mikudagur 4. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2006
7
-Satt at siga leggi
eg ikki stórvegis
um tað eru tær
donsku ella føroysku
viðmerkingarnar,
sum eru sendar
til ST. Fyri meg
er hatta meira
tekniskt lógarprát
enn nakað annað,
sigur formaðurin í
uttanlandsnevndini,
Johan Dahl
ST-fráboðan
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
- ST-fráboðanin er ein sigur
fyri sambandsfólk.
Sambandstingmaðurin
og formaðurin í uttan
landsnevndini,
Johan
Dahl, fegnast um, at sjálvs
avgerðarrættur føroyinga
nú er staðfestur í ST.
- Fráboðanin er ein
staðfesting av tí, sum
Sambandsflokkurin hevur
ført fram í meir enn eina
øld. Vit hava altíð ført
fram, at føroyingar hava
sjálvsavgerðarrætt og hava
kunnað tikið avgerð um
okkara egnu framtíð. Hjá
teimum, sum hava ivast
í hesum, má fráboðanin
til kennast væl, tí nú er
sjálvsavgerðarrætturin
staðfestur og fráboðaður
altjóða samfelagnum, vísir
Johan Dahl á.
Í kjalarvørrinum á
fráboðanin hjá donsku
stjórnini hevur kjak aftur
tikið seg upp um føroysku
og donsku útgávuna av
heimildarlógini. Bæði
politikarar og løgfrøðingar
vístu undir viðgerðini av
heimildarlógini í fjør, at tað
var óheppið, at donsku og
føroysku viðmerkingarnar
ikki vóru tær somu.
Tá danska stjórnin
stutt fyri jól boðaði ST
frá heimildarlógini, vóru
donsku viðmerkingarnar
lagdar við- og ikki tær
føroysku. Hetta tykist ikki
at elva til høvuðbrýggj
hjá formanninum í uttan
landsnevndini.
- Satt at siga leggi eg
ikki stórvegis um tað eru
tær donsku ella føroysku
viðmerkingarnar, sum eru
sendar til ST. Fyri meg er
hatta meira tekniskt lóg
arprát enn nakað annað,
tí tað týdningarmesta í
øllum hesum er, at okkara
sjálvsavgerðarrættur nú
er fráboðaður altjóða sam
felagnum, sigur Johan
Dahl.
Í kjaksendingini í Kring
varpi Føroya týskvøldi
bjóðaði formaður Tjóðveld
isfloksins, Høgni Hoydal,
løgmanni av til eina fólka
atkvøðu, har Føroya fólk
fekk møguleika at siga sína
hugsan um fráboðanina til
ST. Hesum vísir formaðurin
í uttanlandsnevndini aftur.
- Eftir mínum tykki gev
ur tað onga meining at
halda eina fólkaatkvøðu
um hatta málið, tí føroya
fólk hevur valt politikarar
til at røkja teirra áhugamál,
og tað er tað, landsstýrið
og samgongan ger í løtuni,
sigur Johan Dahl.
Sigur fyri
sambandsfólk
- Eftir mínum tykki gevur tað onga meining at halda
eina fólkaatkvøðu um hatta málið, tí føroya fólk hevur
valt politikarar til at røkja teirra áhugamál, og tað er tað,
landsstýrið og samgongan ger í løtuni, sigur Johan Dahl
Savnsmynd
- Tað er eftir míni
meting rættiliga synd,
at føroyska politiska
skipanin í so langa
tíð hevur hildið seg
undan tí, tað veruliga
sn‡r seg um - politikk
- og heldur vavt seg
inn í ógreiða hugtakið
sjálvsavgerðarrættur,
sigur Bárður Larsen,
løgfrøðingur
ST-fráboðan
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
- Fráboðanin til ST loyvir
ikki Føroyum einsíðugt at
stíga úr ríkisfelagsskapinum,
um
føroyingar
ynskja
tað. Tað er tí ikki rætt, tá
løgmaður óbeinleiðis sigur,
at vit nú kunnu loysa frá
Danmark bert um viljin og
árræði er til tað í Føroyum.
Í fráboðanini til ST ber ikki
til at skilja millum, um talan
er um sjálvsavgerðarrætt inn
eftir ella úteftir, og hetta er
rættiliga avgerandi.
Løgfrøðingurin og lim
urin í Stjórnarskipan Før
oya, Bárður Larsen, er
ikki samdur í fatani hjá
løgmanni av fráboðanini
til ST. Løgfrøðingurin vís
ir á, at hugtakið um sjálvs
avgerðarrætt er fløkjaligt,
og tað er torført siga, hvønn
týdning løgfrøðiligan hug
takið hevur longur.
- Fyrst er týdningarmikið at
vera varður við, at fráboðanin
til ST (CIRCULAR NOTE)
við orðunum “They (uttan
ríkisheimildarlógirnar red.)
are in conformity with the
right to self-determination
of the People of the Faroes
and the People of Greenland
under international law”
ikki fráboðar nakran sjálvs
avgerðarrætt, men at hon
heldur forútsetir ein longu
verandi sjálvsavgerðarrætt.
Spurningurin er síðan,
hvussu hesin longu verandi
sjálvsavgerðarrættur skal
tulkast.
