Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 3 - 4. januar 2006 BALSLEV SØKIR STARVSFÓLK Vit sóknast eftir sølufólki til Málingadeildina í Byggibúðini. Vit vænta: • at tú ert faklærd/ur, men tó eingin treyt. • ert millum 25-40 ár. • hevur áræði og góðan hug til handilsarbeiði. • hevur lætt við at samstarva við onnur, og ert kundavinarlig/ur. Vit bjóða: • løn samb. S & K • góðar arbeiðsumstøður. • góðar arbeiðsfelagar. Um tú heldur at hetta er nakað fyri teg, so send okkum skrivliga umsókn við møguligum viðmælum. Best er um tú kanst byrja tann 1. februar. Fleiri upplýsingar um starvið, fáast við at tosa við Eyðun Hansen, e-mail: eh@balslev.fo. pf. Balslevs Timburhandil & Byggibúð Postboks 3309 110 Tórshavn “Maðurin, sum gjørd­ ist kendur fyri at endurútgeva Varðan, er sjálvur vorðin ein varði í føroyska samfelagnum”, sigur mentamálaráðið í grundgevingum sínum fyri at heiðra hin nú 90 ára gamla nólsoyingin, Emil Juul Thomsen við Heiðursgávu Landsins, sum er uppá 75.000 kr. Heiðursløn Snorri Brend – Heiðursgáva Landsins verður latin Emil Juul Thom­ sen fyri hansara slóðbrótandi arbeiði fyri føroyskar bókmentir og bókaútgávur, sigur Mentamálaráðið í grundgevingunum. Henda heiðursgávan verð­ur latin einstaklingi, felagi ella fyritøku — t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri — sum tøkk og við­urkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan t‡dning fyri føroyska list og føroyska mentan og mentanarlív. Her sigur mentamálaráðið, at Emil Juul Thomsen hev­ ur við forlagi sínum “Bóka­ garður” seinastu fjøruti árini givið út stórt og ókent tal av gomlum føroyskum verkum í nýggjum hami. Forlagið hevur givið út Varðan, bókina um Kirkju­bø­ múrin, bókina um listamálaran Mikines, William Heinesen á føroyskum, H. A. Djurhuus, Heðin Brú og Martin Joensen í nýggjum útgávum, nýprent av bókum Regins í Líð, og bøkur eftir Jóannes Rasmussen og Hanus Debes Joensen. Millum tær mongu bøk­ urnar finnast eisini bøkur um list eftir Broby Johansen, eins og týddir altjóða klassikarar. Eitt hitt seinasta bragd Emil Juul Thomsens er útgávan av mikla verkinum “Føroya Kvæði”. Tá ið Emil fylti 90 ár 27. november í fjør lýsti, nevndin í Varðanum Emil soleiðis: “Maðurin, sum gjørdist kendur fyri at endurútgeva Varðan, er sjálvur vorðin ein varði í føroyska sam­ felagnum”. – Hesi orð ger tilmælis­ nevndin til síni. Heiðursgávan verður tí latin Emili fyri lívsverk hansara at geva út og harvið varðveita ein stóran og týdningarmiklan part av mentanararvi okkara, verður sagt at enda. Í samrøðu við Sosialin í sambandi við 90 ára dag­ in, segði Emil, at hann framvegis hevði ætlanir um nýggjar bókaútgávur. - Í hjartanum á mær ligg­ ur eisini eitt stórt ynski um at geva út eina bók um listamálaran Steffan Dani­ elsen (1922-1976) higani úr bygdini. Tað arbeiðið er í roynd og veru longu farið í gongd. Ta bókina eri eg øgiliga spentur uppá, tí, skal eg siga tær, - næst eftir Mykines, so er Steffan besti málarin, sum vit føroyingar nakrantíð hava átt, segði Emil í hesi samrøðuni. Nú fær Emil sín heiður Emil Juul Thomsen er nú umsíðir heiðraður fyri allar bókaútgávur sínar. Hóast nógvar bøkur eru givnar út, so hevur hann enn ætlanir um fleiri bøkur Mynd: Snorri Brend