Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 3 - 4. januar 2006 Ókeypis rúsdrekka til heimleys Í Ottawa, Kanada, hava tey seinnu árini havt eina royndarskipan, har heimleysir alkoholikarar hava fingið tillutað ávísa nøgd av ókeypis rúsdrekka hvønn dag. Heldur óvanliga verk­ ætlanin byrjaði í 2002, og nú um dagarnar skrivar Jyllands Posten, at úrslitið sum heild hevur verið gott. Danska blaðið vísir til tíðarritið, Canadian Medical Association. Har verður sagt, at síðani royndarskipanin varð sett í verk, er kriminaliteturin millum tey heimleysu minkaður munandi. Fyrstu 16 mánaðirnar var fallið í kriminalitetinum millum royndarpersónarnar soleiðis 51%. Hartil var talið á sjúkrahúsvitjanum hjá somu persónum mink­ að við 36%, og tí varð avgerð tikin um at halda fram við hesum. Skipanin er sett so­leiðis saman, at heim­ leys við varandi alko­ holtrupulleikum kunnu fáa upp til 15 gløs av víni ella sherry um dagin. Tó soleiðiðs, at talan í mesta lagi er um eitt glas hvønn tíma í tíðarbilinum frá 7 á morgni til 22 á kvøldi. -mørk --- Røkke varð ársins leiðari Tað var eingin ivi millum lesararnar, tá norska heimasíðan, www.dn.no, um ársskiftið skuldi kjósa ársins leiðara. Kjeld Inge Røkke, sum eisini hevur føroysk áhugamál at røkja, fekk nærum ein triðing av atkvøðunum, og endaði soleiðis á einnum tryggum fyrstaplássi. Djarvur, framsíggin og sín egni harri vóru nøk­ur av skoðsmálunum, sum vórðu latin stjór­ an­um hjá Aker í at­kvøðugreiðsluni. Tey, sum vóru næst Røkke, vóru Bjørn Kjos, John Freriksen, Helge Lund og Celina Midelfart. -mørk At eggja fiskiførum at avreiða fiskalivur, heldur enn at tveita hesa á sjógv, ber nú til at vinna sær eyka fiskidagar fyri livrina Fiskivinna Jákup Mørk Við kunngerð, sum varð sett í gildi í gjár, hevur lands­ stýrið nú tikið ítøkiligt stig fyri, at sum mest av havsins tilfeingið skal verða virðisøkt í Føroyum. Nýggja kunngerðin ber nevnliga við sær, at tað nú verður eggjað til, at fiska­ livur verður førd til lands og avreidd, heldur enn bara tveitt á sjógv, soleiðis sum tað oftani hevur verið gjørt. Agnið í hesum er, at bátar, sum avreiða livur, fáa tillutað fleiri fiskidagar. Í seinastu ásetingini av fiskidøgum varð avgerð tikin um, at dag­ar skuldu setast av til endamálið, og nú eru reglurnar hesum viðvíkjandi so settar í verk. Reglurnar fevna um bátar í høvuðsbólkunum 2, 3 og 4. T.v.s partrolarar, línuskip og útróðrarbátar yvir 15 tons. Skipanin er sett soleiðis saman, at ein hampuliga stór nøgd av livur skal avreiðast, áðrenn fyrsti dagurin verður vunnin, men at tað síðani gongur skjótari við hesum. Partrolarar fáa seks fiski­ dagar fyri fyrstu 10 tonsini av livur, og síðani 1 dag fyri hvørji fýra tons. Línuskip fáa seks fiski­ dagar fyri fyrstu fimm tons­ ini. Síðani 1 dag fyri hvørt tonsið. Útróðrarbátar yvir 15 fáa fimm fiskidagar fyri fyrsta hálva annað tonsið av fiskalivur, og síðani ein dag fyri tonsið. Eisini ætla til menning Tilsamans eru 331 fiskidagar settir av til endamáli. Hartil eru 110 dagar settir av, soleiðis at hesir kunnu til­lutast í sambandi við verkætlanir um gagnn‡tslu av livur. Ella til serligar avtalur millum virki og fiskifør, sum hava til endamáls at gagnnýta livur. Í hesum føri skal Fiskimálaráðið í fyrsta umfari góðkenna verk­ ætlanirnar ella samstarvið, og í øðrum lagi skal talan verða um ávísa nøgd, áðrenn fleiri dagar verða lætnir. At enda verður staðfest, at um so er, at dagar leypa av í aðrari av hesum skipanum, kunnu teir eisini flyttast millum hesar. Kunngerðin, sum fær gildi í dag, er virkin fyri inni­verandi fiskiár. T.v.s. frá 1. september 2005 til 31. august 2006. Fiskidagar fyri livur Fiskimálaráðið egnir nú við fiskidøgum, soleiðis at fiskalivur í størri mun kann gagnnýtast í føroysku vinnuni savnsmynd Um alt gongur eftir ætlan, so verður ein skúrur seinni í hesum mánaðinum settur upp á Skálatrøð. Skúr­urin skal verða eitt tillhaldsstað hjá teimum heimleysu og øðrum í høvuðs­staðn­ um, sum ikki hava nakað stað at fara um dagarnar. Tað er Reyði Krossur, sum hevur tikið stig til tilhaldsstaðið Heimleys Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð samtykti annars á nevndarfundi í aug­ust mánað í fjør at játta Reyða Krossi eitt øki á Skálatrøð, har skúrurin til tey heimleysu kundi setast upp, men tað hevur tikið tíð at fáa øll viðurskifti upp á pláss, greiðir Suni Vinther hjá Reyða Krossi frá. Seta fólk at viðlíkahalda skúrin Suni Vinther greiðir frá, at tá ið býráðið hevði játtað Reyða Krossi øki á Skálatrøð, fekk felagsskapurin boð um, at teir skuldu søkja um byggiloyvi til skúrin, hóast talan bert er um ein gamlan arbeiðsskúr, ið felagsskapurin eigur framm­anundan. – Vit søktu síðani um byggiloyvið, og tað hava vit fingið. Býráðið hevur ávist okkum pláss á Skálatrøð, og hetta øki er blivið hampað og asfelterað og annars gjørt klárt til skúrin. Tað arbeiði bleiv liðugt beint fyri jól, og nú er bert eftir at fáa onkran at seta eitt undirstøði til skúr­ in, greiðir Suni Vinther frá. Hann sigur, at eftir ætlan fer hann at tosa við onkran byggiharra í dag, sum kann gera áðurnevnda undirstøði, og tá ið tað er gjørt, er bert eftir at leggja vatnleiðingar og ravmagn inn í skúrin, sum tey heimleysu skulu halda til í. Reyði Krossur hevur um dagarnar í bløðunum eisini søkt eftir fólki, sum skal hava til uppgávu at vaska skúrin og annars læsa hann av og viðlíkahalda hann, og áhugi er fyri hesum starvi, sigur Suni Vinther, sum vónar, at nýggja tilhaldsstaðið hjá teimum heimleysu stend­ur klárt síðst í hesum mánaðinum. Tilhaldsstað til tey heimleysu Tað er her við skúrarnar hjá Tórshavnar Kommunu á Skálatrøð, at skúrurin hjá Reyða Krossi, sum skal virka sum eitt slag av tilhaldsstaði hjá teimum heimleysu í høvuðsstaðnum, skal setast upp