Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 3 - 4. januar 2006 Fólk, sum koma illa fyri av skaða ella sjúku í sambandi við arbeiði, skulu nú hava munandi betri sømdir. Men ein betri skipan kostar og tað fer eisini at verða munandi dýrari hjá arbeiðsgevarum og sjálvstøðugt vinnurekandi Arbeiðsskaða­ trygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu øll, sum fáa arbeiðsskaðar, ella verða sjúk av arbeiðnum, fáa munandi betri sømdir Eitt tað fyrsta, sum løg­ tingið sleppur at taka støðu til eftir jólaferiuna, er eitt upp­skot til eina nýggja arbeiðsskaðatrygging, sum skal koma ístaðin fyri tað ótíðarhóskandi og ófullfíggjaðu van­lukku­ tryggingina, sum nú er í gildi. Vanlukkutryggingin, sum nú er í gildi, er ógvuliga avmarkað og tí eru tað heilt nógv fólk, sum detta burturímillum og onga hjálp fáa, tá ið tey koma til skaða í sambandi við arbeiði, ella tá ið tey verða sjúk av arbeiðnum, tey hava. Men síðani Hans Pauli Strøm varð landsstýris­mað­ur í almanna- og heilsumálum, hevur hann lagt nógva orku í at gera eina nýggja skipan, sum skal lofta nógv fleiri av teimum, sum koma illa fyri í sambandi við arbeiðið enn vanlukkutryggingin nú ger. Annars hava politikarar í rættiliga nógv ár tosað fáa eina betri vanlukkutrygging. Enn hevur tað ikki eydnast, men Hans Pauli Strøm vónar, at tað eydnast hesuferð, nú uppskot verður lagt fyri tingið so skjótt tað kemur saman aftur síðst í januar. Ótíðarhóskandi og ófullfíggjað – Lógin, sum er í gildi nú, er ótíðarhóskandi og ófull­ fíggjað, tí tað eru ógvuliga nógv sløg av skaðum, sum onki endurgjald fæst fyri. Umframt at vera eitt rættiligt frambrot á hesum øki, fer nýggja lógin eisini at lyfta føroyingar koma upp á sama støði á hesum øki sum hini norðurlondini eru á. – Vit hava eina beinleiðis skyldu til at lyfta okkum upp á norðurlendskt støði á hesum øki, tí í ymsum sátt­ málum, vit norðurlond hava gjørt sínamillum um sosiala trygd, hava tey bundið seg til at veita borgarum hjá hvørj­ um øðrum somu sømdir, men tey krøvini ganga vit ikki á møti í løtuni. Hans Pauli Strøm sigur, at størsta framstigið í nýggju lógini er, at hon kem­ur eisini at umfata vinnu­ sjúkur og brádliga íkomnir lyftiskaðar. – Hesi sløgini av skaðum og sjúkum eru ikki umfatað av lógini, sum er, og tí verð­ ur heldur onki endurgjald lat­ið fyri slíkar skaðar og sjúk­ur, sum hava sambandi við arbeiðið Landsstýrismaðurin sigur, at hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum. – Hugtakið vinnusjúk­ ur fevna um vanlukkur í sam­­bandi við arbeiði. Men hugtakið fevnir eisini um tær sjúkur, ið fólk kunnu fáa av av arbeiðnum, tey hava. Landsstýrismaðurin sigur, at í sambandi við vinnusjúkur fáa tey nú eisini rætt til trygging, sum verða sjúk av arbeiði, hóast sjúkan ikki vísir seg, fyrrenn ein tíð er fráliðin. Hesi fólkini hava ikki rætt til endurgjald, sum støðan er nú. Lyftiskaðar eru kanska ­ mest kend­­ir í heilsu­verk­ in­um, har heima­­hjálpir, sjúkra­systrar og portørar eru í stórum vanda fyri at fáa lyftiskaðar, men tað eru sjálvsagt eisini onn­ur við tungum arbeiði, sum eru í vanda fyri at fáa lyfti­ skaðar. Hesar lógarbroytingarnar ljóða kanska ikki av so nógv­­um, men Hans Pauli Strøm sigur, at týdningurin av teimum skulu ikki undir­ metast. Nógv fleiri fáa endurgjald