Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2006 19 Sigursrøðin hjá Liverpool endað Sigursrøðin hja Liverpool fekk ein enda, tá teir mána­­dagin vitjaðu hjá Bolton. Tvær ferðir var Bolton frammanfyri, men Liverpool megnaði at javna báðu ferðirnar. Verjuleikarin Rahdi Jaidi legði heimaliðið framum eftir bert tíggju minuttir, tá málverjin hjá Liverpool gjørdi eitt mistak. 1-0 var eisini støðan í steðginum. Miðskeiðis í seinna hálv­leiki fekk Liverpool brots­spark, sum Gerrard setti í netið. Men bert fýra minuttir seinni var fyrr­ verandi Liverpool leikarin El-Hadji Diouf á blettinum og legði heimaliðið fram­ um. Í 83. minutti javnaði Liverpool aftur, tá innskifti Luis Garcia skoraði. -SíS Chelsea á gullkós Chelsea leikti mánakvøld­ ið á úti­vølli ímóti West Ham, og oddaliðið vann 3-1. Frank Lampard legði Chelsea framum fyri steðg­ in, tá hann skoraði ímóti sínum fyrrverandi felag. West Ham megnaði tó at skapa spenning aftur, tá Marlon Harewodd javn­aði fyri heimaliðið. Í seinna hálvleiki setti Chel­sea seg tó á dystin og við málum frá Hernan Crespo og Didier Drogba tryggj­aði oddaliðið sær trý stig. Talan var um áttandi Premier League sigurin á rað hjá meistarunum. -SíS Birmingham hongur í Hóast Steve Bruce hevur verið undir stórum trýsti hesa seinastu tíðina, so hong­ur nýggja felagið hjá Inga Højsted framvegis í bólkinum av liðum, sum stríð­ast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Hesa ferð gjørdist talan um 2-0 sigur á Wigan, sum annars hevur tikið alt og øll á bóli hetta kapp­ ing­ar­árið. Ikki minst var tal­­an um ein framúr góð­ an dyst hjá Jermaine Penn­ ant, sum hevur havt sínar skaðatrupulleikar at drag­ ast við í ár. Birmingham er tó fram­ vegis undir niður­flyt­ingar­ strikuni, men sein­astu av­rik­ ini hava tó givið ábendingar um, at liðið kanska fer at bjarga sær tilveruna í fremstu deildini. -mørk Coventry klintrar Strævna dystarskráin kring jólini og nýggjárið hev­ur hilnast heilt væl hjá Coventry, har Claus Bech Jørgensen er ein av spæl­ arunum. Mánakvøldið fekk før­ oyski landsliðsspælarin tó bert seinasta minutt­in á vøllinum, tá Wolver­hamp­ ton varð sent heim við 2-0 tapi. Við sigrinum førkaði Coven­try seg upp á 16. pláss­ ið í enska Champ­ionship, har teir nú eru 7 stig frá niðurflytingarstrikuni. Ein strika, sum annars hevur verið ein stór hóttan móti Coventry stóran part av kappingarárinum. -mørk Eina milliard til spælarakeyp í januar mánaði. Tað sigst vera millum tað, sum nýggi eigarin í Portsmouth hevur lovað felagnum. Alexandre Gaydamak kom í gjár ásamt við Milan Mandaric um at keypa helvtina av felagnum Premier League Jákup Mørk Viðhaldsfólkini hjá Ports­ mouth hava kanska ikki havt so nógv at fegnast um seinastu tíðina. Hóast Milan Mandaric hevur oyst fleiri milliónir í felagið, síðani hann á sinni keypti hetta, hevur tað ikki eydnast fe­lag­ num at taka stigið upp í veru­ ligu elituna. Uppflytingin til Premier League gjørdist tó veruleiki, men tað hevur víst seg sera trupult at taka avgerandi stig­ ið upp til tey stóru í deild­ ini. Nú er tó líkt til, at Ports­ mouth hevur