Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2006 5 – Hetta er so fantast­ iskt, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn eg havi fatað tað, sigur Tita Vinter, sum í ár fær størsta føroyska mentanarheiðurin, Mentanarvirðisløn Landsins, fyri sítt listarliga lívsverk Mentanar­virðis­ løn Landsins Anna V. Ellingsgaard sosialurin.fo Fyrrapartin varð greitt, at tað verður vevlistakvinnan Tita Vinter, sum fær Ment­ anarvirðisløn Landsins, ið verður latin fyri at hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði. Um­framt stóra heiðurin fylgja 150.000 kr við virð­is­ lønini, sum er størsta ment­ anarvirðislønin, ið verður latin í Føroyum. Fyrsta konufólk – Eg eri ómetaliga fegin og takksom. Hetta er ein so ótrú­ lig kensla, at eg illa fái sett orð á hana, sigur Tita, men skundar sær at leggja afturat, at eftir hennara tykki eru tað fleiri onnur enn hon, ið hava heiðurin líka væl uppi­ bornan. - Tað sita so nógv onnur listafólk kringi landið, sum sannliga hava uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Onkra løtu havi eg næstan hug at krógva meg, og ivast í, um eg havi uppiborið hetta. Men fyrst av øllum eri eg glað og ikki sørt errin av at verða fyrsta konufólk, ið fær hendan heiðurin, sig­ur Tita, sum fegnast um at føroyskar listakvinnur nú skriva seg inn í hendan partin av okkara listasøgu. - Eg haldi, at eg fari at møta upp í kjóla fyri at mar­ kera hesa stórhending fyri føroyskar listakvinnur, sigur Tita skemtandi. Tær 150.000 kr sum fylgja við virðislønini fer Tita fyrst av øllum at brúka til at geva sær stundir til bara at gera sovorði, sum hon hevur hug til. At tað verður okkurt list­ar­ligt er lítið at ivast í. Tita er í løtuni í holt við fleiri list­arligar verkætlanir, mill­um annað eina fram­sýn­ ing á Ráðhúsinum í Keyp­ mannahavn í mars mánað og afturvendandi framsýning­ina “Dyr” í Müllers Pakkhúsi í summar. Úr grundgevingini: Í grundgevingini fyri at lata Titu Vinter Mentanar­ virði­sløn Landsins, sigur Virðis­lønarnevndin millum annað: “Mentanarvirðisløn Land­ sins verður latin Titu Vinther fyri hennara slóbrótandi ar­beiði innan vevlist í Før­ oyum. Hóast hon ikki er upp­ vaksin í Føroyum, fær hon nógvan íblástur úr føroysku náttúruni, og er hon ein sonn undangongukvinna og serfrøðingur í plantuliting og at nýta tilfar úr føroysku náttúruni yvirhøvur. Eis­ini hevur hon torað at brúkt annað tilfar enn tað van­liga og siðbundna; bæði menn­ iskjahár og hestahár eru kom­in undir hennara kønu hendur og eru tvinnað og spunnin inn í listaverkini. Listarverkið “Santa Pæturs nót”, sum er vevað úr menn­ iskja­hárum, hevur fingið sera góð ummæli bæði her heima og í øðrum londum. Fleiri av verkum hennara eru at síggja í Listasavni Føroya. Tita hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt støði, frá handverki til list, og á tann hátt hevur hon slóðað veg og veitt íblást­ ur til aðrar kvinnur innan hesa listargrein”. Tita fær Mentanar­virðislønina - Hetta er ein so ótrúlig kensla, at eg illa fái sett orð á hana, sigur Tita Vinter, sum nú fær stóra heiðurin at fáa Mentanarvirðisløn Landsins, sum er størsta mentanarvirðislønin, sum verður latin í Føroyum