Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 2 - 3. januar 2006 ”Vit hava í ár fingið tvær lógir, sum broyta viðurskifti okkara við Danmark. Yvirtøkulógina, sum ger, at vit kunnu yvirtaka máls­økir, nær og tá vit vilja. Og uttanríkispolitisku lógina, sum ger, at vit kunnu vera virknari og sjónligari í uttan­ríkis­ poli­­tikki. Báðar lógirnar staðfesta eisini, at tey næstu stigini á sjálv­stýrisleið valdast okkara vilja og áræði. Herfyri varð uttan­ ríkis­politiska lógin fráboðað Sameindu tjóðum. Í hesi fráboðan varð sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroya fólki staðfestur í altjóða­ samfelagnum. Sjálvsavgerðarrætturin, yvir­tøkulógin og nýggja stjórnarskipanin, sum skal vera liðug við árslok næsta ár, gera, at vit nú av røttum kunnu siga, at sjálv­stýrismálið er okkara burturav.” Hesi orð­ini í nýttárs­røðu løg­mans hava loypt øði í formann Tjóð­ veldisfloksins. Øði er ikki orðið. Formaðurin var í tíðinda­sending sjónvarpsins so illur, at hann skuldsetti løgmann fyri beinleiðis at lúgva. Her stendur nú orð í móti orði. Nú er tónalagið millum andstøðu og samgongu nógv harðn­að í vetur. Hetta kann standast av ymiskum viðurskiftum. Ein or­søk er ivaleyst ein støðugt og skjótt vaksandi frustra­tión í Tjóð­veldis­ flokkinum yvir at vera uttan politiska ávirk­an á dagliga politikkin. Flokkurin, sum í seks ár hevði meira vald, enn nakar einstakur flokkur áður hevur havt, tykist nú vera heilt uttanfyri politiskt vald. Floksleiðslan sær fyri sær gamla ræðslusenariið frá tíðini fyri 1974, tá flokkurin slapp inn í politiska hitan hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Hetta var oyðimarkartíðin, sum eldri tjóðveldisfólk minn­ast hana. Men so kom vend í, og flokkurin valdi at vinna sær ávirk­an á dagliga poltikkin. Alt ella einki linjan varð slept. Tjóð­veldisflokkurin vísti tá skjótt, at hann var bæði stjórnar­duguligur og stjórnarsinnaður. Við tveimum framúrskarandi lands­stýrismonnum, Finnboga Ísakson og Peturi Rein­ert, vann Tjóðveldisflokkurin sera stóra virð­ing og og kundi vísa á stór úrslit, serstakliga á útbúgvingar- og fiski­vinnu­økinum. Postverkið varð, undir hegnisligu leiðslu Finn­boga, yvirtikið og gjørdist ein verulig sólskinssøga. Strand­ ferðslan somuleiðis nútímansgjørd undir somu leiðslu við sama góða politiska handalagi og stórum dirvi. Hetta skeiðið gjørdist eisini støðið undir álitisfull­um, loyal­um og góðum samstarvi millum Javnaðar­­flokkin og Tjóð­­veldis­­flokkin. Hesi góðu viður­ skifti vardu, til ættar­lið­skiftið hendi í Tjóð­veldis­flokkinum. Við hesum ættarliðsskifti fór flokkurin aftur til hitt gamla lagið at meta Javnaðarflokkin sum aðalfíggindan. Tónin frá fimtiárunum kom inn aftur í føroyskan politikk. Týðuligast kom hetta til sjóndar, tá ið Javnaðarflokkurin varð settur uttan fyri fullveldissamgonguna, hóast flokkurin í sjálvstýrismálinum varð sinnaður at fara nógv longur enn t.d. Sjálvstýrisflokkurin, sum slapp inn í hitan. Politiska oyðimørkin varð ætlað Javnaðarflokkinum. Men so gekk alt jú øðrvísi av orsøkum, sum vit lata liggja her. Tað er møguliga við hesum baksýni, ið ein skal meta ta polit­ isku hólmgongu, sum nú leikar á millum løgmann og for­mann Tjóðveldisfloksins. Javnaðarflokkurin setti fót fyri