mikudagur 4. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2006
13
Fríggjadagin 2.
desember 2005 var
móttøka í nýggja
virkisbygninginum
hjá byggifelagnum
P/F ArtiCon á Hjalla.
Samlaða gólvvíddin
er upp á næstan
1.000 fermetrar
við skrivstovum,
goymslu, verkstaði og
betongblandistøð
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 300 fólk vóru til
móttøku í nýggja virkisbygn
inginum hjá byggifelagnum P/
F ArtiCon á Hjalla fríggjadagin
2. desember.
ArtiCon
er
ein
av
stóru byggiføritøkunum í
landinum, ið varð sett á stovn
í januar 2001 og byrjaði sítt
virksemi sum byggifelag 1.
apríl sama ár.
Frá byrjan var ætlanin
at ArtiCon skuldi vera ein
fyritøka, sum kappast við
aðrar fyritøkur innan somu
vinnugrein. Málið var skjótt
at koma upp á eina ávísa
stødd og at hava orku til at
loysa sjálvt størri uppgávur.
Tað eydnaðist.
Í Desember 2001 keypti
ArtiCon eitt annað virki,
Byggi-Service á Skála, ið
hevði drúgvar royndir á
marknaðinum. Articon og
Byggi-Service hava síðan havt
somu leiðslu og verða rikin
sum móður- og dóttirfelag.
ArtiCon hevur serliga
førleika innan jørð, kloakk,
betong, byggibúgving, havna
gerð og líknandi arbeiði, meðan
Byggi-Service hevur sum sítt
fremsta arbeiðsøki timbur-
og snikkaraarbeiði, eins og
innrættingin í samband við
nýbygging av og umvælingar
umborð á skipum.
Starvsfólkini hjá ArtiCon
og Byggi-Service eru
umleið 100 í tali.
Høvuðspartaeigarar og
stjórar í fyritøkunum eru Niclas
Joensen og Jón Danielsen í
Havn. Báðir eru teir sandingar.
Niclas er útbúgvin bankamaður
og siviløkonomur, meðan Jón
er byggiverkfrøðingur.
Samlaða gólvvíddin á
nýggja bygninginum er 960
fermetrar við skrivstovum,
goymslu, verkstaði og betong
blandistøð. Eisini hýsa teir
bjargingar- og sløkkiútgerð
hjá felagnum Fønix, sum
ArtiCon er medeigari í.
Árni Winther Arkietktar
hava teknað innrættingina
av skrivstovunum, meðan
ArtiCon sjálvir hava staðið
fyri byggingini.
Árni Winther, arkitektur, Vilhelm og Helgi Johannesen frá Bygningssnikkaravirkinum, og Páll Holm Lave og Pauli Dam Joensen
frá Árni Winther Arkitektar
Nýggjan virkisbygning á Hjalla
Stjórarnir í P/F ArtiCon,
Niclas Joensen og Jón
Danielsen, framman fyri
nýggja virkisbygningin
Hoyvík
Katrin Dahl í Hoyvík ynskir tillukku við nýggja bygninginum
Heini Lützen, tryggingarmaður, og Tummas Justinussen, stjóri
Palli Gregoriussen, arkitektur, og Sofus Olsen, cand. polit