mikudagur 4. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2006
11
Løgmaður vanvirðir
Løgtingið
Sum løgtingsmaður harmist
eg um, at Føroyar hava ein
løgmann, sum traðkar oman
á hægsta valdi í Føroyum,
bara tí at 21 tingfólk hava valt
hann til løgmann. Fremsta og
fínasta uppgáva løgmans er
at seta í gildi tær lógir, sum
Føroya Løgting samtykkir.
Løgmaður er amboð Løg
tingsins at útinna tað vald,
sum náttúrliga liggur hjá
Løgtinginum. Hesum roynir
løgmaður at venda á høvdið,
so løgmaður sjálvur gerst
lóggevari og Løgtingið eitt
avgreiðslustað. Hetta má
steðgast.
Íslandssáttmálin
Fyri eini tíð síðani legði løg
maður fyri tingið Hoyvíks
sáttmálan eisini nevndur
Íslandssáttmálan. Hóast
løgmaður undir 1. viðgerð
staðiliga varð ávaraður um
avleiðingarnar av at flyta
lóggávuvald frá Løgting
inum til landsstýrið, lætst
hann ikki um vón. Talan var
um pragmatiskar loysnir,
og tí máttu grundleggjandi
fólkaræðislig virðir víkja.
Løgmaður ætlaði at av
marka vald Løgtingsins
ímóti viljanum hjá fleiri
løgtingslimum – eisini sam
gongutinglimum. Tíbetur
sær út til, at løgmaður ikki
sleppur at fremja sín egna
vilja í hesum máli.
Skattur
Nakrar dagar fyri jól
lumpaði landsstýrið eitt
lógaruppskot ígjøgnum
Løgtingið. Málið snúði seg
um, at landsstýrismaður fram
haldandi skal hava heimild
til at áleggja barsilsgjald,
sum er ein skattur. Í fyrsta
umfari afturvísti formans
skapur Løgtingsins lóg
aruppskotinum, men so
broytti landsstýrismaðurin
bara uppskotið, so tað
kundi verða framlagt, fyri
síðani at fáa vinnunevndina
at broyta tað, so tað líktist
upprunaliga uppskotinum,
sum formansskapurin ikki
vildi loyva at verða fram
lagt. Hendan misnýtsla av
skipanini er vanvirðing av
Løgtinginum, stýrisskipanini
og formansskapinum av ring
asta slag. Óheiðurligt og
til lítlan sóma fyri okkara
løgmann, sum eisini í hesum
máli gekk á odda fyri at
avmarka vald Løgtingsins
og geva landsstýrinum meiri
vald.
Verkafólk, fiskimenn og
samkynd
Og so mátti løgmaður enn
einaferð profilera seg sum
tann tolsama landsfaðirin,
sum vil øllum væl. Og tí
var tað so sera umráðandi
hjá honum at nevna tey sam
kyndu í nýggjársrøðuni.
Hvønn umboðar hann??
Ikki landsstýrið, tí har er ikki
semja um hesa orðing. Ikki
Javnaðarflokkin, tí har er ikki
semja um slíka orðing. Ikki
Løgtingið, tí Løgtingið hevur
við stórum bókstavum sagt
sína meining um støðu teirra
samkyndu í samfelagnum.
Løgtingið var við greiðum
meiriluta samt um, at hesin
bólkur er ikki fyri mismuni,
og tí var ikki neyðugt at geva
teimum serliga verju við
lóg. Og allíkavæl gongur
løgmaður í nýggjársrøðuni
beint ímóti hesi støðu.
Tað gjørdi hann eisini, tá
hann fyri útlendskum fjøl
miðlum harmaðist støðu
Løgtingsins. TAÐ SKAL
EIN LØGMAÐUR ALDRI
GERA. Tað er ongantíð upp
gáva løgmans at harmast tær
viðtøkur, sum Løgtingið ger.
Hann er trygdin hjá Løg
tinginum fyri, at tær við
tøkur, vit gera, verða setta
í verk. Tí misrøkir Jóannes
Eidesgaard sítt starv sum
løgmaður, tá hann í heilum
foldar seg út um sína privatu
áskoðan um bæði eitt og
annað. Løgmansstarvið er
almennasta starvið, sum
til er í Føroyum, og tí má
løgmaður seta til síðis sína
egnu hugsan, so leingi, hann
er løgmaður. Sum løgmaður
er hann á ein hátt andlit Før
oya Løgtings úteftir. Hansara
aðaluppgáva er at staðfesta
Løgtingsins vilja. Tí fari eg
sum løgtingsmaður at mót
mæla atburði løgmans og
heita á hann um at broyta
atburð, nú vit eru byrjað eitt
nýtt ár.
Løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
BILL
JUSTINUSSEN
JAN HALDANSEN
Nú skriva vit 2006, og
kvotering er komin upp á
svartkaftin. Føroyingar hava
fingið tillutað góð 500.000
tons av samlaðu heildarkvot
uni, men hvat skulu vit gera
við hesi góðu tons.
Eg bleiv eitt sindur ør
kymlaður, tá eg hoyrdi Atla
Hansen svara útvarpsmann
inum aftur, tá ið hann spurdi
um tað var grundarlag fyri
fleiri skipum at fiska svart
kjaft. Svarið hjá Atla var, at
tað helt hann ikki.
Er tað veruliga blivið so
galið, at kraftblokkabátanir
skulu hava einkarætt upp á
svartkjaftin, sum føroyingum
er tillutað?
Seinni í innslagnum bleiv
sagt, at Atlantic Navigator
tørvaði einans 10.000 tons av
surimi = 35.000 tons av svart
kjafti fyri at bera seg? Tað vil
siga, at kraftblokkaskipini
kunnu fiska restina, tó
skulu nøkur tons brúkast
til at keypa kvotur til onnur
skip.
Hvat gera teir við svart
kjaftin? Jú tað blívur malið
til mjøl á landi og síðani
selt av landinum fyri tað
mesta og eisini framleitt til
alifóður.
Hvørji virði skapar hetta?
Jú manninganar tjena nógv,
og Havsbrún tjenar pengar.
Hvussu hevði tað sæð út,
um vit høvdu eini 5 skip sum
Atlantic Navigator ella sama
model og hesi skip frystu inn
ella virka surimi umborð. Jú,
tú hevði fingið eini 600-700
meiri arbeiðspláss á sjónum,
vøran hevði blivið løgd upp
til frystigoymslunar í Før
oyum ella blivið umskipað
her um kaikant, samstundis
sum hon hevði blivið seld
fyri eitt nógv størri viðri
enn nú.
Samfelagsbúskaparliga so
hevði hetta verið ein nógv
betur loysn fyri Føroyar, og
vit høvdu samstundis eks
porterað eina kvalitetsvøru
burturúr svartkjaftinum.
Nú er tað blivið soleiðis í
dag, at fiskirættindi á land
grunninum er blivin ogn
hjá nøkrum einstaklingum
á landi. Skal svartkjafturin
eisini blíva ogn hjá nøkrum
ríkmonnum á landi, so at
eingin ungur maður, sum
hevur eina ætlan og áræði
at fara í gongd við nýtt virk
semi og skapa eitt størri
viðri av fiskinum, skal
blíva steðgaður, orsakað av
at einkarættur er blivin á øki
num.
Nei, nú mugu politikarar
taka í egnan barm og geva
monnum loyvi til at skapa
virksemi, sum kann geva eitt
nógv munabetur avkast til
bæði land og fólk.
Kraftblokkaskipini hava
nok at fiska av, tað kemur
ikki fyri, at teir ikki eru
ovastir á intøkulistanum hjá
Fiskimannafelagnum.
Eg vil mæla til, at øll skip
anin verður endurskoðað
og at eisini øll skipanin við
fjarfiskiflotanum verður end
urskoðað og tillagað broyttu
fortreytunm av virka undir.
Bøtið um skaðan nú, um
eitt ár kann skaðin ikki repa
rerast.
VIÐMERKINGAR
Hevur nakar einkarrætt upp á svartkjaftin?
Tá samráðingar eru
millum tveir partar,
so er útgangsstøðið
sjálvandi, at partarnir
vísa virðing fyri hvørjum
øðrum, og málið er
at finna eina felags
niðurstøðu. Men eftir
at hava lisið samrøðuna
sum Sosialurin hevði við
Frank Jensen millum
jóla og nýggjárs, og
viðmerkingarnar frá
fyrrverandi skrivaranum
í landstýrinum, so kundi
verði áhugavert at
fingið »tendrað ljósini«
í hølunum, har nevndu
samráðingar fóru fram
Frank Jensen sigur í samrøðu
við Sosialin millum jóla og
nýggjárs, at á einum fundi
í Tinganes á heysti í 2000,
millum hann og Høgna Hoy
dal, hevði eitt av føroysku
embætisfólkunum fjalt ein
bandupptakara undir borði
num.
At fjala ein bandupptakara
undir borðinum undir sam
ráðingum má sigast at vera
sera grovt brot á allar van
ligar mannagongdir.