full­veldis­ætl­ anini. Henda tilgongd er endað við yvirtøkulóg og uttan­ríkis­politisk­ ari heimildarlóg, sum hava sett okkum aftur um heimastýrislógina! sigur formaðurin. Um henda myndin er røtt, er sera ivasamt. Tað kann við góðum grundum verða spurt, um tað er rættvíst at gera Javnaðarflokkin til syndaran. Hvat er samtykt við hesum báðum nevndu lógum, sum ikki longu frammanundan varð skitserað í Tvøroyararskjalinum? Hvat er so nógv øðrvísi enn tað, sum full­ veldissamgongan sjálv var í ferð við at fremja? Valla nakað uttan tær vanlukku ymisku viðmerkingarnar til ávikavist føroysku og donsku heimildarlógirnar. Men tað er í og fyri seg nóg mikið. Hetta er ikki nóg gott lógararbeiði. Ein lóg, sum eftirfylgjandi gevur so nógvar tulkingarmøguleikar orsakað av mótstríðandi viðmerkingum, er ikki nóg væl úr hondum greidd. Tað má bara ásannast, at her hava umsitingarnar og ráðgevingarnar hjá løgmanni eins og hjá forsætisráðharra sovið í tímanum. Sama er um løgting og fólkating at siga. Hinvegin er lógarteksturin greiður. Føroyar hava heimildirnar og sjálvsavgerðarrætturin er staðfestur. Eftir stendur tað sera ófantaliga tónalagið millum flokkarnar, sum hvørki gagnar fólkaræði ella samstarvi. Her eigur onkur at taka annað skinn um bak, at endurskoða bæði strategi og taktikk og at fara undir konstruktivan andstøðupolitikk. Hendir hetta ikki, bíðar politiska oyðimørkin enn einaferð fyri framman. Tað gagnar ongum – heldur ikki føroyskum fólkaræði sum heild. DAGSINS MEINING Sosialurin Orð ímóti orði VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal Nýggjársrøðan hjá løgmanni var sum tað nógva av fýr­verk­ inum á nýggjárinum: Ein roynd at senda eitt sindur av glitri upp í loft, eitt sindur av royktámi og eitt sindur av físi. Tað kostar nógv, men aftanfyri er onki, og tað fellur skjótt til jarðar. Haldi, at løgmaður mis­ nýtir nýggjársrøðuna til at gera politiska propaganda fyri einum landsstýri, sum ongan politikk hevur og sum hevur sent neyðrakettir út alt undanfarna árið. Tolsemi og samfe­lag­ið fyri øll? Løg­mað­ur tosaði væl um mill­ um ann­að um tol­semi, fjøl­ broytni og eitt sam­felag fyri øll. Men hans­ara egna lands­ stýri hev­ur rikið útlendingar av landinum og økir við sín­ um fíggjarpolitikki og skatta­ politikki stættarmunin í Før­ oyum hvønn dag. Vit hava jú eitt landsstýri, sum tekur frá teimum fá­ tæku og gevur teimum ríku. Uppá tvey ár, hava teir brúkt alt tað, sum vit spardu upp undanfarnu árini – og brúkt tað til tey, sum frammanundan hava mest.   Læntir fjaðrar Løgmaður vísir á nøkur posi­ tiv viðurskifti í búskapinum og í samfelagnum. Men tað positiva, sum hann tek­ur fram, er alt framt av ein­ um vinnulívi, sum hevur stríðst fyri at standa á egn­ um beinum, hóast hetta landsstýrið hevur verið væl á veg aftur í studningspolitkkin. Harafturat eru tey almennu tiltøkini, sum løgmaður tek­ur fram, øll framd í und­ anfarna landsstýri: Nýggi Smyril, útbyggingar í land­ inum, íslandssáttmáli og eitt blómandi mentanarlív. Hetta landsstýrið hevur ikki framt nakað nýtt tiltak. Tað hevur tvørturímóti steðgað skúlabygging, skert mentan og gransking – og so seint sum fyri tveimum vikum síðani atkvøddi samgongan hjá løgmanni ímóti øktum játtanum til musikksskúlan, tjóðpallin, mentanargrunnin