mikudagur 4. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 3 - 4. januar 2006
Fotbóltssambandið
hevur boðað frá,
at Magni Mohr nú
verður knýttur at
landsliðnum sum
fysiskur venjari
Fótbóltur
Jákup Mørk
Kanska
týdningarmesti
persónurin handan meist
araheitið hjá B36 verður
nú knýttur at fótbóltslands
liðnum.
Sum fysiskur venjari varð
leikluturin hjá Magna ferð
eftir ferð sagdur at vera ein
hin fremsta orsøkin handan
góðu B36-úrslitini í fjør.
Ikki minst í UEFA-Cup, har
felagið sum fyrsta føroyska
felag spældi seg víðari til
næsta undanumfar.
Nú er so gjørdur sáttmáli,
sum komandi tvey árini knýt
ir 32 ára gamla vágbingin at
arbeiðinum kring A-lands
liðið, har hann kemur at
arbeiða saman við Jógvan
Martini Olsen um krops
ligu venjingina hjá spælar
unum.
Á heimasíðuni staðfestir
FSF, at ábyrgdarøkini hjá
Magna vera:
at staðfesta kropsliga støðið
hjá føroyskum landsliðs
leikarum ígjøgnum eitt
tvey ára tíðarskeið.
at staðfesta kropsliga støð
ið hjá spælarum í For
muladeildini á ymiskum
tíðarbilum ígjøgnum
kappingarárini 2006 og
2007.
at geva landsliðsvenjaranum
neyva vitan um kropsliga
støðið hjá einstaka spæl
aranum, og hvussu henda
vitan kann nýtast í tak
tiskum samanhangi.
at menna eina fasta test- og
kanningarskipan á før
oyska A-landsliðinum.
at gera eina profilskipan av
leikarunum.
Mugu kenna støðuna
Jógvan Martin Olsen, A-
landsliðsvenjari, staðfestir,
at hann alla tíðina hevur
havt eitt ynski um, at Magni
verður knýttur at landsliðs
arbeiðinum.
- Fyrst og fremst, so
kunnu vit við hesum gera
nakrar staðfestingar av,
hvar spælararnir eru staddir
fysiskt. Ikki minst er ógvu
liga stórur munur á hesum, tá
venjingarnar byrja á vári.
Jógvan Martin leggur
tó stóran dent á, at hetta
fyrst og fremst skal nýtast
sum eitt arbeiðsamboð, og
at talan tí ikki verður um
kropsligar servenjingar í
landsliðshøpi.
- Ætlanin er, at Magni
skal taka nakrar royndir av
spælarunum hvør sær. Fyrstu
royndirnar verða tiknar á
komandi venjingarleguni, og
so er ætlanin, at hesar eisini
verða gjørdar í mars, juni,
august, september, oktober
og november. Altso tær
terminir, har vit møguliga
koma at spæla landsdystir.
- Ikki minst kann hetta fáa
týdning, um vit enda í einum
undankappingarbólki við
átta liðum. Tað skal sjálvandi
ein telving til, men er talan
um ein av stóru bólkunum,
so er sannlíkt, at vit koma
at spæla landsdyst í antin
mars ella november. Og tá er
umráðandi at vita, hvussu vit
á bestan hátt kunnu fyrireika
okkum til hetta, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Bjarni og
Andy við
landsliðnum
Bjarni Jørgensen av
Skála og Andy Olsen
úr NSÍ eru tiknir
í landsliðshópin.
Hetta eftir avboð frá
Christian Restorff
Mouritsen og Jón Róa
Jacobsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
Jógvan Martin Olsen hev
ur nú boðað frá tveimum
broytingum í landsliðs
hópinum, sum um góðan
mánað skal á árligu venj
ingarleguna.
Jón Rói Jacobsen er
júst byrjaður tilveruna í
danska AaB, og tí hevur
hann fingið frí frá venj
ingarleguni.
Christian
Restorff Mouritesen var
ein av nýggju monnunum,
sum Jógvan Martin ætlaði
at slúsa inn í landsliðs
hópin, men tað verður
so ikki á hesum sinni.
Tað hevur nevnliga ikki
eydnast honum at fáa frí í
Onglandi.
Ístaðin eru tveir spildur
nýggir landsliðsleikarar
tiknir út til hópin. Teir
báðir eru Bjarni Jørgensen
úr Skála og Andy Olsen úr
NSÍ.
