týsdagur 3. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2006
11
Leila Solmunde
Formaður í MBF
Nýggjársdag bar ÙF tíðindini,
at Ráðið fyri brekað hevur
fingið nýggjan formann, og
tillukku við valinum Barbara
á Tjaldrafløtti.
Sum formaður í MBF
og føddur limur í ráðnum,
gleðir tað meg at vit hava
fingið atkomuviðirskiftir á
dagsskrá, í eina virkisætlan,
sum Ráðið fyri brekað hevur
gjørt. Eina ætlan sum greitt
tilskilar, hvørji mál vit skulu
taka upp og royna at loysa,
og ikki minst hvussu vit
loysa tey.
At vit, sum eru rørslutarn
að í Føroyum, í áravís
hava víst á, at í Føroyum
eru atkomuviðurskiftini til
almennar og kommunalar
bygningar vánalig, og tá vit,
sum umboða MBF í ráðnum
vísti á hesi truplu viðurskifti,
sum hesi fólk virka undir,
tók ráðið fult undir við, at
seta hetta málið á dagsskrá
og fáa tað upp á hægsta polit
iska stig.
Tí er tað at gleðast um, at
ein ætlan liggur á økinum,
um hvussu vit kunnu loysa
henda trupulleika, og at
politiski myndugleikin er
kunnaður um, hvussu vit
vilja hava hesi viðurskiftir
lógarfest sum krav, tá nýggir
bygningar verða bygdir ella
tá tað almenna skal út at leiga
á privata marknaðinum. Mín
vón er, at vit í 2006 síggja
hesi viðurskiftir tryggjaði í
byggi- og býarskipanarlógini,
og ein eftirlitsmyndugleiki
verður settur í verk, sum
tryggjar at hesi krøv verða
yvirhildin.
Eitt sum eg kundi hugsa
mær at trivið eitt sindur í er
støðan á samferðsluøkinum.
Ongin ivi er um, at vit í
2006 fara at hoyra meiri
um tær ætlanir sum liggja á
tunnilsøkinum í Føroyum,
tí beint áðrenn tingið fór
til hús undan jólum, vóru
ikki minni enn tríggjar tunn
ilsætlanir samtyktar sum
langtíðarætlanir.
Í MBF fegnast vit um
teir báðar tunlarnar sum
hava avloyst og koma at
avloysa ferjurnar, sum ikki
vóru hóskandi fyri fólk við
brekið. Somuleiðis er tað
eitt framstig at Smyril og
Teistin eru í tí atkomuliga
hópinum, sum kann verða
til gang fyri øll fólk, og ikki
minst borgaran við breki.
Tíverri hoyra vit ikki so
nógv um, hvørjar ætlanir
eru á ferjusambandinum til
tær smærri oyggjarnar. Eg
sakni eina langtíðarætlan,
har man raðfestir hvørjar
ferjur skulu skiftast út
í komandi árum, so vit
kunnu fáa nútíðarhóskandi
ferjur, sum lúka tey krøv
allir borgarar hava í einum
nútíðarsamfelag, sum skal
verða eitt av heimsins
fremstu um 10 ár.
Vit kunnu taka eitt dømi,
um hvussu trupult tað er at
ferðast við teimum smáu
ferjunum. Um tú sum borg
ari í Nólsoy hevur eitt rørslu
brek, og skalt yvir fjørðin til
Havnar til arbeiðis, ørindir
ella hvat tú nú skalt til, mást
tú berast umborð á Rituna.
Tað er eisini komið fyri, at
fólk er heysa umborð við
krana. Hetta má sigast at
verða ein skelkandi uppliving
at møta, og ein niðurgerðing
av einum menniskja við
rørslubrekið, at tú eins og
farmur skal heysast umborð
í eina ferju. Tá tað eru slíkar
umstøður sum tú møtir, er
lættari at setast aftur. At hava
slíkan flutningsmøguleika í
2006, er slett ikki nøktandi
fyri fólk sum búgva í hesum
økinum.