Bárður Larsen vísir á, at
fólkarættarliga verður tosað
um tann ytra og tann innara
sjálvsavgerðarrættin.
- Tann ytri sjálvsavgerð
arrætturin inniheldur m.a.
rættin til at loysa frá einum
móðurlandi uttan tess
samtykki. Tað tykist vera
hendan rættin, løgmaður
sipar til, tá hann sigur, at
sjálvstýrismálið nú við
sjálvsavgerðarrætitinum
eina er á føroyskum hondum.
Men hetta er ikki rætt. Ytri
sjálvsavgerðarrætturin
og við honum rætturin til
loysing hevur ongantíð verið
ætlaður - ella praktiseraður
- øðrum enn 1. kolonium
og landøkjum, ið ST hev
ur viðurkent sum ikki-
sjálvstýrandi og 2. kúgaðum
fólkum. Henda tulking er
heilt mainstream í altjóða
teori og m.a. stuðlað av so
viðurkendum úttalilsum sum
tí hjá kanadiska hægstarætti
í 1998. Føroyar eru ikki eitt
”ikki-sjálvstýrandi”, og
vit vera ikki illa kúgað av
dønum. Tískil hava vit eftir
altjóðarætti einans innara
rættin til sjálvræði, og hann
kunnu danir uttan víðari
siga, at vit longu hava við
hemastýrisskipanini
og
verandi fólkatingsumboðan;
á henda hátt fara teir ivaleyst
eisini at tulka ”the right to
self-determination of the
People of the Faroes”, um tað
kemur til skarpskeringar.
- Tað er eftir míni meting
rættiliga synd, at føroyska
politiska skipanin í so langa
tíð hevur hildið seg undan
tí, tað veruliga snýr seg um
- politikk - og heldur vavt
seg inn í ógreiða hugtakið
sjálvsavgerðarrættur. At før
oyingar hava eitt legitimt krav
uppá loysing, um meiriluti
verður fyri tí, tað eru helst
flestu føroyingar samdir um.
Men slík argument hava bara
meira við politiskan moral
at gera enn fólkarættarligan
sjálvsavgerðarrætt.
Spurdur um talan er um
taktiskt snildni frá dønum at
fráboða uttanríkispolitisku
lógina til ST, svarar Bárður
Larsen: Tað rokni eg við, tí
sjálvsavgerðarrætturin er
so óbestemmiligur, at hann
er kærkomið amboð til at
tiltoka eitt annars greitt
politiskt landslag.
Í kjalarvørrinum av donsku
fráboðanini til ST hevur kjak
tikið seg upp um tí føroysku
og donsku útgávuna av heim
ildarlógini. Bæði politikarar
og løgfrøðingar hava áður
víst á, at tað er óheppið, at
viðmerkingarnar ikki eru
tær somu.
Tað er fínt, at føroyingar
halda uppá sína fatan, at
vit hava valdið frá okkum
sjálvum og ikki frá dønum
ella altjóða samfelagnum.
Spurningurinm er bara,
hvat virði hetta hevur, tá
danir kunnu fráboða altjóða
samfelagnum ein heilt annan
veruleika. Ella við øðrum
orðum: Ber tað til at hava
ein samleika uttan mun til,
hvat onnur halda um ein?
Rúkandi ósamdir
Kjaksendingini í Kringvarpi
Føroya týskvøldið vísti enn
einaferð, hvussu rúkandi
ósamdir løgmaður og for
maður Tjóðveldisfloksins,
Høgni
Hoydal,
eru
í
sjálvsstýrismálinum. Í gjár
kvøldið var fráboðanin av
heimildarlógini til ST á
breddanum, og kjakið vísti
enn einaferð, at samgongan
og størsti andstøðuflokkurin
dregur alt annað enn somu línu
í sjálvsstýrismálinum.
Løgmaður vil vera við, at
fráboðanin til ST staðfestir
sjálvsgerðarrætt Føroya
í altjóða samfelagnum
og hetta hevur við sær,
at ”sjálvsstýrismálið nú
er okkara burturav”, sum
hann málbar seg undir
nýggjársrøðuni.
Løgmaður vísir á, at Før
oyar hava nú fingið stað
fest rættin hjá føroyska
fólkinum í altjóða rætti,
og hava føroyingar árræði
og vilja at fara út úr ríkis
felagsskapinum, ber ikki til
hjá dønum at sýta fyri tí, eftir
at sjálvsavgerðarrætturin er
staðfestur sambært altjóða
rætti. Hetta kemur av, at
altjóða rætturin er omanfyri
statsrættin, sum danir vanliga
hava hildið fast um.
Høgni Hoydal kallar
hinvegin fráboðanin til
ST sum størsta álopið á
fullveldisrørsluna í nýggj
ari tíð. Hann vil vera
við, at Føroyar endaliga
hava góðtikið, at vit eru ”
Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne”- at
Føroyar bert eru húskallar
og fulltrúar hjá Danmark.
Formaður Tjóðveldisfloksins
vísir á í lesarabrævið í dag, at
ST-fráboðanin hevur við sær,
at Føroyar ikki kunnu gera
avtalur við onnur lond, um
tað gongur ímóti donskum
áhugamálum og at Danmark
hevur evsta valdið yvir øllum
føroyskum viðurskiftum við
umheimin.
Sjálvsavgerðarrætturin
er útholaður