fingið fatur í manninum, sum kann geva felagnum seinasta skumpið. Mánadagin samdust Milan Mandaric, sum í nøkur ár hevur verið einsamallur eig­ ari, og Alexandre Gaydamak nevnliga um, at Gaydamak nú verður eigari á jøvnum føti við Mandaric. Og eins og við Abramo­ vich yvirtøkuni av Chelsea fyri hálvum triðja ári síðani, so er líkt til, at Portsmouth nú skal fáa eina ordans penga­innspræning. Pengar eru ikki alt Gitingar hava longu verið frammi um, at nýggi eig­ ar­in fer at lata felagnum á leið eina milliard danskar krónur til spælarakeyp í næst­um. Transfer vindeygað í Onglandi er opið fram til 31. januar, og tí tykist víst, at Harry Redknapp fer at hava úr at gera komandi vik­ urnar. Eisini hóast hann í dag sigur, at hann ikki ætlar sær at oyðsla nakran pening burtur. - Sjálvandi vóni eg, at pen­ ingur verður tøkur at keypa spælarar fyri. Men hóast hann sær út til at vera ein ríkur maður, so ivist eg í, hvørt Gaydamak veruliga fer at geva felagnum eina slíka upphædd. Men líkamikið, hvat fer at henda, so fara tit ikki at síggja meg tveita pening til høgru og vinstru. Tað kann væl verða, at okk­ urt felag vil trýsta prísin uppeftir, men er ein spælari verdur 25 milliónir krónur, so ætli eg mær ikki at rinda 35 milliónir fyri hann, stað­ festir Harry Redknapp, sum nú aftur hevur ábyrgdina av West Ham. Og hann leggur afturat, at peningur er ikki alt í fót­ bóltsheiminum. - Vit vita, hvussu trupult tað er í Premier League. Eitt nú hevur Everton keypt James Beattie fyri £ 6 mió, og tað hevur ikki hjálpt stór­ vegis. Tað er jú ikki víst, at vit vinna teir seinastu 17 dyst­irnar, fyri tað um vit keypa hópin av nýggjum spæl­arum. Tað tekur tíð at byggja eitt lið upp. Chelsea look-alike Tað er tó lítið at ivast í, at við­ haldsfólkini í havnarbýnum longu nú eru farin at droyma um eitt Chelsea look-alike. Har hava milliardirnar hjá Abramovich meira ella minni prógvað, at tað ber til at keypa seg til succés. Og hóast Gaydamak ikki eigur nær námind eins nógvar milli­­ardir, sum russiski oligo­ arkurin hjá Chelsea, Tað er tó ikki stórvegis, sum fólk vita um 30 ára gamla Alexandre Gayda­ mak. Hann er sonur at Arcadi Gaydamak, sum var ein av teimum, sum fekk fat­ ur á ovurhonds stórum virð­ um undir russisku umskip­ anini. Teir báðir eru av jødiskari ætt, og eitt nú hevur pápin fingið sær eitt gott umdømi í Ísrael. Bæði sum forseti fyri átrúnarligan felagsskap fyri russiskar jødar, og sum eigari av Beitar Jerusalem, sum er millum sterkastu feløgini í Ísrael. Tað er tó ikki bara fyri tað góða, at Gaydamak- feðg­arnir eru kendir. Eitt nú var pápin ákærdur fyri at vera partur av einum »vápn fyri olju« handli við Angola í 90’unum. Ein gøla, sum millum annað hevði fongsulsrevsing við sær til sonin hjá franska forsetanum, Francois Mitterand. Sjálvur segði Arcadi ta ferðina, at hetta var ein fult lóglig avtala, sum russiski staturin hevði gjørt. Seta helst nýtt met Um sonin eru einastu boðini, at hann er ein russiskur vinnu­ lívsmaður, sum er búsitandi í London. Men líkist hann pápanum nakað, so er fótbóltsáhugin stórur. Eftir at hesin á heysti