Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 2 - 3. januar 2006 Nr. 2 • týsdagur • 3. januar 2006 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Innan­ dura-DM Sunnudagin verður farið í holt við sonevndu Tele2- Cup, sum er at rokna sum danska meistaraheitið í innandura fótbólti. Her verður eitt av liðunum sjálvandi AaB, har leikarahópurin nú telur tveir føroyskar landsliðsspælarar. Hvørt Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen verða partur av hópinum, sum fer í Brøndby høllina at spæla, er tó ikki greitt, men tað er lítið at ivast í, at tað vildi verið kærkomið hjá Jón Róa, um hann við hesum varð slúsaður inn í spælarahópin sum skjótast. Tað er greitt, hvussu bólkarnir í kappingini verða samansettir. Saman við AaB eru FCK, Viborg og Køge í bólki C. Og so er spurningurin, hvørt AaB verður eitt av liðunum, sum megnar at spæla seg fram til fjórðingsfinalurnar. -mørk --- Chelsea setti nýtt met Við teimum fýra sigrunum í strævnu dystarskránni kring høgtíðina, hevur Chelsea sett nýtt enskt met. Teir fýra sigrarnir bera nevnliga við sær, at Chelsea hevur 58 stig eftir fyrstu 21 dystirnar, og hetta er tað mesta, sum nakað enskt felag hevur vunnið sær eftir somikið stuttari tíð. Metið higartil setti Tottenham annars afturi í 1960, tá teir (umroknað til 3-stigaskipan) vunnu sær 56 stig fyrstu 21 dystirnar. Top-10 listin fyri fyrstu 21 dystirnar sær annars soleiðis út í Onglandi. Felag ár stig Chelsea 2005/06 58 Tottenham 1960/61 56 Preston NE 1888/89 55 Manchester Utd. 1907/08 53 Liverpool 1987/88 53 Sunderland 1892/93 52 Manchester Utd. 1993/94 52 Chelsea 2004/05 52 Sunderland 1891/92 51 Everton 1969/70 51 Leeds Utd. 1973/74 51 -mørk Endaspælið í Sunset- kappingini er nú lagt til rættis. Her hava teir fýra FM- biðlarnir seks dystir at prógva, at júst tær skulu vera partur av dystunum, sum fara at avgera, hvar føroyameistaraheitið í kvinnuhondbólti skal enda í ár Hondbóltur Jákup Mørk Hondbóltssambandið hevur nú boðað frá, hvussu spælt verður í endaspælinum í Sunset-kappingini. Her eru liðini í FM-enda­ spælinum Stjørnan, VB, Neistin og Kyndil. Og stendur tað til kappingarnevndina, so verða tað helst Stjørnan og VB, sum fara at stríðast um tey bæði fremstu plássini. Eisini hóast Neistin í grund­ spælinum hevði hug at kílað seg ímillum hesi. Men hvussu víkir og vend­ ir, so bendir alt á, at Stjørnan er stórfavorittur til gullilð.Í grundspælinum taptu tær bert ta einu ferðina - móti Kyndli - men við sigrum á bæði Neistanum og VB staðfestu klaksvíkskvinnurnar, at tær higartil hava verið sterkasta liðið í kappingini. Neistin til próvtøku Hvørt Neistakvinnurnar aftur í endaspælinum megna at seta kílar í í so máta, fæst kanska eisini ein ábending um longu fyrsta umfarið. Tá skal Neistin nevnliga á vitjan í Klaksvík, og í næsta umfarinum er tað so VB, sum kemur á vitjan í Havn. Við byrjan í FM-enda­ spælinum hevur einki av lið­unum nakað stig við sær, og tí fara fyrstu tvey umførini allar helst at geva eina sterka ábending um, hvørji lið verða partur av finaludystunum, sum skulu avgera kappingarárið. Hóast Kyndil hevur víst, at tær hava evni at arga tey ovaru, so er lítil ivi um, at tær grønu allar helst verða við skerdan lut í endaspælinum. Men bara við at røkka hesum er einki at ivast í, at fyrsta málið í kappingarárinum er rokkið hjá teimum grønu. Botnstríðið Meðan tey fýra ovaru lið­ini stríðast fyri FM- møgu­leikanum, so er tað niðurflytingarvandin, sum stendur fremstur í huga hjá niðaru liðunum. Her tykist VÍF at hava sterkasta liðið, men tað er so nakað, sum skal standa sína roynd seinastu seks dystirnar hjá liðnum. Tí hvørki StÍF, Søljan ella Tjaldur munnu fara at lata nakað frá sær við góðum seinastu dystirnar. Tjaldur hevur enn ikki vunnið sær nakað stig í ár, men við styrkinum, sum liðið fekk í grundspælinum, eru fortreytirnar fyri framburði í øllum førum til staðar. Søljan og StÍF hava fyrst og fremst satsað upp á egið fólk