Tað kundi verið hugaligt
fyri íbúgvarnar í útjaðaraøkj
unum at sæð eina ætlan yvir
hvørjar raðfestingar politiski
myndugleikin hevur gjørt
sær á samferðsluøkinum,
so tey sum hava trupulleika
at koma fram vegna vánaliga
atkomu, kundi avgjørt um
tað nú er vert at seta búgv í
oynni, ella um ein skal hugsa
um at flyta vegna vánaligu
atkomuviðurskiftini til hesar
ferjur, sum í dag er einasta
flutningsmøguleiki fyri hesar
íbúgvar. Somuleiðis eru buss
arnir hjá Bygdaleiðum ikki
serliga atkomuligir. Høg trin,
smala gongdir og trappur er
tann veruleiki sum fólk møta
tá tey koma í bussin. Hetta er
ikki bert trupult fyri fólk við
breki, men eisini fyri tey sum
eru frísk men hava okkurt at
bera, hava barnavogn o.s.fr.
Okkara vón er, at vit fara
at síggja eina ætlan á sam
ferðsluøkinum, har smáu
ferjurnar og bussarnir hjá
Bygdaleiðum taka atkomu
viðurskiftini fyri rørslutarnað
og onnur í størsta álvara
og sum ein menniskjarætt.
Tað sum er gott fyri fólk
við breki, er eisini gott fyri
onnur fólk sum ferðast runt
í samfelagnum. Tí koma
ábøtur øllum til góðar.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna
og heilsumálum sigur í
Sosialinum frá 30 des.
05, at ætlanin er í 2006 at
leggja eina virkisætlan fyri
brekað, hesum heilsa vit væl
komnum.
Í 2006 hevur MBF 25 ár á
baki, og koma vit í árinum at
taka upp ymisk viðurskiftir
sum vit ynskja politiska
myndugleikan at fremja, so
vit kunnu hava eitt samfelag
sum er fyri øll. Vit síggja
fram til eina virkisætlan á
økinum fyri fólk við brekið,
so vit vita hvussu langt er
til hvørt átakið, sum skal
fremjast. Við vón um eitt
gott samstarv og eitt ár har
borgarin í við breki kann
føla at hansara viðurskiftir
verða tikin við í allari sam
felagsráðlegging, ynski eg
øllum eitt gott nýggjár.
Helgi Abrahamsen
Ein ið nevnir seg við dul
nevninum ”Ein føroyingur,
sum skammast” skrivar í
Dimmalætting 27. de
sember, at hann hevur lis
ið eina blaðgrein, har eg
skal hava sagt, at útlend
ingalógin er góð, tí hon er
donsk. Víðari sigur hann,
at sambandsmenn vilja
ikki, at lógin verður før
oysk, tí ”tað er ikki teirra
politikkur, at vit skulu hava
nakað at siga í okkara egna
landi”.
Eg ætli mær ikki í blað
kjak við dulnevndar per
sónar, men eg haldi, at
hesin føroyingurin sum
sigur seg skammast, átti at
skammast uppaftur meira,
eftir at hava skrivað hasa
greinina.
Føroysk ella donsk lóg
Eg havi ikki sagt, at allar
lógir eru góðar, bara tær
eru danskar. Tað hevði
verið tápuligt av mær
at pástaðið nakað tílíkt.
Hinvegin, so er tað líka
tápuligt at pástanda, at
allir trupulleikar á útlend
ingaøkinum fara at rætta
seg av sær sjálvum, um
lógin verður føroysk. Spurn
ingurin er ikki um lógar
teksturin er skrivaður á før
oyskum ella á donskum, so
einfalt er málið ikki.
Tað sum eg segði
Eg vísti á í umrøddu
greinini, at donsku mynd
ugleikarnir hava fyri
langari tíð síðani boðað
Innlendismálaráðnum
frá, at teir eru til reiðar at
broyta lógina, um ynski
kemur úr Føroyum um
hetta, men mær vitandi,
er framvegis einki ynski
farið avstað úr Føroyum
hesum viðvíkjandi. Eg
vísti somuleiðis á, at
trupulleikin kann ikki
hava ligið í teirri donsku
lógini, tí Jógvan við Keldu
pástendur, at meðan hann
sat í Tinganesi ruddaði
hann upp í málinum, og
tað ber ikki til at rudda í
Tinganesi, um óruddið ligg
ur í Keypmannahavn. Eis
ini vísti eg á andsøgnina í
at siga, at trupulleikin er, at
Innlendismálaráðið er undi
rmannað, og so ætlar man
at loysa trupulleikan við at
yvirtaka málsøkið (tað vil
siga, at Innlendismálaráðið
skal fáa uppaftur meira at
gera).
