Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 • mikudagur • 4. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Avboð til steypa­ finaluna Rúni Weihe gjørdist beint fyri nýggjár pápi. Tað hevur við sær, at hann ikki verður partur av Tromsø-liðnum, sum um vikuskiftið skal spæla steypa­ finalu Flogbóltur Jákup Mørk Fyri aðru ferð í trý ár hevur Tromsø møguleika at gerast norskur steypa­ vinnari í flogbólti. Leyg­ar­ dagin skulu í Oslo spæla finaludyst móti Nyborg úr Bergen. Í Tromsø verður sagt, at tey ætla sær at leggja nógv fyri í fyrireikingunum. Mill­um annað verður farið til Oslo longu hósdagin, men tað stendur tó greitt, at hetta verður uttan Rúna Weihe. Føroyski spælarin hev­ ur annars verið eitt av álit­unum hjá Tromsø í trý kappingarár, men hesa ferð gera kringstøðurnar til finaludystin, at hann ikki er tøkur. Fáar tímar áðrenn 2006 varð skotið inn, gjørdist Rúni nevnliga pápi á fyrsta sinni. Sjálvur hevði hann sagt felagnum, at um hetta ikki var hent und­an finaluni, so kom hann so ikki við, og nú heldur hann, at tíðarbilið til finaluna er ov stutt. - Nú gekk alt væl, men talan var um tungan barns­burð. Tí havi eg ikki samvitsku at fara heim­an­ ífrá í tríggjar dagar longu nú, sigur Rúni við lokala blaðið, Nordlys. Men føroyski spælarin leggur tó afturat, at hann framvegis heldur Tromsø hava góðar møguleikar í finaluni. - Spæla allir upp til sítt besta, so ivist eg ikki í, at liðið hevur góðan møgu­ leika, sigur Rúni við blað­ ið. Heilt uttan føroyskt ískoyti verður Tromsø tó ikki. Bárður B. Mikkel­sen er enn partur av hópi­num hjá liðnum, sum eis­ini hev­ur Magnus Aðal­ steins­­son sum venjara. Sami Magnus er eisini venj­­ari hjá før­oyska flog­bólts­lands­lið­num, og tí er fram­veg­is sann­ líkt, at nógvir føroyingar fylgja við, tá NRK kl. 14.45 leygardagin send­ ir beinleiðis frá finalu­ dystinum. Seinni í hesum mán­aðinum fara flestøll fótbóltsfeløg í landinum at kappast um óalmenna FM- heitið í innandura fótbólti. Vinnandi felagið fær stóra peningaupphædd, sum skal nýtast til ungdómsarbeiði í felagnum Innandura fótbóltur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er landsliðsleikarin Ják­ up á Borg, sum skipar fyri kappingini, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 21. januar. Jákup hev­ ur arbeitt við kappingini í drúgva tíð, og tað hevur eydnast honum at fáa Føroya Banka at verða høvuðsstuðul, og tað er bankin, sum letur pen­ingaupphædd til tey bæði fremstu feløgini. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann nú einsamallur tekur stig at skipa fyri einum slíkum óalmennum FM í inn­ andura fótbólti, sigur Ják­up á Borg. – Tað hevur verið skipað fyri slíkari kapping í Vági í fleiri ár, men glansurin er so líðandi farin av kappingin har suðuri, og leikararnir hava seinnu árini ikki tikið kappingina í álvara, og tað helt eg verða spell. Eg vóni og vænti, at henda kapping­ in, sum eg nú havi tikið stig til, fer at hava áhuga millum leikararnar, og at teir fara at taka hana í stórum álvara, sigur hann. Eitt lið frá hvørjum felag Jákup á Borg sigur, at vænt­ andi verða tað eini 18 fe­løg, sum fara at taka lut í kapp­ ingini, og hvørt felag kann luttaka við einum liði. Kappingin er skipað á tann hátt, at hvørt lið kann hava fimm mans á vøllinum í senn, og ein teirra skal verða málverji. Hóast liðini hava málverja, so verða tað tey smáu innandura málini, ið verða nýtt í kappingini. – Hóast liðini bert kunnu hava fimm mans á vøllinum í senn, so er tað mín ætlan, at hvørt felag kann hava átta leikarar við til kappingina, greiðir Jákup á Borg frá. Drúgv kapping Ætlanin er at skipa kapp­ing­ ina soleiðis, at fyrst verða leiktir fýra innleiðandi bólk­ ar við ávíkavíst fýra og fimm liðum í hvørjum bólki. Tá ið hesir bólkar eru spældir, koma tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki víðari í kapp­ ingini. Hesi átta liðini, sum á henda hátt spæla seg víð­ ari, verða so býtt upp í tveir millumrundubólk­ar við fýra liðum í hvørjum, og tvey tey fremstu liðini í báðum hesum bólkum koma víðari í hálvfinaluna. Bæði í innleiðandi bólkunum og í millumrundubólkun­um verða dystirnir seks minuttir til longdar. Tá ið komið er til tey sein­astu fýra liðini í kapp­ ingini, sum fara at dystast í hálvfinaluni, verða dystirnir eitt sindur drúgvari. Jákup á Borg sigur, at helst verða teir seinastu avgerandi dystirnir átta minuttir til longdar. Tá ið vinnandi liðið er funn­ið, verða steyp og heið­ urs­merki handað, og sum áður­nevnt fær vinnandi lið­ið eisini ein gávukekk hand­aðan. Somuleiðis fær næstfremsta liðið ein gávu­kekk, sum tó er nakað minni enn tann hjá vinnandi liðnum. – Umframt heiður til fremstu liðini, so fær topp­ skjúttin í kappingini eisini eitt steyp. Eisini skal besti leikari í kappingini kjósast, og tað verða umboð fyri ítrótt­ ar­miðlarnar, ið saman við øðrum finna henda leikaran, sigur Jákup á Borg. Dómarar í óalmenna FM-kappingini í innandura fótbólti verða teir somu, ið til dagligt døma í heimligu fótbóltskappingini, so leik­ ararnir kunnu kenna seg trygg­ar í, at tað verður hildið eitt vakið eyga við, hvussu leikur fer. Eisini sosialt tiltak Tá ið sjálv kappingin er av, verður skipað fyri ein­um sosialum tiltaki, har leik­ar­ arnir savnast til ein betri bita og hugna sær saman. – Vit spæla móti hvørjum øðrum fleiri ferðir um ár­ið, men kennast mest frá sjálvum vøllinum. Tað er tí eis­ini hugaligt, at vit kunnu savnast á ein eitt sindur øðr­vísi hátt, sigur Jákup á Borg. Hóast liðið hjá Jákupi sjálv­ um, HB, verður við í kapp­ ingini, so verður lands­liðs­ leikarin sjálvur ikki millum leikararnar í kappingini. – Tá ið eg nú skipi fyri sjálvari kappingini, so noyð­ ist eg fyrst og fremst at hugsa um tað. Tí velji eg fyrst og fremst at verða á síðulinjuni og ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal. Eg ivist tó ikki í, at HB-liðið verður eins sterkt, sjálvt um eg ikki eri við, sigur Jákup á Borg. Hvør er bestur innandura? Landsliðsleikarin Jákup á Borg skipar seinni í hesum mánaðinum fyri óalmennum FM í innandura fótbólti. Kappingin verður í Hoyvíkshøllini 21. januar, og væntandi fara umleið 18 feløg at taka lut. Tey bæði fremstu liðini vinna gávukekk frá Føroya Banka, og peningurin skal nýtast til ungdómsarbeiðið í viðkomandi feløgum. Mynd: Álvur Haraldsen