í ár, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at røkka hjá teimum báðum. Her er væl hugsandi, at seinasti dysturin hjá teimum báðum liðunum fer at vísa seg sum avgerandi. Tá hittast partarnir nevnliga á Giljanesi, og so fer tað at vísa seg, hvørt taparin av hesum dystinum noyðist eina deild niður til komandi kappingarár. Í øllum førum tykist víst, at talan í bæði grund- og endaspælið verður um nakrar intensar uppgerðir, sum vónandi kunnu fáa lið­ ini at gera sítt ítarsta hvørja einastu ferð. Stjørnan endar í Vági Dystarskráin FM-bólkur 08.01 Neistin-Stjørnan 08.01 VB-Kyndil 15.01 Kyndil-Neistin 15.01 Stjørnan-VB 21.01 Stjørnan-Kyndil 22.01 Neistin-VB 05.02 Kyndil-Stjørnan 05.02 VB-Neistin 18.02 Stjørnan-Neistin 19.02 Kyndil-VB 26.02 Neistin-Kyndil 26.02 VB-Stjørnan Niðari bólkurin 07.01 Tjaldur-VÍF 08.01 StÍF-Søljan 15.01 Søljan-Tjaldur 15.01 VÍF-StÍF 22.01 Søljan-VÍF 22.01 StÍF-Tjaldur 05.02 StÍF-VÍF 08.02 Tjaldur-Søljan 18.02 Tjaldur-StÍF 19.02 VÍF-Søljan 22.02 Søljan-StÍF 25.02 VÍF-Tjaldur Chelsea framherjin Hernan Crespo og miðvallarin Michael Essien vórðu skaddir í dystinum ímóti Westham í gjár, ser­liga í álopinum kann hetta gerast ein trupulleiki hjá Chelsea Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í dystinum ímóti West Ham í dag, varð argentinski fram­ herjin hjá Chelsea Hernan Crespo skiftur út við einum skaða, tá 8 minuttir vóru eftir av dystinum. Crespo varð skiftur inn í 59 minutti og skeyt eitt minutt eftir málið, ið legði Chelsea framum 1-2. Men 20 minuttir eftir varð hann skiftur út við Shaun Wright-Phillips. Við heimsins besta beinki skuldi eingin trupulleiki verið, um Crespo verður skaddur í eina tíð. Tí Chelsea plagar altíð at hava onkran at seta við. Men hesuferð, kann tað gerast ein trupulleiki, tí hin vanligi framherjin Didier Drogba verður næsta mánaðin í Afrika og spælir í African Nations Cup við landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini. Umframt Drogba hevur Chelsea einans unga Carlton Cole at seta við í álopinum. Hesin Cole hevur einans spælt fáar minuttir hetta kappingarárið, og er ivaleyst ikki í bestu dystarvenjing. Íslendski Eidur Gudjonsen, hevur fyrr verið framherji, men seinasta árið hevur hann heldur spælt á miðvøllinum, hann er tó ein møguleiki. Enn er einki komið út al­­ment um skaðan hjá Crespo. Men tá Chelsea í fjør hevði ein líknandi trup­ulleika, við Drogba skadd­um, Mutu koyrdum fyri rúseitursmisnýtslu og Gud­jonsen ivasomum. Segði Chelsea venjarin, José Mourinho, at um hann ongan framherja hevði, kundi hann altíð brúka liðskiparan og miðverjuovastan John Terry sum framherja, tí hann skjýtur so nógv mál. Spennandi verður at vita hvussu leikur fer. Næsti dystur er í steypakappingini í móti Huddersfield Town leygardagin. Hesin dystur átti at verið ein avgreiðslu spurningur, og tað er lítið at ivast í, at Carlton Cole byrjar inni hendan dyst. Eisini miðvallarin Micha­ el Essien fekk ein skaða í dystinum, talan er um okk­ urt, ið líkist einum álv­ars­ lig­um fótliðsskaða. Hetta skriv­ar onside.dk í morgun. Heimasíðan vil skrivar, at hesin skaði í versta falli, kann verða endin á kappingarárinum hjá Essien, ið hevur verið fastur maður á Chelsea liðn­um, síðan hann kom úr Lyon í summar. Essien er ein týdningarmikil spælari, men Chelsea eru rættiliga væl fyri á miðvøllinum, har Gudjonsen ivaleyst er besta boð uppá ein avloysara, hetta er sjálvandi enn ein trupulleiki fyri álopið. Essien skuldi annars spæla fyri Ghana í African Nations Cup henda mánaðin. Men hetta verður nú væntandi av ongum. Hvussu umfatandi skaðin er verður væntandi greitt í dag. Hetta kann í ringasta falli, gera at Essien ikki fær spælt fyri Ghana í HM. Um so er, er hetta ein ómetaligur missur hjá lið­inum, ið ongantíð fyrr hevur spælt seg í eitt HM- endaspæl. Hevur Chelsea ein álopstrupulleika Talan kann væl gerast um sannan gysara, tá Stjørnan í seinasta dystinum í FM-endaspælinum skal á vitjan hjá VB