Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2006 15 – Tað er altíð spenn­ andi at finna út av, um ein fær eitt útvarp ella eitt sjónvarp í ordan aftur. Hetta eydnast sum oftast, men ikki altíð, sigur Rannvá Joensen, sum verður útlærd sum elektronikk­fak­teknik­ ari hjá elektronikk­ tæn­astuni Delta í summar Kvinnustarv Snorri Brend Havn: Hon er ein av teim­ um fáu við hesum langa starvsheitinum - hin 33 ára gamla elek­tronikk­fak­ teknikarin Rannvá Joensen úr Kvívík. Í roynd og veru er hon tann einasta føroyska kvinnan við hesum starvsheitinum, - tað Rannvá sjálv veit um. Hon er ikk i útlærd enn, men er liðug við tann teoretiska partin. Eftir bíðar nú eitt hálvt ár á verkstaðnum, áðr­enn hon í summar av sonn­um kann kalla seg ein elektronikk fakteknikara. Alt hetta við skrúvum og elektronikk i er vanliga eitt, sum dreingjum og monnum dáma best at takast við. – Men eg veit ikk i. Mær hevur altíð dámað sera væl at skrúva og taka ymiskt sund­ ur, fyri síðani at vita, um eg fekk tað saman aftur, sigur Rannvá, sum hevur dámað sera væl á verkstaðnum hjá Delta í Havn. Frammanundan arbeiddi hon eitt skifti á vaskarí’inum á Landssjúkrahúsinum í Havn og á pakk ideildini í bakarí’inum hjá Frants. Men seinasta hálvtfjórða árið hevur hon staðið í læru, har hon m.a. hevur verið á skúla í Viborg. - Jú, vit hava tað sera gott her á arbeiðsplássinum, sig­ ur einasta kvinnan hjá elek­ troniktænastuni í Delta. Heldur fram Rannvá verður útlærd sum elektronikk fakteknikari í summar, men enn veit hon ikk i til fulnar, hvat hon fer at gera eftir tað. Hon vónar sjálvandi, at hon fer at kunna halda fram á verkstaðnum eftir tað. Sjálv hevur hon í løtuni ong­ar ætlanir um at byrja eg­ið verkstað. - Tað er so nógv eyka ar­beiði av tí, sigur hon. Skuldi hon byrja fyri seg sjálva, so veit hon av roynd­ um, at á einum slíkum verk­ staði er rættiliga nógv eyka arbeiði av at halda skil á øll­ um pappírum. Tí vónar hon bara at kunna halda fram her eftir summarfrítíðina. Rannvá veit tó, at hon ikk i kann átaka sær øll sløg av arbeiðum annars, orsakað av einihvørjari sjúku í beinun­ um. – Læknarnir finna ikk i út­av, hvat mær feilar í beinun­ um. Men veruleikin er so tann, at eg fái ikk i staðið so nógv, sigur hon. Væl skipað Inni á verkstaðnum hjá Delta er júst so rokaligt, sum tað eigur at vera á einum slíkum verkstaði. Hølið, har allar umvæling­ arnar verða gjørdar, er ikk i stórt. Men kortini er alt gjørt fyri, at mekanikk ararnir kunnu fremja sítt arbeiði til fulnar. Hóast tað fyri onkran kann síggja óruddiligt út, so er alt kortini væl skipað og øll neyðug útgerð er tøk. Eingin ivi skal vera um, nær og hvat tól er liðugt umvælt, og hvat bíðar eftir eini slíkari umvæling. Á borðinum til vinstru fyri Rannvá standa hesa løt­una, ið tvey umboð fyri tíð­indatænastuna koma á vitj­ an, tvey stór sjónvørp, sum krevja eina køna hond. Og á borðinum frammanfyri hana liggur eitt stereo-anlegg tikið sundur, sum Rannvá nú er farin í holt við. – Kundin segði, at anleggið ikk i riggaði, tí at útvarpið tendraði ikk i. Og so var tað okk ara uppgáva at finna fram til, hví tað var so. – Og tað havi eg so gjørt, og nú er tað so í lagi, sigur Rannvá. Nokk at takast við Hesin týsdagurin minti rætti­ liga nógv um allar hinar arbeiðsdagarnar - uttan tó at hann er keðiligur fyri tað. Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Rannvá byrjar kl. 8 um morgunin, og tá fer hon bein­ anvegin undir dagsins fyrstu uppgávu - at umvæla eitt av mongu tólunum. – Her er altíð nokk at tak­ ast við, tí fólk vilja hava síni tól aftur sum skjótast. – Tá eg fyrst eri komin í gongd við arbeiðið, so gong­ ur tað bara, sigur Rannvá. Hóast arbeiðið er rættiliga støðugt á verkstaðnum, so er serliga nógv at gera und­ an jólum og undan summ­ arfrítíðini. – Tá er altíð nógv at gera. Fólk vilja hava at tólini skulu vera í lagi til hesar tíðir. Røtt raðfylgja Tá Rannvá møtti til arbeiðis í gjár kl. 8 fór hon beinanveg­in undir at kanna um pappírini og tólini á verkstaðnum hoyrdu saman. Hetta arbeiðið er neyðugt at gera regluliga, soleiðis at umvælingarnar verða gjørd­ ar í rættari raðfylgju og ikk i minst fyri at tryggja sær, at einki tól verður standandi á verkstaðnum í óneyðuga tíð. Tá hetta arbeiðið var liðugt fór hon undir at umvæla áður­nevnda stereo-anlegg, sum altso ikk i vildi tendra. Við kønum hondum fór Rannvá undir hetta, og fann skjótt fram til, at ein av kom­ponentunum í hesum an­legginum mátti skiftast. Tá tað var gjørt, virkaði útvarpið sum tað skuldi. Hetta var eitt kombinerað anlegg við m.a. bandupp­ tak­ara. Og nú, ið tað kort­ ini var komið inn á verk­ staðið, skuldu reimarnar í hes­um partinum eisini eftir­ hyggjast. – Tað eri eg í ferð við beint nú, og so er hetta tólið klárt at avheinta hjá eigaranum, sigur Rannvá. Spennandi at finna fram til feilirnar Umvæla hóast tað kostar Soleiðis sum framburðurin og menningin hava verið, eru útvørp, sjónvørp og tílík elektronisk tól bara vorðið bíligari og bíligari. Tað er eisini mangan so, at tað nærum ikk i kann loysa seg at umvæla eitt sjónvarp: Arbeiðsløn og tilfar kostar nærum líka nógv sum eitt nýtt tól. Hetta veit Rannvá eisini, men hon veit somuleiðis at siga frá, at fólk hóast alt vilja umvæla síni elektrónisku tól, sjálvt um tað kostar pening. – Tey nýggju tólini eru bílig, eingin ivi um tað. Ja, ein DVD-spælari, fyri at taka eitt dømi, kostar so lítið, at tað als ikk i loysir seg at umvæla hann. – Men hóast hetta, so eru tað kortini mong sum vilja hava sítt útvarp ella sítt sjónvarp umvælt her hjá okk um, sigur Rannvá. Rannvá Joensen er einasti kvinnuligi elektronikkfakteknikarin í landinum. Arbeiðið dámar henni væl. – Ja, mær hevur altíð dámað væl at skrúva sundur og sett saman aftur, sigur 33 ára gamla kvívíksdaman Mynd: Jens Kr. Vang