Hetta var í stuttum
tað, sum eg segði í
greinini, og tað er óneyðugt
hjá øðrum at leggja mær
onnur orð í munnin.
Sjálvandi kunnu allar
lógir broytast
Hesin ”føroyingurin sum
skammast” skrivar, at
danska lógin er góð fyri
danir, men at hon hóskar
ikki til okkara viðurskifti,
og so sigur hann: ”so tað
mátti borið til at broytt
hana, so hon kundi verið
nýtt her eisini”. Her eri
eg púra samdur! Hetta var
júst tað, sum eg royndi at
vísa á í greinini, og tað
er gleðiligt at síggja, at í
hvussu so er onkur hevur
skilt boðskapin. Sjálvandi
kann lógin broytast, eisini
uttan at málsøkið verður
yvirtikið.
Nakrir spurningar
Eg fari til seinast at spyrja
”føroyingin sum skamm
ast”, hvat hann byggir
pástandin á, tá hann sigur,
at tað er Sambandsfloksins
politikkur, at vit skulu
einki hava at siga í okkara
egna landi? Hevur hann
ongantíð hoyrt um Heima
stýrislógina? Veit hann
ikki, at henda lógin, sum
Sambandsflokkurin av
fullum huga tekur undir
við, gevur føroyingum
víðar heimildir at stýra
landinum? Veit hann ikki,
at vit hava eitt løgting og
eitt landsstýri í Føroyum,
hvørs
heimildir
eru
grundaðar á hesa lógina?
Hevur hann ikki hoyrt
um Nýskipanaruppskot
Sambandsfloksins, sum er
grundarlagið undir nýggju
yvirtøkulógini og uttanríkis
politisku heimildarlógini?
Hví verða slíkir leysir
pástandir í heilum slongdir
út til almenningin, meðan
tey sum koma við teimum
krógva seg aftanfyri dul
nevnd lesarabrøv? Hví
ikki heldur vísa seg sum
ein mann, og standa við
síni orð?
Útlendingaøkið
enn eina ferð
Svar til »ein føroying, sum skammast«
Atkomuviðirskifti og ítøkiligar ætlanir
Birita Lamhauge
Jóansdóttir
Ålborg
Eivind O. Simonsen
Viby J
Kennir tú frásøgnina um
Lot? Hendan spurning setir
Jenis av Rana í einum les
arabrævi í bløðunum herfyri.
Boðskapurin í hesi frásøgn
tykist – ífylgi Jenis – at
vera, at hetta er ein søga um
kærleika Guðs og samstundis
er hetta ein ávaring um, hvat
kann henda einum samfelag,
sum vendir Guðs orði bakið.
Alt gott um hetta.
Nú kenna vit eisini frá
søguna um Lot, men tá vit
lesa hesa frásøgn, so er tað
nakrar heilt aðrar støður, ið
vit øtast um, og hetta eru
støður, sum vanliga ikki
verða viðgjørdar, og tí halda
vit, at vit eiga at draga hesar
støður fram.
Tað fyrsta, sum vit leggja
merki til er hetta, at Lot – ein
gudsrøkin og rættlatin maður
– er sinnaður at geva døtur
sínar til allar mennirnar í
býnum, so at hesir kunnu
hópneyðtaka tær (1. Mós
19:8). Fyri okkum er hetta
ein heldur løgin kærleiki
at hava til síni børn. Ikki
tí, hesin ’faðirkærleiki’ er
onki eindømi í bíbluni. Í
Dómarabókini kapitul 19
lesa vit um ein annan pápa
– eisini gudsrøkin og rætt
latin – sum fær vitjan av
einum fremmandum manni
og hjákonu hansara. Hesin
pápin himprast heldur ikki
við, at geva dóttur sína til øll
mannfólkini, so hesir kunnu
hópneyðtaka hana. Dótturin
slapp tó undan, men hjákon
an bleiv neyðtikin alla nátt
ina og seinni skorin í 12
stykkir.