og gransking. Torvmold í eyguni Løgmaður kann ikki vísa á nakað mál, sum hetta lands­ stýrið hevur framt. Men hann roynir framvegis at kasta torvmold í eyguni á fólki við at tosa um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heim­ ildir – hóast tað er greitt, at hes­ar lóg­ir hava skumpað okk­um langt aft­ur­um heimastýrislógina. Tildømis vita vit, at Ís­lands­ sáttmálin hevði ong­an­tíð verið framdur, um hann ikki varð gjørdur áðrenn hendan sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin kom í gildi. Vit vita, at alt tos hjá løg­­­manni um EFTA og al­­tjóða­­gerð í dag verður forð­­að av júst hesum sam­ bands­lógunum, sum vórðu skrumbl­aðar ígjøgnum løg­ tingið á miðjari nátt. “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” til ST Og so kom løgmaður við eini nýggjheit, sum má metast sum eitt tað størsta álopið á føroysku fullveldisrørsluna í nýggjari tíð: Hann boðar frá, at hendan sonevnda utt­ an­ríkispolitiska lógin nú er fráboðað ST. Tað merkir, at løgmaður hevur góðtikið, at danska stjórnin hevur boðað altjóða samfelagnum frá, at vit eru “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” – at vit bert eru húskallar og fulltrúar hjá Danmark. At vit ikki kunnu gera avtalur við onnur lond, um tað gongur ímóti donskum áhugamálum – og at Danmark hevur evsta valdið yvir øllum føroyskum viðurskiftum við umheimin Hetta er hent uttan at Før­ oya fólk er spurt ella nakar veit, hvat gongur fyri seg. Og so dittar løgmaður sær at sita og fortelja Føroya fólki at okkara sjálvsavgerðarrættur er staðfestur. Nakað munnu tey flenna niðri í forsætisráðnum í dag. Danska stjórnin hevur fingið júst tað, sum hon hevur ynskt eftir, og so fær hon ein føroyskan løgmann til at sita og gleðast um tað í eina nýggjársrøðu Løgmansrøðan sigur okk­ um so mikið, at 2006 eigur at gerast árið, har føroyska fullveldisrørslan ger upp við sambandspolitikkin hjá løgmanni og ikki let­ur seg rura í svøvn av fýr­verki, royki og físum. Eitt slysálop á alla ta føroysku fullveldisrørsluna Mogens Tilsted Christensen Kære Súsanna og Súsanna. Jeg har læst jeres læserbrev i bladene og på min hjemme­ side www.teologen.dk . Jeg er meget ked af, at I synes at mit julebrev af 23-12-2005 var  usømmeligt, kedeligt, ufor­skammet og hadsk. Jeg forstår det slet ikke. Jeg har gennempløjet mit jule­brev igen og igen. Jeg har drøftet det med flere præster, minister og flere lagtingsmedlemmer samt mange andre anonyme og private færinger. De har alle ringet til mig i nytårsdagene ind imellem de mange gudstjenester og møder, jeg også har afholdt i nytårsdagene. Samtlige opkald fra oven­ nævnte prominente såvel som almindelige mennesker bakker mig op og støtter mig i alt, hvad jeg har skrevet i julebrevet. Ikke én eneste af de mange mange telefonopkald, der en over­gang foregik med to tele­foner, så den ene ring­ ede, inden jeg var færdig med samtalen i den anden telefon, var negative. Ingen af henvendelserne var nega­ tive. Ingen af dem kan se, at det hverken er usømmeligt, kedeligt, uforskammet eller hadsk, som I påstår. Det må I så forholde jer til og tænke over også. Nb.: Prøv en kristen surftur på vækkelsesportalen  www. teologen.dk Svar til Súsanna Mortensen og Súsanna Holm, Kvívík