Lógin, vit hava, er frá 1966 og tað eru eitt ørgrynni av skaðum og sjúkum, sum onn­ur norðurlond nú hava við­urkent sum vinnuskaðar og vinnusjúkur, sum vit als ikki kendu til miðskeiðis í seksti­árunum. – Vit meta, at bara tað, at hesi bæði hugtøkini verða tik­in við í nýggju lógina, fer at víðka hetta økið meiri enn ein triðing. – Tað eru so nógv fólk, sum fáa lyftiskaðar ella fáa sjúkur, sum stava frá arbeiðnum, at vit meta, at meiri enn triðingur av teim­ um, sum nú fara at fáa rætt til endurgjald frá trygging­ini, fáa tað av hesum orsøkum. Samstundis, sum tann nýggja lógin fevnir um nógv fleiri sløg av skaðum og sjúkum, verða eisini út­gjald­ ini, sum fólk koma at fáa frá tryggingini, tá ið tey koma illa fyri, munandi hægri enn tey eru nú. Ein kravd trygging Hans Pauli Strøm leggur dent á, at talan er um eina tryggingarskipan, har allir arbeiðsgevarar skulu hava síni starvsfólk tryggjað. Men hetta er eisini ein skip­ an, sum øll sjálvstøðug vinnu­rekandi skulu vera í. Sostatt kemur lógin at umfata øll, bæði løntakarar og tey vinnurekandi. Og av tí at tað verða so stór­ar ábøtur verða gjørd á lógina, fer tað eisini at vera nógv dýrari at betala til hesar trygg­ingar. – Vit meta, at tað fer at vera upp ímóti 40% dýrari hjá einum arbeiðsgevara at vera í nýggju arbeiðs­ skaðatryggingini, enn tað er at vera í vanlukkutrygging­ ini, sum nú er. Fyri at gera umsitingina skjótari og einfaldfari, skal øll skipanin hereftir savn­ ast og umsitast á Almanna­ stovuni. Eisini barna­vernd­ ar­umsitingin í Suðuroy hevur nú fingið leiðara. Leiðarin skal eisini verða leiðari á Sosialu deild á Tvøroyri Starvsseting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er eisini leiðari sett­ ur fyri tað nýstovnaðu sosialu deild á Tvør­ oyri. Tað er Susanne Mad­ sen er sett í nýgja leiða­ rastarvið. Ætlanin er, at hon skal verða leiðari á Sosialu Deild á Tvøroyri hálva tíð, men hon hálva tíð skal hon eisini verða leið­ari fyri nýggju barna­­verndar­umsit­ing­ ini hjá kommununum í Suð­ur­oynni. Men hesar fyrstu mán­­að­irnar verð­ur tað tó barna­vernd­ar­um­ sit­ingin, sum verð­­ur høvuðsupp­gáva henn­ ara. Susanne Madsen er dani, hon er 30 ára gomul og cand mag í samfelags­frøði/fyri­ siting og søgu. Hon hev­ur áður undirvíst á miðnámsskúlan­um í Suð­­uroy og á donskum miðnámsskúla. Hon hev­ur eisini arbeitt á al­mannastovu í Dan­ mark og á Gransk­ing­ ar­­deplinum fyri økis­ menni­ng. Í løtuni er hon lær­ari á studentaskúla í Danmark. Tað gekk ikki so lætt at seta starvið, tí tá ið lýst varð í fyrsta umfari, var bara ein skikkaður umsøkjari. Tí varð gjørt av at søkja av nýggjum og tá bar betur til við tað, at tá søktu átta fólk. Jens Johannesen, for­ maður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð, sig­ur, at í næstum verð­ ur lýst eftir einum starvs­ fólki aftrat. Kommunurnar í Suð­ ur­oynni hava skipað eina felags barnavenrd og tær eru eisini samdar um at arbeiða fyri at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy. Lofta fólki sum koma illa fyri Suðuroyingar fingið leiðara Nógv av teimum, sum nú detta niðurímillum, tá ið tey fáa skaða í arbeiði, ella verða sjúk av arbeiði, verða loftað av eini nýggjari skipan, sum nú skal setast í verk. Samstundis hækka endurgjaldini munandi Lesið Sosialin - so eru tit við