Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2006 17 royska og útlendska marknaðin og Miklagarður í SMS og matvøruhandilin hjá Óla Langgaard í Klaksvík í eina tíð hava havt pylsurnar í diskunum. At enda hava eis­ini onkrar matstovur, stór­køkar og stovnar roynt við­skeran. - Tær ábendingar, vit higar­ til hava fingið um dygd og smakk, eru sera góðar, og tí eru vit sera spentir upp á hesa verkætlan, sigur Jan. Tað verður Poul Michel­ sen, heilsøla, sum kemur at standa fyri søluni í Før­ oyum, og seinni í hesum mánaðinum verða so tey trý sløgini av fiskapylsu – skorin og pakkað - at fáa í matvøruhandlum kring land­ið. Samstarv Jan E. Petersen sigur, at sjálv framleiðslan av fiskapylsuni, knettum og frikadellum fer fram í Leirvík, men sker­­ ing­in og pakkingin av við­ skeranum verður í Dan­mark, har JetFood hevur fingið í lag samstarv við ein dugnaligan framleiðara og útbjóðara. - Vit fara soleiðis at senda lidnu framleiðsluna til Danmarkar til skeringar og pakkingar, og haðani verð­ ur hon seld á danska mark­ naðinum. Tann part­urin, sum eftirspurdur verð­ur í Føroyum, kemur so heim­ aftur – ikki sum donsk fram­ leiðsla, men sum før­oysk framleiðsla hjá JetFood. Hann leggur dent á, at JetFood ikki á nakran hátt sleppir framleiðsluni upp á ”fjall” – um man so kann siga, hóast skering og pakking verður gjørt í Dan­ mark. - Vøran verður seld í Dan­mark sum føroysk fram­ leiðsla undir okkara navni og vørumerki, sigur hann. Heilsugóður kostur JetFood hevur frá fyrsta degi lagt seg eftir, at framleiðslan skal liva upp til altjóða krøv, har reinføri er í hásæti, og har alt er fyriskipað í samstarvi við heilsumyndugleikarnar á økinum. Jan leggur stóran dent á, at viðskerin hjá JetFood í allar mátar er heilsugóður kostur við ongum tilsetanarevnum av sonevnda e-slagnum. Við­ skerin er eisini gluten-fríur, og soleiðis hevur eisini verið hugsað um tey, sum kunnu vera ovurviðkvom. Nakað av feitti er í viðskeranum, men hetta er fiska-og plantu­ olja. - Vit hava merkt, at stórur áhugi er fyri hesi framleiðslu, bæði tí, at hon er nýggj á marknaðinum og tí, at hetta er heilsugóður kostur Jan sigur, at gulllaksurin er sera væl egnaður til nýggju framleiðsluna í Leirvík, bæði tí, at bindievnið er gott og tí, at hetta er ein rávøra, sum vit hava upp á hondina alt árið. - Sesongin við gulllaksin­ um er í summarhálvuni, men síðan hava vit frystan blokk alt árið, sum er eins væl egnaður í framleiðsluni sum vøran, ið ongantíð hev­ ur verið fryst, sigur Jan E. Petersen. Jan E. Petersen og Eli Eltør eru einsamallir á virkinum í byrjanini, men skjótt verður brúk fyri meira fólki - Vit hava merkt, at stórur áhugi er fyri hesi framleiðslu, bæði tí, at hon er nýggj á marknaðinum og tí, at hetta er heilsugóður kostur, sigur Jan E. Petersen