mikudagur 4. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 3 - 4. januar 2006
Ringt ár hjá
fjølmiðlafólki
Á hvørjum ári lata fleiri
tíðindafólk og onnur fjøl
miðlafólk lív í arbeiðinum,
men tað hevur ongantíð ver
ið so ringt sum í fjør.
Sambært altjóða stovn
inum fyri tíðindatrygd,
INSI, doyðu 146 fjølmiðla
fólk, meðan tey vóru til
arbeiðis. Tann størsta
einstaka vanlukkan var í
iranska høvuðsstaðnum
Teheran fyri stuttum, tá
eitt flogfar við millum
annað 48 tíðindafólkum
og myndafólkum rendi á
eini háhús. Øll doyðu. 37
av hinum 98 doyðu í Irak,
og tað merkir, at nú hava
100 fjølmiðlafólk latið lív,
síðan kríggið har byrjaði
í mars í 2003. Tey flestu
fjølmiðlafólkini,
sum
doyðu í Irak í fjør, vóru
irakar.
Tey flestu tíðindafólkini,
sum lótu lív í fjør, doyðu
í álopum av ymsum slagi.
Minst 68 vórðu skotin, sjey
doyðu av bumbuspreing
ingum, trý vórðu myrd,
og tvey hvurvu í Irak.
Alt bendir á, at tey vórðu
hálshøgd, sigur INSI.
Minst 70 doyðu, meðan
tey vóru til arbeiðis. Hini
doyðu í skotbardøgum ímill
um stríðandi partar ella av
tilvildarligum álopum.
Virðisløntar
bøkur
vrakaðar
Ein kanning í Bretlandi
hevur avdúkað, at tað er
sera ymiskt, hvussu forløg
meta bókmentir, og hvønn
kunnleika tey hava til kend
ar bøkur.
Millum annað vísti tað
seg, at einki forlag kendi
handritið til skaldsøguna
”In a Free State”, sum V. S.
Naupal fekk ta viðurkendu
Booker-virðislønina fyri í
1971, og einki forlag segði
seg vera sinnað at geva
handritið út í bók. Eitt
sindur frægari gekst hand
ritinum til skaldsøguna
”Holiday”, sum Stanley
Middleton fekk Booker-
virðislønina fyri í 1974.
Eitt forlag helt handritið
vera vert at geva út.
Blaðið The Sunday
Times sendi 20 bretskum
forløgum handritini, men
broytti navnið á høvund
unum. Niðurstøðan hjá
blaðnum er, at forløgini
leggja seg eftir tilfari hjá
kendum fólki, og at tað
er sera torført hjá einum
nýggjum høvundi at sleppa
ígjøgnum nálareygað. Har
afturat vísir tað seg, at
tað skal vera lætt at selja
bókina og høvundin, ella
sum The Sunday Times
tekur til:
- Ert tú 29, ljóshærd,
vøkur og kend, so er tað nóg
mikið til at fáa sáttmála við
eitt forlag um útgávu.
Sharon
fekk
mutur
Ísraelska sjón
varpsstøðin
Channel 10 vil vera við,
at ísraelska løgreglan
hevur prógv fyri, at fa
miljan hjá Ariel Sharon,
forsætisráðharra
fekk
næstan 20 milliónir krónur
í mutri frá einum eyst
urríkskum vinnulívsmanni.
Í einari sending í gjár
vísti Channel 10 avrit av
skjølum, sum sambært
støðini vísa, at húskið hjá
Sharon fekk pengarnar frá
Martin Schlaff og bróðuri
hansara James í 1999.
Løgreglan hevur fyrr
ákært synir Sharons fyri
at hava tikið ímóti ólóg
ligum pengum, og í gjár
kunngjørdi annar teirra,
at hann fer úr tjóðarting
inum. Omri Sharon hevur
viðgingið, at hann hevur
falsað skjøl, og at hann
hevur tikið ímóti ólóglig
um stuðuli til seinasta val
stríðið.
Sharon sjálvur er ikki
skuldsettur enn, men
Channel 10 heldur uppá,
at løgreglan hevur skjøl,
sum vísa, at hann er eisini
sekur. Ráðgevi hansara,
Lior Chorev, sýtti í gjár fyri
at gera viðmerkingar til
sendingina í sjónvarpinum,
skrivar AP.
Røkke keypir
Aker Yards hjá norska
ríkmanninum Kjell Inge
Røkke hevur í dag keypt
eina stóra skipasmiðju í
Saint-Nazaire í Fraklandi.
Skipasmiðjan, sum er ein
av teimum størstu í Evropa,
hevur tey seinastu tjúgu
árini lagt seg eftir at byggja
stór ferðamannaskip, og
millum skipini, sum eru
smíðað har, kunnu nevnast
”Sovereign of the Seas” og
”Queen Mary 2”.
Tað kom ikki óvart á
nakran, at Aker Yards keypti
fronsku skipasmiðjuna, tí
fyri einum mánað síðani
segði kunningarstjórin,
Tore Langballe, at Aker ætl
ar at keypa tvær ella tríggjar
útlendskar skipasmiðjur í
ár.
UTTAN ÚR HEIMI
Fyrst fingu tey avvarð
andi at vita, at tólv av
teimum trettan monn
unum vóru bjargaðir á
lívi. Seinni komu boð
um, at bara ein var á lívi
Vanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Øll eru skelkað. Eg vildi
ikki trúgva tí. Teir hava logið
fyri okkum alla tíðina.
Avvarðandi hjá teimum
13 kolanámsarbeiðsmonn
unum, sum vórðu stongdir
inni í einum námi í West
Virginia mánadagin, vóru á
gosi, tá tað í morgun frættist,
at 12 av monnunum vóru
funnir deyðir.
Tríggjar tímar framman
undan høvdu tey fingið at
vita, at ein maður var deyður,
og at hinir 12 vóru funnir á
lívi. Fólk hálsfevndust, og
kirkjuklokkurnar ringdu,
men løtu seinni vendist gleð
in til sorg. Bara tey avvarð
andi hjá í 26 ára gamla
Randal McCloy kundu
fegnast. Hann hevði fing
ið stóran skaða, men var á
lívi.
Teir 13 menninir, sum júst
vóru farnir til arbeiðis aftan
á jólafrítíðina, vóru tríggjar
kilometrar inni í náminum
og 80 metrar undir jørð,
tá ein spreinging gjørdi,
at teir sluppu ikki úitaftur.
Bjargingarlið fóru alt fyri
eitt undir at royna at bjarga
monnunum, men arbeiðið
var trupult, tí nógv gass
var í náminum. Í nátt bleiv
kunngjørt, at bjargingarliðini
høvdu funnið ein mann deyð
an, men at hinir 12 vóru á
lívi.
Tað vísti seg at vera beint
øvugt.
Tað er fyritøkan Internatio
nal Coal Group, sum eigur
námið, ið er í Tallmans
ville einar 160 kilometrar í
landnyrðing úr Charleston.
Bara ein var á lívi
Her síggjast inngongdirnar til kolanámið í Tallmansville
Mynd: Reuters