mikudagur 4. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 3 - 4. januar 2006
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Titu
Vinther fyri hennara slóðbrótandi arbeiðið innan
vevlist í Føroyum. Vit venda aftur til hesa frálíku
avgerð í morgin. Annars fegnast vit her og nú um,
at stóri gamli maðurin í føroyskari bókaútgavu,
Emil Juul Thomsen nú endiliga verður heiðraður
av teimum almennu Føroyum. Heiðursgáva Land
sins verður latin einstaklingi, felagið og fyritøku
– t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri – sum
tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið
hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri
føroyska list og/ella føroyska mentan og ment
anarlív.
Nevndin hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin
um at lata Emil Juul Thomsen heiðursgávu land
sins fyri 2005 og sigur hon í grungeving sínari:
”Heiðursgáva Landsins verður latin Emil Juul
Thomsen fyri hansara slóðbrótandi arbeiði fyri
føroyskar bókmentir og bókaútgávur. Emil Juul
Thomsen hevur við forlagi sínum “Bókagarði”
seinastu fjøruti árini givið út stórt og ókent
tal av gomlum føroyskum verkum í nýggjum
hami. Forlagið stendur sum útgevari av øllum
Varðunum, bókini um kirkjubømúrin og Mikines,
William Heinesen á føroyskum, Heðini Brú og
Martin Joensen í nýggjum útgávum, nýprent
av bókum Regins í Líð, og bøkur eftir Jóannes
Rasmussen og Hanus Debes Joensen. Vit finna
bøkur um list eftir Broby Johansen, vit finna
týddar altjóða klassikarar o.s.fr. Eitt hitt seinasta
bragd Emil Juul Thomsens er útgávan av mikla
verkinum “Føroya Kvæði”. Tá ið Emil fylti 90
ár 27. november í 2005 lýsti nevndin í Varðanum
Emil soleiðis “Maðurin, sum gjørdist kendur fyri
at endurútgeva Varðan, er sjálvur vorðin ein varði
í føroyska samfelagnum”. Heiðursgávan verður
latin Emili fyri lívsverk hansara at geva út og
harvið varveita ein stóran og týdningarmiklan
part av mentanararvi okkara.
Tað at geva út bøkur er eitt ótakksamt starv. Emil,
sum hann vanliga verður nevndur slepti í sínari
tíð eini blómandi vinnufyritøku fyri at geva út
føroyskar bókmentir, serstakliga tær, sum áður
vóru komnar, men sum ikki vóru til at fáa hendur
á. Hetta virksemi hansara kann ikki yvirmetast.
Takkað verið útgávustarvi Emils uppdagaðu
nýggj ættarlið teir gomlu bókamentarligu dýr
gripir okkara. Men eisini nýggjari fakligar og
fagrar bókmentir hevur hann givið út. Vit ynskja
the grand old man hjartaliga tillukku. Hetta var
takkargerð og viðurkenning í tøkum tíma og av
gerðin tænir eisini landsstýrismanninum í menta
málum til æru.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tvær góðar avgerðir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Fyritreytirnar fyri at gera
løgmanssetur í Hoyvík,
sum onkur upprunaliga
ætlaði, eru burtur. Tað
skuldi kostað lítið og
onki, men nú kostar tað
tíggjutals milliónir. Ein
asta rætta er at leggja
setrið í Sandavági, har
setrið var í uml 300 ár
Tað skuldi kosta nærum
onki. Nú skal eitt gamalt
hús umvælast og broytast
fyri einast 4-5 milliónir.
Fornminnissavnið skal flyt
ast annað stað fyri aðrar
nógvar milliónir. Sum
gongdin tykist vera innan
byggivirksemi av hesum
slagi hjá tí almenna, skulu
teir prísir, ið verða nevndir
nú, helst faldast við 2 - 3 fyri
at fáa endaligu upphæddina.
Løgmanssetrið í Hoyvík fer
helst at kosta einar10 milli
ónir krónur tá avtornar.
Harafturat skal flytingin av
fornminnissavninum roknast
15-20 mill.
Tað hevði verið rætt at
kanna, hvat ein kundi fingið
eitt løgmanssetur fyri í
Sandavági.
• Grundarøki er relativt
bíligt.
• Nóg mikið av øki er til.
• Staðurin er vakur og søgu
ligur.
• Onki er at ivast í, at hug
skotið at gera eitt løg
manssetur í Sandavági
er eitt frambrot, har ein
fær nakað fyri peningin.
Tá bygdaráðið í Sanda
vági hevur bjóðað bygd
ina fram til setrið, tykist
sera hugstoytt, at hug
skotið verður tagt í hel,
heldur enn at tilboðið
og møguleikarnir verða
kannaðir nærri. Løgmans
setrið lá í Sandavági í eini
300 ár, tá tað tók dagar at
ferðast til Tinganes. At
Løgmanssetrið aftur eig
ur at verða lagt í Sanda
vági, nú bert ½ tími er til
Tinganes, man ongin ivi
vera í. Og onki er heldur
at ivast í, at har fæst mest
løgmanssetur fyri peng
arnar.
Eg haldi, at løgmanssetrið
skal leggjast í søguliga
Sandavág – har tað hevur
ligið í fleiri hundrað ár.
