mikudagur 4. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Vit hava gjørt
ymiskar royndir úr
ymiskum fiskasløgum
og eru komnir eftir,
at vit í fyrsta lagi
fara at framleiða
trý sløg av viðskera;
hvítleykspylsu,
karry-pylsu og bbq-
pylsu. Aftrat hesum
fara vit at hava eina
hjáframleiðslu av
nútímans knettum og
frikadellum í tarmi,
sum verður klárt at
koyra á pannuna ella
í grýtuna, sigur Jan E.
Petersen á JetFood
Nýggj framleiðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Leirvík hevur í nógvar mátar
verið undangongubygd, tá ið
ræður um vinnu. Í gomlum
døgum, tá ið lítið virksemið
var um landið og lítið var at
vinna til lívsins uppihald,
var eina frægast vorðið í
Leirvík.
Hetta veit søgan um at
siga.
Tað eru eisini leirvíkingar,
sum í nýggjari tíð hava skapt
vinnu burtur úr gulllaksi,
og tað eru leirvíkingar, sum
hava skapt vinnu burtur úr
høvdum.
Á Vinnudegnum 2005
varð Høvdavirkið í Leirvík,
sum fær sína orku til turking
frá brennistøðini á Hagaleiti,
kosið at vera ársins virki.
JetFood
Nú eru aftur lunnar lagdir
undir eina nýggja og ótradi
tionella vinnu í Leirvík.
Tað eru teir báðir, Jan E.
Petersen og Eli Eltør, sum
saman við gulllaksavirkinum,
Tavuni, hava stovnað felagið,
JetFood.
Jan og Eli eiga helmingin
av partapeninginum í felag
num, og Tavan eigur hin
helmingin.
JetFood hevur leigað seg
inn í hølir hjá Tavuni, og
grundarlagið undir fram
leiðsluni er gulllaksur.
Nýggjur útbúnaður er
settur upp á virkinum, og
Norðoya Sparikassi hevur
fíggjað verkætlanina.
Fiskimálaráðið hevur
stuðlað felagnum við keypi
av útbúnaði, og tað er Norð
oya Sparikassi, sum hevur
fíggjað verkætlanina.
Fiskapylsur
Verkætlanin, sum Jan og Eli
eru farnir undir saman við
Tavuni, byggir í fyrsta lagi
á at framleiða fiskapylsur
burtur úr gulllaksafarsi.
Jan sigur, at talan í fyrsta
lagi verður um trý sløg av
fiskapylsum til viðskera.
- Vit hava gjørt ymiskar
royndir úr ymiskum fiska
sløgum og eru komnir eft
ir, at vit í fyrsta lagi fara
at framleiða trý sløg av við
skera; hvítleykspylsu, karry-
pylsu og bbq-pylsu. Aftrat
hesum fara vit at hava eina
hjáframleiðslu av nútímans
knettum og frikadellum í
tarmi, sum verður klárt at
koyra á pannuna ella í grýt
una.
Hann sigur, at tað verður
ikki fiskasmakkur, sum fer
at eyðkenna viðskeran, men
tann smakkur, sum lagdur
verður í hvørja av hesum
einstaku pylsunum.
- Vit hava havt ein kendan
danskan sjónvarpskokk og
ein slaktara tengdar at hesi
verkætlan, sigur Jan.
Góðar ábendingar
JetFood hevur eitt nú verið
á matvørumessu í Herning
við fiskapylsunum, og
teir hava eisini verið í
Ungarn. Haraftrat eru
royndir farnar umborð á
skip sum proviantur, eins
Nr. 3 - 4. januar 2006
16
JetFood í Leirvík:
Fara at framleiða viðskera til før
Á JetFood í Leirvík gera tey trý sløg av pylsuviðskera;
hvítleykspylsu, karry-pylsu og bbq-pylsu. – Hetta er
heilsugóður viðskeri, sigur Jan E. Petersen
Sum hjáframleiðslu fer JetFood eisini at framleiða nútímans
knettir og frikadellir, klár at koyra á pannuna ella í grýtuna