týsdagur 3. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 2 - 3. januar 2006
Venjingarmiðstøðin
Yndi í Havn bjóðar nú
fólki, ið hava tørv á at
sleppa av við nøkur
kilo, eina heilt nýggja
klænkiætlan, ið fevnir
um bæði venjing,
kost og persónliga
ráðgeving
Klænking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru tað iva
leyst mong, ið hava ætlanir
um at sleppa av við nøkur
kilo eftir jólini, og hjá summ
um er tørvurin størri enn hjá
øðrum. Venjingarmiðstøðin
Yndi fer í næstum undir at
bjóða teimum, sum skulu
av við nokk so fitt av kilo
um, eitt skeið, har tey við
hjálp av ráðgeving frá bæði
kropsligum
venjarum,
kostráðgevum og øðrum
serfrøðingum fáa gjørt
eitt persónligt skeið, ið
skal hjálpa tey av við tey
óneyðugu kiloini.
Nýskapandi
heildarloysn
Jákup Jacobsen frá Yndi sig
ur, at talan er um nýhugsan
innan klænkiskeið í Føroy
um, og hann veit ikki um, at
slík skeið eru aðrastaðnis.
– Talan er um eina heild
arloysn. Tá ið tú hevur meld
að teg til skeiðið, kemur tú til
eina samrøðu við kropsligar
venjarar, kostráðgevar og
onnur, sum saman við tær
gera eina ætlan fyri skeiðið,
sigur Jákup Jacobsen.
Hann sigur, at talan ikki
er um nakran »mirakelkur«,
tí talan er um eina lívsstíls
broyting, ið krevur hart
arbeiði av tí einstaka luttak
aranum.
– Tað er eisini umráðandi
fyri okkum, at tann einstaki
luttakarin sær eina meining í
tí, sum hann ger á skeiðnum,
sigur Jákup Jacobsen.
Persónligt máltíð
til dyrnar
Ein týðandi partur av einum
slíkum klænkiskeiði er
sjálvsagt kosturin, og tað er
ikki altíð so lætt hjá einum
persóni, ið vil sleppa av við
nøkur kilo, at standa og gera
vanligan mat til familjuna,
samstundis sum man ger eitt
klænkimáltíð til sín sjálvs.
– Vit fara at bjóða teimum,
sum eru við á skeiðnum, at
tey kunnu bíleggja máltíð frá
okkum. Talan er um máltíð,
bæði døgurða og nátturða,
ið eru gjørd út frá tí einstaka
skeiðsluttakaranum. Máltíð
ini verða gjørd í einum góð
kendum stórkøki og hava
fyrstaflokks góðsku, sigur
Jákup Jacobsen.
Nógv av teimum, sum
viga eitt sindur ov nógv,
hava mangan eisini ilt við
at fara og venja saman við
øðrum, sum kropsliga eru
betur fyri enn tey, og henda
trupulleika ætlar Yndi sær
eisini at loysa.
– Vit fara hvønn týs-, hós-
og leygarmorgun at hava
tveir tímar, har tað bert er
atgongd fyri hyldligum
fólkum í Yndi. Hetta fer
vónandi at eggja fleiri slíkum
at koma og venja, sigur
Jákup Jacobsen. Hann leggur
afturat, at leygarmorgun
verður ein kostráðgevi
eisini fast í hølunum hjá
Yndi, so at tey, sum eru við
á klænkiskeiðnum, kunnu
fáa ráðgeving og tosa um,
hvussu tað gongur við at
klænka seg.
Bert fyri fólk við
nógvari yvirvekt
Nýggja klænkitilboðið, sum
hevur fingið heitið KGB,
ið stendur fyri Komið &
Gerið Broytingar, fevnir
um eitt skeið upp á 10 vik
ur. Kostnaðurin fyri skeiðið
er 2.400 krónur, og tá er
óavmarkað atgongd til venj
ingarhentleikarnar í Yndi
íroknað. Øll ráðgeving er
eisini íroknað, men um tú vilt
hava klænkimáltíð til dyrnar,
noyðist tú at gjalda eyka
fyri hetta. Jákup Jacobsen
sigur, at skal skeiðið gerast
veruleiki, er neyðugt við í
minsta lagi 20 luttakarum,
men tað ivast hann ikki í fer
at eydnast.
Kunnandi fundur um
nýggja klænkitilboðið verður
í Yndi komandi leygardag
frá klokkan tólv til eitt.
Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn
Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · hestoy@foroyaprent.fo
Føroyaprent fer nú at menna
marknaðar- og søluarbeiðið, og
søkja vit tí eftir søluleiðara. Tú
skalt, saman við tilboðsroknarum
og virkissamskipara, styrkja tey trý
grundleggjandi virðini hjá okkum,
sum eru: rættur prísur, góðska og
levering til tíðina.
Vit hugsa okkum, at tú:
•
helst hevur eina viðkomandi
útbúgving innan sølu og
marknaðarføring
•
hevur royndir við B2B sølu
•
hevur lætt við at samskifta við
viðskiftafólk og starvsfelagar
•
dugir at orða teg í talu
og á skrift
•
hevur lætt við at koma
í samband við fólk
•
hevur áræði, ert álítandi,
nærlagdur og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt
•
at títt fremsta mál er at fáa
kundarnar at kenna seg nøgdar
Ábyrgdarøki
Sum søluleiðari hevur tú ábyrgd
av allari sølu og marknaðarføring,
tað verður tín uppgáva at styrka
sambandið við viðskiftafólk okkara,
eins og tú skapar samband við
nýggjar kundar.
Fram um alt skalt tú virka undir
tí grundleggjandi treytini: Eitt orð
er eitt orð.
Arbeiðsviðurskifti
Á Føroyaprent bjóða vit tær eitt
mennandi umhvørvi. Tú fært eitt
avbjóðandi starv, sum er at menna
størsta grafiska virkið í Føroyum.
Málið er sjálvandi ein sunnur øktur
umsetningur. Tú fert at virka undir
stjóranum og í okkara leiðslubólki
Løn sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Vilt tú vita meira, so ring til Jon
Hestoy, stjóra, á telefon 59 45 55.
Umsóknarfreist 22. januar 2006
Skrivlig umsókn við CV
verður at senda til:
Pf. Føroyaprent
att.: Jon Hestoy
Postsmoga 3118 - 110 Tórshavn
Søluleiðari
Slóðbrótandi klænkitilboð
Í Yndi hava tey gjørt klárt til
luttakararnar á nýggja klænki
skeiðnum, og øll hugsandi
útgerð er útvegað, ið kann
hjálpa fólki at sleppa av við
tey óneyðugu kiloini.
Mynd: Jens Kr. Vang
Kropslig venjing er sjálvsagt ein ógvuliga týðandi partur av
skeiðnum, sum byrjar í næstum.
Mynd: Jens Kr. Vang