Tað næsta, sum vit leggja
merkis til, í frásøgnini um
Lot, er eitt annað dømi um
hendan serliga ’kærleika’
millum Lot og hansara døtr
ar. Tað er tá døtrar Lots gera
av, at tær vilja hava samlegu
við pápa sínum fyri at gerast
við barn. Tær realisera sína
ætlan og gerast av sonnum
eisini við barn – við sínum
egna pápa. Hvat sigur bíblian
til allan hendan ólevnað? Ikki
eitt orð. Ongin fordøming
av hesum. Tað einasta, sum
skrivað verður um Lot er,
at ”… Lot var ein rættvísur
maður” (2. Pæt 2:7).
Jenis skrivar eisini ”Frá
søgnina um Sodoma og
Gomorra boðar ein Gud, sum
gjølla fylgir við Skaparverki
sínum. Nágreiniliga visti
Hann, hvat fyrifórst í býun
um báðum - og tað píndi
Hann”. Hetta passar ikki, og
Jenis veitir sjálvur tað skrift
stað, sum mótsigur hansara
útsøgn. ” rópið um Sodoma
og Gomorra, tað er stórt, og
synd teirra er ógvuliga svár.
Eg fari tí nú niður at vita, um
tað er so, at tey hava borið
seg so illa at, sum tað ljóðar,
eftir rópinum, ið komið er
til Mín, ella ikki - Eg vil
hava tað at vita!” (1. Mós
18:20-21). Ella v.ø.o. ”Eg
havi hoyrt nógv ræðuligt
um hesar býir, men nú eri
eg also noyddur at koma
niður og sjálvur kanna, um
tað veruliga er so”. Vildi ein
alvitandi gud havt fyri neyð
ini at kanna tílíkt?
Hetta er so tað, sum vit
eisini fáa burturúr við at lesa
frásøguna um Lot. Onnur,
ið lesa hesa frásøgn, leggja
bara dent á søguna um, at
tey homoseksuellu vóru
oydd vegna sín – í Guds
eygum – ótespiliga livihátt.
Lot og hansara ótespiliga
atferð verður tagd í hel. Tað
virkar fyri okkum, sum man
tilvitað velur tær frásøgnir
burturúr bíbliuni, sum einum
sjálvum dámar, meðan man
letur restina liggja. Tað er frá
søgan um Lot og tey homo
sexuellu, sum skal forteljast;
tann VERULIGA søgan um
Lot verður fjald.
Um vit kenna Jenis rætt
so skrivar hann hetta fyri
at vísa á, at vit føroyingar
ikki eiga at viðtaka lógir
sum loyva hesum ólevnaði.
Vit eiga ikki so mikið sum
at viðtaka lógir, ið gera
tað ólógligt at speireka og
diskriminera hesar minni
lutabólkar. Bíblian er jú
greið í síni niðurstøðu hes
um viðvíkjandi. Tað er tó
soleiðis, at bíblian eisini er
reiðuliga greið í nógvum
øðrum viðurskiftum. Viður
skifti, sum eins og tann
veruliga søgan um Lot, ikki
altíð vera søgd frá ella havd
á lofti. Vit hava í øðrum
lesarabrøvum víst á, at tað
longu nú finnast nógvar
lógir í føroyska lóggávuni,
sum als ikki samsvara við
bíbliunnar orð. Dømini vóru
m.a. um neyðtøku (5. Mós
22:28-29) og trælahald (3.
Mós 25:44). Vit fingu tó
aldrin eitt svar uppá, hví
(kristnir) politikarar í Før
oyum ikki stríðast sum úlvar
á skóg fyri at broyta lógirnar
soleiðis, at tað ikki bara er
í spurninginum um tey
samkyndu, at okkara lógir
eru í samsvar við bíbliuna.
Kanska Jenis er maður fyri
at geva okkum eitt svar?!?
Frásøgan um Lot