikin av hesum fólki. Í frásøgnini í kaptlinum 18, har einglanir vitja Ábraham, lesa vit , at Ábraham fær loyvi at biðja fyri Lot, fyri at spara býirnar báðar. Harrin er villugur at spara tey, og summir bíbliukønir meta at so kundi verið, um bert Abraham hevði verið meira áhaldandi í bønum sínum. Men so varð ikki, lívsførsla teirra kostaði teimum alt- bert hin rættvísi Lot, og døtur hansara, komust undan. Faðirkærleikin broytist ikki! Eins og tá vakir Gud yvir Skaparverki sínum. Í kær­ leika leingist Hann eftir sam­felagi við børn síni. Sum Hann vardi Lot, Ábraham og tey, ið valdu at liva við honum og ganga leiðir Hansara, so er í dag. Einki mark er fyri tí signing og trygd, tey kunnu njóta, sum velja at fylgjast við Honum. Hinvegin er lívið á egn­ um leiðum bæði ótrygt og vandamikið, og fer fyrr ella seinni at leiða til fall og sorg­ar­ leik. Fyri tí ferðini ræð­ur ein ikki sjálvur, men hann hvørs ætlan er, fyri at endurgeva Jesus:” at drepa, stjala og forkoma”. Hetta vísti Jesus á, áðrenn Hann á Krossinum vann á mótstøðumanninum og breyt vald hansara- fyri teg og meg. Forrættur okra er, at vit her og nú, við einfaldari áheit­an á Hann, kunnu broyta lívsleið, av vandakós á trygga grund, frá deyða til lív. Eitt ár í samgongu: Ein dynamiskur viðspælari Kennir tú frásøgnina um Lot? veitst tú ikki tað? www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað? um... ...er lisin -so ert tú við! i Lesið Sosialin