mikudagur 4. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2006
19
Um umleið eitt ár
verður vøruskráin
hjá Volvo víðkað
við einum nýggjum
modelli, C30, ið
verður minni enn
núverandi S40.
Talan verður um
ein hatchback við
trimum hurðum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Volvo skulu hava eina størri
og meira umfatandi vøru
skrá. Um umleið eitt ár er
ætlanin at koma á marknaðin
við einum bili, sum er minni
enn núverandi Volvo S40.
Talan verður um C30, ið er
ein hatchback við 3-hurðum,
bygdur yvir sama plattform
sum S40 og V50. Møguliga
verður
aksilfrástøðan
styttri.
C30 skal kappast við bilar
sum t.d. VW Golf, Audi A3
og BMW 1-seriuna. Bilurin
kemur á marknaðin síðst í
2006 ella fyrst í 2007. Annars
eru ikki nógvir upplýsingar
komnir um bilin enn.
Volvo C30 verður ein
hatchback við trimum
hurðum. Bilurin líkist øllum
hinum Volvo-modellunum
framman
C30 verður ein minni Volvo
Hjá teimum sum hava
almikið stríð av at halda
alu-felgurnar á bilinum
reinar, er gott nýtt at
frætta. Eitt nýtt føroyskt
produkt er komið á
marknaðin, sum loysir
hendan trupulleika
Reingerð
Sp/f INCRA v. Regin W.
Dalsgaard í Havn er komin
á marknaðin við einum
nýggjum føroyskum produkti
til reingerð av felgum.
Regin W. Dalsgaard sigur,
at hann fekk hugskotið í
samband við at hann hevur
havt so trupult við at halda
felgurnar á sínum egna bili
reinar. Hann setti sær tí fyri
at gera eitt produkt at reinsa
felgurnar við, sum var lætt
og ómakasleyst at arbeiða
við.
Produktið eitur Shiny
Wheels - spray on wash of,
og skal tað bert sproytast á
felgurnar og skolast av aftur
aftan á 3 minuttir.
Nógv er gjørt burtur úr at
spraydunkarnir skulu síggja
atraktivir út og vera lættir at
handfara.
Framleiðslan verður gjørd
saman við Kemilux, og í
Føroyum verður tann lidna
vøran seld gjøgnum Poul
Michelsen.
Shiny Wheel kemur vænt
andi á marknaðin í næstu
viku, og prísurin verður
avgjørt kappingarførur.
Produktið er royndarkoyrt
við góðum úrsliti á bila
søluni Autoservice, sigur
Regin, sum væntar, at teir
koma at brúka hesa vøruna
framyvir.
Annars er Shiny Wheel
serliga ætlað til útlendska
marknaðin, í fyrsta umfari
Danmark og Ísland.
CITROËN BERLINGO 1,6 ÁRG. AUG. 2003
Bilurin er skrásettur sum vørubilur. Hann hevur tóna›ar rútar og er n‡li-
ga botnvi›gjørdur. Baksetrini, n‡ggj summardekk, útvarpstól/bandspæl-
ari og n‡montera›ur sleipikrókur fylgja vi›. Prísuppskot kr. 110.000,-.
Gevi› eitt bo›. Km. einans 16.500.
Tel. 210621
Sp/f INCRA:
Nýtt føroyskt produkt
til reingerð av felgum
Her er eitt dømi, har helvtin av felguni er reinsað við Shiny Wheels við sera góðum úrsliti