Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2006 9 Sørvágur: Eins og í so nógvum øðrum bygdum so arbeiðir okkara vestasta kommuna eisini við at skipa økini við gøtunøvnum og numrum. Teir eru komnir nakað áleiðis við hesum arbeiðinum: Í Sørvági er hetta um at verða liðugt, og húsanummur eru komin á øll hús og allar bygningar í bygdini. – Í Bø eru uppskot til nøvn á vegum og gøtum klárt, og er ætlanin at fáa hesi góðkend hjá myndugleikunum, uppl‡sir borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen. Hinvegin so fer tekniska nevndin hjá kommununi at skipa soleiðis fyri, at vegir og gøtur í Gásadali og í Mykinesi somuleiðis fara at fáa nøvn. sb. Vestmanna: Arbeiðið við at betra um vegirnar í bygdini fer somuleiðis at halda fram í hesum árinum. Í fjør varð farið undir onkra bráðfangis ábøtur á Niðara Vegi, og í ár er so ætlanin at halda fram. Í hesum arbeiðinum verð­ur vegurin eisini nú­tímans­ gjørdur. Kommunan ætlar somuleiðis at ein partur av Fjalsvegi skal gerast í ár. Hetta verður gjørt fyri at fólk kunnu fara undur at byggja á teimum uttastu grundøkjunum. Sum skilst, so er ætlanin eisini at gera ábøtur á aðrar vegir í kommununi í ár. Hinvegin so er ætlanin, at størsti parturin av Niðara Vegi verður gjørdur í hesi setuni hjá bygdaráðnum. sb. Betri vegir gjøgnum bygdina Vegakervið í Vestmanna verður bøtt munandi í hesum árinum Hjúnalega: Seinasta viku­ skiftið í hesum mánaðinum verður skipað fyri serstakari hjúnabandslegu á Hotel Vágum. Undirvísari verður norðmaðurin Eivind Frøen, sum er væl kendur av nógvum føroyingum sum ein maður við nógvum royndum, bæði sum talari á møtum, undirvísari og sum samtalupartnari hjá hjúnum. Henda legan er fyri hjún í øllum aldrum - tað vil so aftur siga, at bæði n‡gift og diamantbrúðarpør eru vælkomin á leguna. – Hetta er eitt givið høvi í hesi stressaðu tíð at steðga á og hava tíð til hjúnarfelagan, sigur Jóni Johannesen í Havn, sum saman við konuni, Miu skipar fyri hesi leguni. sb. Sørvágur hevur longu fingið gøtunøvn og nummur, og nú stendur Bøur (myndin) fyri tørni Gøtunøvn til allar bygdir Hjún sleppa á skeið Eg hevði ikki væntað, at tey, sum leika mest í, eru júst tey, sum átti at havt hetta sum eitt heilagt mál, sigur løgmaður Sjálvsavgerðar­ rættur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er ein øgiliga løgin støða at koma í. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, er ógvuliga bilsin av móttøkuni, sum fráboðan hansara í nýggjársrøðuni fekk, tá ið hann fortaldi tey tíðindi, at danska stjórn­in hevur fráboðað St uttanríkispolitisku heimildar­ lógirnar. – Hetta er eitt stórt fram­ brot fyri okkum, tí nú er tað staðfest í sjálvum ST, at sjálvsavgerðarrætturin ligg­ ur hjá føroyingum og ongum øðrum. Men sum kjakið seinastu dagarnar hevur víst, er alt annað enn semja um tað, ikki minst hevur tjóð­ veldisflokkurin funnist harð­ liga at og hevur kallað hetta eitt tað størsta afturstigið fyri føroysku tjóðina. – Fyri tjóðveldisfólk átti sjálvsavgerðarrætturin at verið eitt heilagt mál og tað kemur púra óvart á meg, at júst tað júst skulu vera tey, sum eru ringast at sannføra og sum duga ringast at síggja, tað frambrot, sum hetta er, sigur løgmaður. – Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn, at ilt eyga kann onki gott sjá. Tað er eitt veldugt framstig fyri sjálvstýrisrørsluní í Føroyum, at vit nú hava fingið staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt og at hesin sjálvsavgerðarrættur er fráboðaður ST. Omanfyri allar aðrar lógir Løgmaður minnir á, at í síni tíð samráddust tjóð­veldisflokkurin við donsku stjórnina, men tær samráðingarnar strandaðu nettupp uppá spurningin um sjálvsavgerðarrættin. Tað var tann 26. oktober í 2000, at danir noktaðu at viðurkenna føroyska sjálvs­ avgerðarrættin og tí slitnaðu samráðingarnar. – Nú megnaði hendan sam­gongan fyrst at danska forsætisráðharran at staðfesta sjálvsavgerðarrættin í eini felagsn yvirlýsing. –  Tá frøddust Høgni Hoy­ dal, men so broytti hann støðu og kom til ta úrslit, at hetta var týdningarleyst so leingi tað ikki varð fráboðað ST. Jóannes Eidesgaard vísir, at nú er tað so fráboðað ST, men nú er tað heldur ikki gott, tú nú verður ivi sáddur um, hvat sjálvsavgerðarættur er. Hann vísir á, at sjálvsav­ gerðarrættur er greitt de­fineraður. Tað er rætturin hjá føroyingum at avgera okkara egnu framtíð og tann rætturin er nú staðfestur í ST og kemur sostatt undir ST sáttmalan. Sostatt er hann eisini omanfyri bæði heimastýrislóg, grundlóg, uttanríkispolitiska heimildar­ lóg og allar aðrar lógir. – Varð hon avmarkað, hví skuldi hon so fráboðast ST? spyr løgmaður. Løgmaður sigur, at tað tíð er torført hjá honum at skilja, at tjóðveldisfólk ikki vilja fegnast um hetta, men gera alt, tey kunnu, at tileinkisgera fráboðanina til ST. – At vit í løtuni hava ríkis­ felagsskap og heimstýrislóg, er ein veruleiki, sum vit mugu góðtaka, men nú kunnu føroysingar sjálvir avgerða, nør og hvussu hendan støðan skal broytast. Ein løgin støða at koma í Nú er sjálvsavgerðarrættur okkara fráboðaður í ST og tí er hann omanfyri heimstýrislóg og grundlóg og allar aðrar lógir, sigur løgmaður