týsdagur 3. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2006
9
3. til 5. mars verður
ungdómsmentanar
stevnan Ung í
Føroyum 2006
aftur í Norðurlanda
húsinum. Freistin at
tekna seg er 20. januar
UNG Í FØROYUM
Tað er ikki á hvørjum
degi, at stór mentanartiltøk
kunnu halda 5 ára hald her í
landinum. Men nú kann tað
størsta afturvendandi ment
anartiltakið fyri ung fegnast
um at hátíðarhalda hetta.
Frá fríggjadagnum 3. mars
til sunnukvøldið 5. mars
fara listarliga virkin ung í
aldrinum 13 til og við 18 ár
úr øllum landinum at hittast
í Norðurlandahúsinum. Tey
fara at sýna fram egin verk,
arbeiða í listaverksmiðjum
og saman framleiða eina
sýning til almeningin.
Endamálið
Høvuðsendamálið hjá Ung
um í Føroyum hevur frá
1. degi verið at at skapa
eitt forum, har ljós verður
varpað á ungdómsmentanina
í Føroyum og har umstøður
eru til tey ungu at sýna fram
og menna tað listarliga
virksemi, tey sjálvi eru
áhugaði í. Tí vísa tey á
stevnuni bæði egin verk,
sum tey sjálvi hava framleitt
undan stevnuni og tey
framleiða eina sýning, har
almenningurin fær høvið at
síggja, hvat ungdómsmentan
er, tá tey ungu sjálvi seta
dagsskránna.
5 ára hald
Í samband við, at tað nú
eru fimm ár síðani at Ung í
Føroyum fór av bakkastokki
– í februar 2001 – fara 70
útvald hesa ferð at sleppa
við á stevnuna; vanliga
sleppa bara 60 við. Tey
fara at arbeiða í sjey yms
um listaverksmiðjum und
ir leiðslu av føroyskum
yrkislistarfólkum. Verksmiðj
urnar
hesaferð
verða:
Tónleikur v/ Kára Sverrasyni
og Hera Joensen, Sjónleikur
v/ Mikkjali Helmsdal, Skriv
ing v/ Marjun Kjælnes,
Design v/ Svanhild Strøm,
Foto v/ Inga Joensen, Dans
ur v/ Kristinu Sørensen
og Rannvá Káradóttur og
Filmslist v/ Siggu Vang og
Gudmundi Nielsen.
Tiltakið víðkað
Síðsta ár varð tiltakið víðka
frá at vera ein stevna, ið
bert er annaðhvørt ár í
Norðurlandahúsinum, til at
vera eitt tiltak sum røkkur
víðari um landið og er
á hvørjum ári. Í februar
2005 var fyrsta sokallaða
millumstevnan í Fuglafirði,
kallað Ung í Føroyum Eystur
2005 og í september var
onnur stevnan í Sørvági, Ung
í Føroyum Vestur 2005.
Hesar báðar stevnurnar
vóru nakað styttri enn tær í
Norðurlandahúsinum, men
ikki minni væleydnaðar. Støðið
á tí, sum luttakararnir høvdu
framleitt frammanundan at
sýna fyri hvørjum øðrum, var
høgt og tað, ið framleitt var
á verksmiðjunum, gjørdi øll,
bæði áskoðarar og fyriskiparar
bilsnar av síni dygd og nøgd.
Fyriskiparar
Fyriskiparar av hesum mill
umstevnum vóru komm
unurnar í teimum báðum
økjunum, nevniliga í eystri:
Fuglafjarðar
Kommuna,
Klaksvíkar kommuna, Runa
víkar kommuna og Leirvíkar
kommuna og í vestri: Sørvágs
kommuna, Miðvágs kommuna
og Sandavágs kommuna,
báðar ferðir í samstarvi
við Norðurlandahúsið og
Mentamálaráðið.
Fyriskipari fyri stevnuna
í ár er í Norðurlandahúsið
í samstarvið við Menta
málaráðið og tær áður
nevndu kommunurnar. Høv
uðsstuðul er Føroya Banki.
Framyvir er ætlanin, at
makað ár skal stevnan verða
í Norðurlandahúsinum og
støk ár skulu tríggjar styttri
millumstevnur verða úti um
landið.
Samskiparar fyri verkætl
anini eru Hedvig Westerlund-
Kapnas, Rakel Helmsdal og
Kristianna Poulsen.
Fá meira at vita:
Heimasíðan hjá Ungum í
Føroyum www.ungiforoyum.
info, sum nú hevur eitt ár á
bakið, hevur rúgvusmikið
tilfar um komandi stevnuna og
annars tiltakið sum heild. Her
ber til at lesa tíðindi, fyrilestur,
alt um stevnurnar seinasta ári
og síggja nógvar myndir frá
nærum øllum stevnunum.
Heimasíðan verður alsamt
dagførd.
Her ber nú til at fáa
nærri upplýsingar um verk
smiðjurnar og verksmiðju
leiðararnar og eisini at taka
niður tekningarskjalið, ið
skal verða inni 20. januar
Ung í Føroyum á 5. ári
Høvuðsendamálið hjá Ungum í Føroyum hevur frá 1.
degi verið at at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á
ungdómsmentanina í Føroyum og har umstøður eru til tey
ungu at sýna fram og menna tað listarliga virksemi, tey sjálvi
eru áhugaði í
Í samband við, at tað nú eru fimm ár síðani at Ung í Føroyum fór av bakkastokki – í februar 2001 – fara 70 útvald hesa ferð at
sleppa við á stevnuna; vanliga sleppa bara 60 við