Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2006 7 Mykines: Eitt av málunum, sum Sørvágs bygdaráð hev­ ur sett sær fyri at loysa er útveganin av reinum og góðum drekkivatni til borgararnar. Millum bygdirnar sum fáa reint drekkivatn í næst­ um er Mykines. Her er løgd ein 1600 metrar long høvuðsvatnleiðing niðan í hagan, og arbeiðið at gera klárt til reinsiverkið er kom­ ið væl áleiðis. Væntandi verður reint drekkivatn í Mykinesi kom­andi summar, uppl‡sir borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen. Reinsiverkið í Sørvági er bílagt, og verður uppsett um ikki so langa tíð. Hinvegin er ikki greitt, nær vatnleiðingin frá Leitisvatni til Sørvágs verður liðug. sb. Nesvík: Komandi vikuskifti verður enn einaferð fult trýst á leguhúsið hjá Heima­ misisónini í Nesvík. Tá verður nevniliga skip­ að fyri nýggjárslegu fyri ung­ fólk omanfyri 16 ár. Og líkt er til, at henda legan er væl dámd av teimum ungu. Undan jólum var talið av luttakarum komið upp um 100, men tey seinastu tølini hesa vikuna benda á, at talið av luttakarum fer at liggja omanfyri 200, tá legan byrjar fríggjakvøldið. Evnið á leguni er nær­missi­ ón, og verður hetta evnið lýst við trimum bíbliutímum og samtalu. Á skránni eru onn­ ur tiltøk og sjálvandi eisini nógvur tónleikur. sb. Reyðikrossur: Veitst tú um onkran, sum á ein serligan hátt hevur givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp í farna ári? Og heldur tú, at viðkomandi eigur at verða heiðraður fyri hetta, so ber til at venda sær til Reyða Kross við eini áheitan um hetta. Felagsskapurin skipar nevniliga aftur í ár fyri til­ takinum, sum tey kalla ”Ársins Fyrstahjálpari 2005”. Tann sum verður kosin hetta fær í fyrsta lagi eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi, og í øðrum lagi eina peningagávu, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur. Endamálið er ikki ein­ans at tilnevna henda fyrstu­ hjálparan. Men vit ynskja eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjarg­ast, sigur Reyði Krossur. Møguleiki er her hjá ein­ staklingum, virkjum, stovn­ um, løgregluni og bjarg­ ingarfeløgum at lata inn uppskot til nevndina í Reyða Krossi at taka støðu til. Freistin at senda inn upp­ skot er úti 31. januar, og verður vinnarin tilnevndur hin 14. februar. sb. Reint drekkivatn í summar Tey nógvu ferðafólkini í Mykinesi fáa í summar møguleika at drekka reint og gott vatn Ársins fyrstu­ hjálpari finnast Leguhúsið í Nesvík verður enn einaferð á tremur við ungum fólkum, tá árliga nýggjárslegan verður um vikuskiftið 200 ungfólk á nýggjárslegu Royndir vísa, at ov lítið er til av uppsjóvarfiski til vinnuligan fiskiskap FISKIROYNDIR Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt royndir gjørdar at kanna, hvat var til av smáum uppsjóvarfiski so sum lakssild, prikkafiski og lakstobis í føroyskum sjógvi í apríl og mai 2005. Eisini varð kannað, um hesi fiskasløgini kundu rek­ast og fiskast við stór­ meskaðum troli eins og svartkjaftur. Tað hevur verið mett, at nøgdin av smáum upp­sjóvarfiski skal vera millum 5 og 10 g/m3, har roynt verður, fyri at kunna reka vinnuligan fiskiskap eftir hesum fiskasløgum. Royndirnar vístu, at hesi fiskasløgini ikki lótu seg reka við stórmeskaðum svart­kjaftatroli. Nøgdirnar í føroyskum sjógvi í apríl og mai 2005 vóru undir 1 g/m3 og vóru sostatt ov lítlar til vinnuligan fiski­ skap. Líknandi royndir hava ikki verið gjørdar fyri onnur tíðarskeið, sigur Fiskirannsóknarstovan í tíðindaskrivið Meira kann lesast um kanningin á heimasíðurini hjá Fiski­ rannsóknarstovuni http:// www.frs.fo. Barbara forkvinna í Ráðnum fyri Brekað Ráðið fyri Brekað hevur fingið nýggja forkvinnu. Tann 1. januar tók Bar­ bara á Tjaldrafløtti við sum nýggjur formaður í Ráðnum fyri Brekað. Tað var Sólja í Ólavstovu, sum var formaður, men nú hon er farin í starv sum Løgtingsins Umboðsmaður, hevur hon lagt hetta starv frá sær. Barbara á Tjaldrafløtti hevur verið limur í Ráðn­ um síðan 2002 og er nú vald til forkvinnu. Uppgávan hjá ráðnum er at veita landsstýrinum ráð um viðurskifti hjá teim brekaðu og annars at tala søk teirra brekaðu í breiðum høpi. Ov lítið til vinnuligan fiskiskap