Løgmanssetur í Sandavági
Løgtingsmaður
MARJUS
DAM
Nei. Og tað er sjálvsav
gerðarrætturin heldur
ikki
Í 2004 gav Norðuratlants
bólkurin út bókina »The
Right To National Self Deter
mination - The Faroe Islands
and Greenland«. (»Sjálvs
avgerðarrætturin - Føroyar
og Grønland«).
Í hesum sambandi fóru
seks av teimum, sum skriv
aðu bókina, í oktober 2003
til ST í New York, har vit
tosaðu um hugtakið sjálvs
avgerðarrætt við leiðarar úr
øllum viðkomandi deildun
um í ST. Tilsamans átta fund
ir vóru.
Tann, sum vil vita meira um
hetta, kann lesa bókina. Hon
lænist á bókasavninum.
Men í stuttum kann hetta
sigast: Hugtakið sjálvsav
gerðarrættur hevði einaferð
heilt greiðan týdning: Lond
ella tjóðir, sum høvdu henda
rætt, kundu skipa seg um
sjálvstøðug ríki, um tað var
tað, tey ynsktu.
Í dag, harafturímóti, er
týdningurin er útholaður.
Og tað er gjørt heilt tilvitað.
Statir, sum hava trupulleikar
av loysingarrørslum - og teir
eru nógvir - hava borið so í
bandi, at hugtakið ikki hevur
nakran løgfrøðiligan týdning
longur.
Eingi nýggj rættindi
Tann, sum ger av, hvat hug
takið sjálvsavgerðarrætt
ur merkir í hvørjum ein
støkum føri, er tað sonevnda
»miðveldið« ella »móður
landið«. Hjá okkum er tað
Danmark.
Um Danmark hevði boðað
ST frá, at føroyska tjóðin
sum evsti myndugleiki í Før
oyum hevur rætt at skipa seg
sum sjálvstøðugt land undir
altjóða lóg, so hevði tað havt
týdning. Tí so høvdu vit
havt »sjálvsavgerðarrætt« í
klassiskum týdningi.
Men tá Danmark beint
fyri nýggjár sendi ta donsku
útgávuna av uttanríkispolit
isku
heimildarlógini til ST og
segði, at hetta var í samsvari
við sjálvsavgerðarrætt Før
oya, so gevur tað ikki Føroy
um onnur rættindi enn tey,
sum eru staðfest í hesi donsku
lóg. Tað merkir also bara, at
sjálvsavgerðarrættur Føroya
er tann danska útgávan av
uttanríkispolitisku heimild
arlógini. Hvørki meir ella
minni.
Kongeriget Danmark...
At hetta skal gera, at »sjálv
stýrismálið nú er okkara
burturav«, sum løgmaður
segði gamlaárskvøld, er ikki
beint.
Tað er heldur tvørturímóti.
Tí danska lógin staðfestir jú
bæði á ein og annan hátt, at
Føroyar eru »kongeriget
Danmark for så vidt angår
Færøerne«. Og sambært
skrivinum frá donsku stjórn
ini til ST, er tað hetta, før
oyingar ynskja. Á sjálvari
forsíðuni á skrivinum frá
donsku stjórnini stendur
nevniliga, at danska fólka
tingið hevur samtykt ta
donsku útgávuna av lógini í
semju við føroyskar myndug
leikar.
Og tað er púra rætt. Sam
gongan tók jú undir við, at
danska lógin varð samtykt.
Og nú eru boðini so farin
um allan heim: Føroya fólk
hevur einki annað ynski enn
at vera ein undirskipaður
partur av Danmark.
At ein føroysk útgáva av
heimildarlógini eisini varð
samtykt í Føroyum, hevur
ongan sum helst týdning í
hesum sambandi. Eingin
veit, at hon er til...
Tað finst eingin rættur
Bæði Eidesgaard og Hoy
dal tosa sum um, at sjálvs
avgerðarrætturin er ein greitt
defineraður rættur. Tað er
skeivt. Í altjóða lóg finst
eingin sjálvsavgerðarrættur
í dag. Ta finst bara tann
rættur, sum statir velja at
geva sínum undirskipaðu
eindum.
Um Danmark gevur føroy
ingum henda rætt fæst ikki at
síggja, fyrr enn ein greiður
og áhaldandi meiriluti í Før
oyum ynskir, at vit skulu
skipa okkum sum eitt sjálv
støðugt land.
Tí eisini tá tann meirilutin
er til staðar, verða tað danskir
myndugleikar, sum fara at
hava síðsta orðið. Einki gerst
uttan semju við Danmark.
Soleiðis er skipanin. Dan
mark setir treytirnar, tá sam
ráðst verður. Og ikki fyrr
enn Danmark hevur boðað
ST frá úrslitinum, er tað
galdandi.
Men í so máta mann Dan
mark ikki vera tað ringasta
landið at hoyra til. Tí hóast
Danmark sjálvsagt við
politiskum snildum (t.d.
við nýggju fráboðanini
til ST) vil halda Føroyar
innangarðs, so fingu vit
loysingina, um vit veruliga
vildu hava hana. Tað vilja
vit ikki. Og tá so er, er enn
meiri akademiskt at tosa um
sjálvsavgerðarrætt...
Er jólamaðurin til?
SJÚRÐUR
SKAALE