Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 2 - 3. januar 2006 Eins og Che Guevara gjørdi í 1952 tá hann ferðaðist runt Suðuramerica á mot­orsúkklu saman við vin­manninum Alberto Granado er mexicanski uppreistrarleiðarin, »Subco­ mandante Marcos«, farin á eina ferð runt í Mexico fyri at skapa eina samgongu av vinstravendum anti­ kapitalistiskum felags­ skapum. Henda samgonga hevur fingið heitið »La Otra Campaña« og hevur sum endamál at broyta Mexico til eitt meira rætt­ víst samfelag, har tey inn­føddu fáa javnbjóðis rættindi. Subcomandante Marcos og herur hansara, Ejército Zapatista de Liberación Nacional - EZLN hava í tólv ár stríðst fyri at bøta um korini hjá teimum innføddu og fátæku. Í 1994 hertók EZLN, ið er mannaður við indianarum, fleiri bý­ir í suðurmexico, men eftir nakrar samanbrestir við mexicanska herin tók EZLN seg aftur til frum­ skógin og hevur síðani tá stríðst við friðarligum miðlum. Um middagsleitið 1. janu­ar fór subcomandante Marcos á motorsúkkluni, ið hann hevur doypt, »Sombra-Luz« úr býnum La Garrucha í Statinum Chiapas við kós ímóti høvuðsstaðnum í Chiapas San Cristobal de las Casas. Hundratals viðhaldsfólk vóru komin úr øllum Mexico og úr útheiminum at ynskja honum góða ferð. Mexicanski forsetin Vicente Fox hevur sagt, at Marcos skal vera væl­ komin til Mexico bý, men stjórnin vil ikki seta trygdarfólk at ansa eftir Marcos á ferðini, og í eini røðu til indianararnar í San Cristobal de las Casas bað hann teir halda á við stríðnum, um nakað ónt skuldi hent honum á ferðini. Subcomandante Marcos fer komandi hálva árið at ferðast runt í øllum stat­um í mexicanska sam­ bandsríkinum fyri at skapa eina fólkarørslu, ið skal broyta landið. Greitt verður frá ferðini á heimasíðuni hjá Marcos www.submarcos.org Subcomandante Marcos á motorsúkklu runt Mexico SKIPAFLUTNINGUR Nú í nýggja árinum hevur Samskip latið upp skrivstovu í Vigo í Spaniu. Hetta er enn eitt stig í at styrkja tænastuna í flutningi av saltfiski og ørðrum vørum til og frá Spaniu, sigur Samskip í Før­ oyum í tíðindaskrivi. Felagið sigur, at hetta samstundis er enn eitt stig í framhaldi av keypinum av Kloosterboer í Føroyum, Noregi og Hol­ landi. Stjóri í Spania verður hol­ lendarin Ranier Wols­leg­er, sum er royndur í flutn­ings­ vinnuni. Við hesari skrivstovni hev­ ur Samskip 62 skrivstovur í 22 londum. 1.400 fólk starvast hjá Samskipum. Samlaði umsetningurin er umleið 5,5 mia. dkk. Aftur í fjør setti ferðafólkatalið um Vága Floghavn met, tá 181.305 ferðaðust um floghavnina FLOGFERÐSLA Tilsamans 181.305 ferðafólk fóru og komu um floghavnina í Vágum í fjør. Hetta er 9% fleriri enn í 2004, tá samlaða ferðafólkatalið var 166.333. Vøkstur hevur verið á øllum farleiðunum í ár: Á Danmarkar leiðunum 8,6% Noregs leiðunum 8,6% Ísland 17,2% Stórabretland 2,0%. Í desember mánaði í fjør hava tilsamans 10.838 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 10,9% fleiri enn í desember árið fyri, tá talið var 9.769. Rokmiklasti dagurin undan jólum var 22. desember, tá 741 ferðafólk komu og fóru um floghavnina við 13 rutuflogførum. Tilsamans 5.569 flogfør komu og fóru um floghavnina í 2005. Hetta er 12,1% fleiri enn árið frammanundan, tá talið var 4.970. Eisini her er vøkstur á øllum leiðum, bæði innanríkis og uttanríkis rutum og á innanríkis og uttanríkis chartertúrum. Í desember í fjør fóru og komu 357 flogfør um floghavnina móti 324 í 2004, ella ein øking uppá 10,2% Sambært upplýsingum, ið floghavnin hevur fingið frá Atlantsflog er farmurin í 2005 væl minni enn í 2004. Flogposturin er farin úr 564 tonsum til 488 tons svarandi til eina minking uppá 13,4%. Annar flogfarmur er farin úr 408 tonsum til 368 tons svarandi til eina minking uppá 9,7%. Útgreinað hagtøl finnast annars á heimasíðuni hjá Vága Floghavn www. floghavn.fo. HERVERK Vágur: Tíverri skal tað bara ein til at oyðileggja tað, sum fleiri halda av. Hetta máttu tey sanna í Vági nú fyrst í nýggja árinum, tá onkur hevur gjørt herverk á jólaøkið í býnum. Suðurrás skrivar, at jóla­ maðurin og reinsdjórið eru oyðiløgd og kunnu helst ikki gerast aftur. Eisini eru fleiri ljósketur sundurslitnar. Seinastu nógvu árini hevur verið gjørt meiri og meiri við at fríðka um í Vági undan jólum. Umframt ljósketur á høvuðsvegnum, so eru eisini gjørdir sokallaðir jóla-skulpturar úr ljósi, m. a. ein jólamaður við posa á baki, reinsdjór, stjørnuskot, kertuljós o. s.fr. Fólk í Vági og vitjandi hava víst hesum skulpturum ans, og hevur hetta skapt ein serligan dám undan og um jólini. Syrgiligt er, at einstøk skulu oyðileggja, har onnur hava lagt stóra orku í at royna at fríðka og hugna um, heldur áttu okur at fari væl um okkara felags ogn, sigur Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri í eini viðmerking við Suðurrás. Jólaøkið er vanliga tendrað til trettanda kvøld, men seinastu dagarnir hevur ein partur altso verið sløktur orsaka av herverki. Samskip letur upp skrivstovu í Vigo í Spania Herverk á jólaøkið í Vági Ferðafólkatalið upp um 181.000 í fjør Bæði á danmarkar- og noregsleiðini vaks ferðafólkatalið 8,6% í fjør. Samlaði vøksturin í ferðafólkatalinum var 9%