Fyrrverandi skrivarin
í landsstýrinum, Sjúrður
Skaale, svarar í blaðgrein
í gjár, at tað var hann sum
hevði bandupptakaran undir
hond, men at hesin var ikki
“undir” borðinum, men “á”
borðinum.
Á ella undir ?
Um nevndi bandupptakarin
stóð á borðinum ella var
fjaldur undir borðinum, er
ikki lætt hjá okkum, sum
ikki vóru hjástødd, at meta
um. Men tað tykist løgi, at
upptøkumaðurin sigur seg
hava skift band tríggjar ferð
ir, meðan mótparturin sigur
seg ikki hava varnast, at nak
að varð fest á band. Ein fer at
ivast í, um fundurin møguliga
varð hildin í myrkri?
Ein annar spurningur, sum
kundi verið áhugaverdur at
fingið svaraðan, er, um tað
var vanligt undir fullveld
issamráðingunum at sam
ráðingarfundirnir vórðu
festir á band? Var hetta ein
mannagongd, sum báðir
partar vóru samdir um, ella
hevði hesin eini fundurin
í Tinganesi serliga stóran
týdning (størri enn til dømis
samráðingarfundirnir, sum
vórðu hildnir í Keypmanna
havn)?
Hví hevur Frank Jensen
aftur og aftur spurt Sjúrð
Skaale, um hann hevur
“slettet båndene fra Tinga
nes-mødet”, og ikki um
hann hevur beint fyri øðr
um bondum frá sama tíðar
skeiði?
Frank Jensen sigur í
samrøðuni við Sosialin, at
avtalað var frammanundan
fundinum, at eingin band
upptakari skuldi nýtast.
Sjúrður Skaale sigur haraft
urímóti, at einki var avtalað
um, hetta.
Hvat var endamálið?
Tað er vanligt at gera fund
arfrásagnir, uttan at band
upptakari verður nýttur sum
hjálpiamboð. Um endamálið
við fundarfrásøgnini var tað
vanliga (at greiða frá hvat
gekk fyri seg á fundinum,
hvør var til staðar, nær og
hvar fundurin varð hildin og
hvørjar niðurstøður vórðu
gjørdar), so er bandupptakari
óneyðugur. Spurningurin
er tí, hvat bondini skuldu
brúkast til ?
Tá sjálvur fundarskrivarin
nú sigur í bløðunum, at eing
in politikari hevur sagt sann
leikan um tað sum gekk fyri
seg á fundinum, so kundi tað
verið eitt hugskot, at Føroya
fólk fekk at vita, hvat kom
at standa í fundarfrásøgnini,
sum er skrivað út frá band
upptøkunum.
Ymiskar útmeldingar
Fundurin í Tinganesi var
ikki tann einasti, sum var
millum Frank Jensen og
Høgna Hoydal í sambandi
við fullveldisætlanina. Í
september 2001 (eftir at
samráðingarnar millum
landsstýrið og stjórnina
vóru slitnaðar) var fundur
í Keypmannahavn um yvir
tøku av rættarskipanini og
løgregluni. Aftaná tann
fundin sendi Høgni Hoy
dal eitt tíðindaskriv út,
har hann segði, at nógv
bendi á, at fundurin var eitt
gjøgnumbrot. Men Frank
Jensen helt ikki, at fundurin
var nakað gjøgnumbrot, og
Anfinn Kallsberg segði, at
báðir høvdu rætt – bara uppá
hvør sín máta.
Eingin felags niðurstøða
Eitt sum eyðkendi fullveld
issamráðingarnar var, at
partarnir høvdu ilt við at
finna nakra felags niður
støðu. Men tá tað nú vísir
seg, at partarnir heldur
ikki kunnu kom ásamt um,
hvørt ein bandupptakari stóð
“á” borðinum ella “undir”
borðinum, so skilja vit betur,
hví semja ikki kundi fáast
um onnur meira týðandi
mál.
Ráddi tilvildin?
Áhugaverdi spurningurin
nú er, um allar avtalur eru
hildnar um at bondini skuldu
slettast eftir fundin? Hvat
meinar Sjúrður Skaale við, tá
hann sigur, at onkrar nýggjar
upplýsingar um fundin eru
á veg, og at hesar stava
frá nøkrum burturtveittum
bondum, sum onkur skal
hava funnið. Fyrrverandi
skrivarin sigur at “tað hevði
verið stuttligt, um tað pass
aði...”
Frank og bandupptakarin
Sambandsflokkurin
KAJ LEO
JOHANNESEN