Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2006 5 Soleiðis er heitið á fyrilestri, sum verður í Ovastovu í Nóatúni í Havn mikukvøldið SETRIÐ Á FERÐ Talan er um fimm tretivta fyrilesturin í røðini, Setrið á ferð. Hetta er tiltak í samband við at Fróðskaparsetrið fyllir 40 ár í ár. Fyrilesturin mikukvøldið kl. 20.00. Tá fer Sólfinn Han­sen, Ph.d-lesandi at halda fyrilesturin “Søga í tvístøðu – um frásagnir sum søguligar keldur.” Fram til síðsta fjórðing av 19. øld var heilt vanligt at nýta frásagnir og skaldskap sum søguligar keldur. Søgur, bornar av manna munni, stóðu sterkt í fólksins til­ vitan sum bæði veruligar og nærverandi, eisini hóast tær vórðu eyðsýniliga merktar av skaldskaparligari nýgerð, yvirnáttúrligum hendingum og tílíkum. Við naturalismuni og seinni positivismuni íkom ein hugur at síggja søguna sum eina samfelagsvísind, har tað, ið kundi mátast og vigast, fekk framíhjárætt. Frásagnir, bæði av manna munni og á skrift, mistu sítt søguliga virði vegna teirra eyðsýnda subjektivitet, og nart hetta rák eisini við Før­ oyar, og hóast tað ongantíð veruliga fekk fastatøkur, setir fatanin framvegis dám á allýsingarnar av, hvat er “søga” og hvat er “skaldskapur”. Í fyrilestrinum er ætlanin at greiða frá hesum spurn­ingi við dømi úr før­oyskum skaldskapi, bæði munnbornum og skrift­ festum, og metast skal um, í hvønn mun hesin partur av naturalistiska sjónarmiðnum ger seg galdandi. Í hesum sambandi verður eisini nortið við støðuna hjá søgu­ vísindini í tvístøðu ímillum samfelagsvísind og hugvísind í útbúgvingarskipanini í dag. Sólfinn Hansen er útbúgvin cand.mag. í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum sum høv­uðsgrein og søgu­vís­ind­um sum hjágrein, og bache­lor í stjórnmálafrøði. Í løtuni starvast hann sum Ph.D.-stipendiatur í skaldskaparvísind á Før­ oyamálsdeildini við verkætlan um føroyska kvæða­mentan. Søga í tvístøðu