Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir umleið 100 ár á marknaðinum eru svensku Scania lastbilarnir við snúta, ella við gron, sum teir eisini verða nevndir, farnir í søguna, og bert teir snútaleysu verða gjørdir í fram­ tíðini Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í mong ár fingust flestu last­bilar í tveimum høv­uðs­ útgávum, teir við snúta og teir snútaleysu. Seinastu árini eru Scania teir einastu her um okkara leiðir, sum hava hildið lív í snútalastbilunum. Lastbilar við snúta verða fram­vegis framleiddir, t.d. gera amerikanararnir fram­ vegis lastbilar við langum snúta. Orsøkin til at framleiðslan av snútalastbilunum er hild­ in uppat er tann, at eftir­ spurn­ingurin eftir hesum mo­dellunum er minkaður so nógv, at tað ikki loysir seg at framleiða teir longur. Í 2004 gjørdu Scania minni enn 1.000 lastbilar við snúta av eini samlaðari framleiðslu upp á yvir 50.000 lastbilar. Fyrr vóru flestu lastbilar­ nir snútabilar, men seinnu árini er komnar altjóða reglu­ gerðir um hvussu lang­­ir last­ bil­­ar­­nir í teim­­um ym­isku stødd­­un­­um skulu vera. Hetta hevði við sær, at verk­ smiðj­ur­nar av álvara fóru at satsa upp á last­bilar við stýri­ húsinum bygt oman á motor­ in, fyri at spara pláss. Ístað­in fyri snútan eru stýrihúsini nú í flestu førum víðkaði aftur eftir við t.d. borði og koyggjum til bilføraran. Nr. 3 • mikudagur • 4. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Ein av fyrstu Scania lastbilunum frá 1902. Snútin var ikki so stórur Hesin Scania Vabis er frá 1917 við nakað størri snúta. Leggið til merkis at bilurin hevur dupult hjól aftan Tríggjar generatiónir av Scania lastbilum við snúta Liðugt við Scania lastbilum við snúta Nú verða allir Scania snútaleysir. Hesin er ein nýggjur av R-røðini hjá Scania