Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 2 - 3. januar 2006 Tá allar 15 tær bestu sendingarnar vóru taldar upp var tað lagið Muscleman- Blað, ið var ársins hittlag á 15 teimum bestu Hittlistatjekk Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gamlaárskvøld gjørdi 15 tær bestu verturin Tummas Gudmundsen upp, hvørji løg vóru tey 20, ið høvdu klár­að seg best á føroyska hittlistanum. Lagið Muscleman-Blað lá 9 vikur ovast á 15 teimum bestu, hetta var longri enn nakar annar, og var við til at gera samlaða stigatalið hjá 200 lagnum hægri enn hjá øllum hinum løgunum, ið kappaðust á 15 teimum bestu. Muscleman-Blað hjá 200 fekk 208 stig, tað er 11 stig meira enn Forever And Beyond hjá Makrel og Herbergið hjá Páll Finnur Páll á deildum øðrum plássi. Nephew og lagið En Wann­a­­be Darth Wader ligg­ur á triðja plássi, sum ov­asta útlendska lag. Með­ an vágasoundið hjá Or­kestri­ num Her Vestriii megnar at taka fimta pláss. Felags fyri øll fimm tey ovastu løgini á listanum er, at tey fullu fyri tíðarav­mark­ ingini, ið er á 15 teimum bestu. Fyri at tryggja at bert nýggjur tónleikur er á list­ anum, verður eitt lag tikið av listanum, tá tað hevur ver­ið 15 vikur inni. Tí er ikki gott at vita, hvussu rað­fylgjan hevði verið, um løgini sluppu at royna seg líka leingi, sum lurtarin ynskti at hava tey á listanum. Heili 13 løg eru fallin fyri hesi tíðaravmarking. Í útvarpsárinum 2005 hava verið 47 sendingar av 15 teimum bestu. Í hesum sendingum hava 235 løg roynt seg sum eykaløg, av teimun eru 129 komin inn á listan. Av teimum 235 løgun­ um, ið hava verið eykaløg, hava 48 verið føroysk og 34 av hesum eru komin inn á listan. 14 ymisk løg hava lig­ ið á ovastu rók í farna ári. Muscleman-Blað er eis­ini ovast á hesum lista við 9 vikum, Green Day og Boulevard Of Broken Dreams er á 2. plássi við 6 vikum ovast, síðan kemur Herbergið hjá Páll Finnur Páll við 5 vikum ovast og Delta Goodrem & Brian Mcfadden við Almost Here ovast í 4 vikur. 13 av teimum 14 løgunum, sum hava ligið ovast eru í topp 20 listanum fyri 2005. Einasta undantakið er nýggja oddalagið Hung Up hjá Madonnu. Julie Maria ynskir gott nýggjár Gott nýggjár føroyingar. Eg havi bert gott at siga um alt tað fólki, ið eg hitti á míni ferð í tykkara vakra landið. Tann bera og einsliga natúran vakti ein djúpan longsul í mær. Ein longsul, ið eg sum sangskrivari livi av. Eg upplivdi eina sjáldsama friðsælu og reinleika í Føroyum, ið eg einans havi upplivað heilt fá støð í heiminum. Tað vakti okkurt í mær, og eg fekk nýggjan íblástur. Hetta er lívsorkan fyri ein sangskrivara, og fyri øll fólk. Tí ynski eg tykk­um øllum eina rúgvu av gev­ andi lívsorku og kærleika. Eg vóni, at eg aftur sleppi at vitja tykkum og spæla fyri tykkum í hesum kom­ andi árinum. Julie Maria Souvenirs ynskja gott nýggjár Gott nýggjár føroyingar  Vit sita innikavað úti á landinum, har vit búgva. Eingin sleppur út ella inn. Vit eru noydd at baka bollar og bjóða grannunum til kaffi og snaps. Vit senda eina heilsan til allar teir vinarligu før­ oy­ingarnar, ið vit hittu síðst í oktober tá Sou­ve­ nirs var á lítlari kon­sert­ ferð í Klaksvík, í Tórs­havn og í Fuglafirði. Vit koma fegin aftur. Carpark North ynskir gott nýggjár Gott nýggjár til øll í Før­oyum, og serliga øll tey mongu, ið gjørdu okkara ferð heilt serliga, Takk til áskoðararnar, sum vóru á báðum okkara konsertum í Fuglafirði. Takk fyri gesta­blídni og ikki minst takk til okkara deiligu fyri­skiparar, Sólarn og øll hini. Vit gleða okkum longu til í summar, tá vit enn eina­ferð koma til Føroyar, har vit skulu vitja ein av tykkara festivalum. Tað verður frálíkt aftur at sleppa at vitja tykkara dreymakendu oyggjar. Tað kendist ofta, sum vit luttóku í Ringanna Harra, tá vit ferðaðust í stór­fingnu føroysku náttúr­uni. Takk fyri eitt gott ár og vit síggjast næsta ár. Muscleman-Blað var ársins lag á 15 teimum bestu 15 tær bestu fyri ári 2005 Nr. Vikur Max Vikur nr.1 Vikur nr.2 Vikur nr.3 Stig Bólkur/Einstaklingur og Lag. —————————————————————————————————————————————————— 1 15 1 9 3 2 207 200 - Muscleman-Blað —————————————————————————————————————————————————— 2 15 1 3 6 3 196 Makrel - Forever And Beyond —————————————————————————————————————————————————— 3 15 1 5 4 2 196 Páll Finnur Páll – Herbergið —————————————————————————————————————————————————— 4 15 1 3 1 4 182 Nephew - En Wannabe Darth Vader —————————————————————————————————————————————————— 5 15 1 3 2 3 172 Orkestriiið Her Vestriii - 1 veit iii —————————————————————————————————————————————————— 6 12 1 2 6 4 166 Pipar & Salt - Høm Høm —————————————————————————————————————————————————— 7 15 1 3 3 3 161 James Blunt - You’re Beautiful —————————————————————————————————————————————————— 8 15 1 0 2 4 151 Kim Hansen – Maria —————————————————————————————————————————————————— 9 11 1 1 5 2 147 Jay-Z feat Linkin Park - Numb/encore —————————————————————————————————————————————————— 10 10 1 6 2 2 144 Green Day - Boulevard Of Broken Dreams —————————————————————————————————————————————————— 11 15 5 0 0 0 143 Lív Hansen - Eitt Annað Land —————————————————————————————————————————————————— 12 15 2 0 2 3 141 Gwen Stefani feat. Eve - Rich Girl —————————————————————————————————————————————————— 13 15 5 0 0 0 126 Green Day - Wake Me Up When Sep. Ends —————————————————————————————————————————————————— 14 12 3 0 0 3 125 Avril Lavigne - Nobody’s Home —————————————————————————————————————————————————— 15 10 1 4 2 0 124 Delta Goodrem & Brian Mcfadden Almost here —————————————————————————————————————————————————— 16 11 3 0 0 2 119 Nephew - Worst/Best Case Scenario —————————————————————————————————————————————————— 17 11 2 0 1 3 110 Eminem - Like Toy Soldiers —————————————————————————————————————————————————— 18 13 4 0 0 0 100 Anna David - Fuck Dig —————————————————————————————————————————————————— 19 7 1 2 1 1 90 PoppKorn – Sjeikurin —————————————————————————————————————————————————— 20 8 1 1 2 1 89 Jan & Jákup - For lekkur til Prixið —————————————————————————————————————————————————— Muscleman-blaðið hjá 200 fekk 207 stig á listanum hjá 15 teimum bestu fyri árið 2005