í 2004 keypti Beitar Jerusalem, hevur hann ment felagið til at verða tað í løtuni sterkasta í landinum. Eitt nú við at seta væl lýdda Luis Fernandez úr Fraklandi sum venjara. Og so kann eisini nevn­ast, at tað undir øllum um­støð­ um tykist, sum verð­ur Ports­ mouth-hópurin styrkt­­ur í næst­um. Higartil hev­ur dýr­­asta keypið hjá felag­ num verið tær £ 1,8 mió sum felagið rindaði fyri Dejan Stefanovic, men tað metið stendur fyri falli. Úr Fraklandi ljóðast, at fe­lag­ið hevur boðið £ 4,1 mió fyri Auxerre áleyparan, Mwaru­ wari Benjani, men fyribils verður hetta avsannað í Ports­ mouth. Russiskir rublar til Portsmouth Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 21 19 - 1 - 1 46 10 36 58 2 Manchester Utd. 20 13 - 5 - 2 40 17 23 44 3 Liverpool 19 12 - 5 - 2 28 11 17 41 4 Tottenham 20 10 - 7 - 3 29 18 11 37 5 Wigan 21 11 - 1 - 9 25 26 -1 34 6 Arsenal 19 10 - 3 - 6 27 15 12 33 7 Bolton 19 9 - 5 - 5 25 20 5 32 8 Blackburn 20 9 - 3 - 8 26 25 1 30 9 Manchester City 20 8 - 4 - 8 27 22 5 28 10 West Ham 21 7 - 5 - 9 27 30 -3 26 11 Newcastle 20 7 - 5 - 8 20 23 -3 26 12 Aston Villa 21 6 - 7 - 8 25 30 -5 25 13 Charlton 19 8 - 1 - 10 24 30 -6 25 14 Fulham 21 6 - 5 - 10 25 30 -5 23 15 Everton 21 7 - 2 - 12 14 31 -17 23 16 Middlesbrough 20 5 - 7 - 8 25 30 -5 22 17 WBA 21 5 - 4 - 12 20 31 -11 19 18 Portsmouth 21 4 - 5 - 12 16 33 -17 17 19 Birmingham 20 4 - 4 - 12 15 29 -14 16 20 Sunderland 20 1 - 3 - 16 15 38 -23 6 Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Reading 28 21 - 6 - 1 59 15 44 69 2 Sheff Utd. 27 18 - 5 - 4 50 25 25 59 3 Leeds 27 15 - 6 - 6 37 22 15 51 4 Watford 28 12 - 10 - 6 45 34 11 46 5 Crystal Palace 26 13 - 5 - 8 41 27 14 44 6 Preston 27 9 - 14 - 4 33 22 11 41 7 Wolverhampton 28 9 - 12 - 7 32 25 7 39 8 Burnley 28 11 - 6 - 11 39 35 4 39 9 Luton 28 11 - 5 - 12 40 39 1 38 10 Cardiff 28 10 - 8 - 10 36 35 1 38 11 Norwich 28 11 - 5 - 12 32 36 -4 38 12 Stoke 28 12 - 2 - 14 35 40 -5 38 13 QPR 28 9 - 9 - 10 33 39 -6 36 14 Southampton 27 7 - 13 - 7 29 29 0 34 15 Ipswich 28 8 - 9 - 11 30 42 -12 33 16 Coventry 28 7 - 11 - 10 34 41 -7 32 17 Hull 27 7 - 9 - 11 26 31 -5 30 18 Derby 28 5 - 14 - 9 34 40 -6 29 19 Plymouth 26 6 - 10 - 10 23 33 -10 28 20 Sheff Wed 28 6 - 9 - 13 22 33 -11 27 21 Leicester 27 5 - 11 - 11 27 35 -8 26 22 Brighton 28 4 - 13 - 11 27 43 -16 25 23 Millwall 28 5 - 10 - 13 22 40 -18 25 24 Crewe 28 4 - 10 - 14 31 56 -25 22 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) Premier League, úrslit WBA-Aston Villa 1-2 West Ham-Chelsea 1-3 Birmingham-Wigan 2-0 Bolton-Liverpool 2-2 Everton-Charlton 3-1 Fulham-Sunderland 2-1 Newcastle-Middlesbrough 2-2 Blackburn-Portsmouth 1-2 Arsenal-Manchester Utd. (útsettur til týskvøldið) Manchester City-Tottenham (útsettur til mikukvøldið) Sosialurin veitst tú ikki tað? Harry Redknapp hevði ikki alt ov nógv at smílast at, tá Ports­ mouth spældi móti Blackburn í gjár. Hóast skjóta 1-0 leiðslu, so mátti Portsmouth enn eina ferð taka til takkar við tapi. Og enn liggur liðið undir niðurflytingarstrikuni. Ein veruleiki, sum russiskar milliardir nú skulu broyta Mynd: Reuters