Endaligi hópurin - sum
tó enn kann broytast - sær
nú soleiðis út: Jákup Mikk
elsen, Hanus Thorleifsson,
Bergur Midjord, Fróði
Benjaminsen úr B36,
Bárður Johannesen, Janus
M. Joensen, Jákup á Borg,
Kári Nielsen, Rasmus
Nolsøe, Mortan úr Hørg úr
HB, Atli Danielsen, Heðin
á Lakjuni, Hjalgrím Elttør
úr KÍ, Símun Samuelsen
úr Keflavík, Hanus Jacob
sen úr GÍ, Hans Pauli Sam
uelsen, Bárður Olsen úr
EB/Streymi, Pauli Hansen,
Jónhard Frederiksberg,
Bjarni Jørgensen úr Skála,
Høgni Zachariasen úr ÍF,
Andy Olsen úr NSÍ, Jann
Ingi Petersen úr B68,
Christian Høgni Jacobsen
úr NSÍ, Óli Johannesen
úr TB, Rógvi Jacobsen úr
KR, Andrew av Fløtum úr
Fremad Amager, Gunnar
Nielsen, Jónas Tór Næs
úr Frem, Jóhan Troest
Davidsen úr Everton.
Wurz fer til
Williams
Royndarkoyrarin
hjá
McLaren-Mercedes hesi
seinastu fimm árini Alex
ander Wurz fer nú til Willi
ams liðið. Wurz, ið fyrr
hevur koyrt fyri Bennetton
liðið, verður roknaður sum
ein tann besti royndar- og
menningarkoyrarin í heim
inum.
Wurz var í farna kapp
ingarári ein av fríggjadags
koyrarum hjá McLaren. Í
hesum starvi koyrdi hann
triðja McLaren bilin helvt
ina av fríggjadøgunum
áðrenn formel 1 koyringar.
Hetta gekk sera væl. Hann
hevði vanliga skjótastu tíð
ina fríggjadagar.
Í farna kappingarárið
gekk so mikið væl hjá
McLaren, at liðið ikki slepp
ur at hava ein triðja bil við
fríggjadag undan formel 1
koyringunum. Hetta sleppa
fremstu liðini ikki. Hjá
Williams gekk munandi
verri, tí hevur liðið ein
eykabil fríggjadagar, og
henda bil sleppir Wurz at
koyra. Tað er eingin ivi um,
at hetta er høvuðsorsøkin
til at Wurz fer úr McLaren
til Williams.
Sjálvur sigur eysturríski
koyrarin við f1.com, at
hann hevur havt stóra virð
ing fyri liðstjóranum Frank
Williams, síðan fyrstu ferð
teir hittust í 1996. Líka
síðan tá, hevur Wurz ynsk
at sloppið at koyra fyri
Williams liðið, og endiliga
er tað vorðið veruleiki.
- nud
Keðiligur
klassikari á
Highbury
Arsenal og Manchester
United leiktu í kvøld ein
málleysan javnleik í einum
heldur keðiligum dysti
Málmøguleikarnir vóru
fáir, og hvørki av liðunum
megnaði veruliga at seta
seg á dystin, hóast bæði
liðini høvdu ein sigur fyri
neyðini.
Um United ætlar sær at
elta Chelsea, kunnu javn
leikir als ikki nýtast, og tí
var hetta úrslitið ikki nøkt
andi hjá United.
Arsenal
hinumegin
hevur havt eitt sera vánaligt
kappingarár higartil, og
liðið liggur í løtuni á fimta
plássi. Chelsea er nú trettan
stig frammanfyri United,
og gjógvin økist alsamt.
-SíS
Enn eru ikki allir
smálutir komnir upp
á pláss. Men ætlandi
verður tað so, at
fótbóltslandsliðið
í ár heldur árligu
venjingarleguna í
Orlando, Florida,
heldur enn á la Manga
Fótbóltur
Jákup Mørk
La Manga í Spania ella á
Cypros. Tað plagar at vera
støðin, har landsliðsspælarar
í góðveðrinum í februar
mánaði av álvara byrja fyri
reikingarnar til nýggja lands
liðsárið.
Hendan venjingarlegan
hevur í nógv ár verið partur av
sjónvarpssáttmálanum, sum
Fótbóltssambandið hevur
havt við týska SportsFive. Í
síni tíð sum ein av avgjørdu
fortreytunum fyri menning av
føroyskum landsliðsfótbólti,
men seinnu árini meira at
rokna sum týdningarmikil
liður í fyrireikingunum til
nýtt landsliðsár. Og ikki
minst sum ein partur, har
ung landsliðsevni hava
fingið sín møguleika undir
umstøðum, sum ikki eru
eins kroystar, sum krevjandi
undankappingardystir eru
tað.
Ein nýggj byrjan
Ísak Mikladal, aðalskrivari
í FSF, váttar, at tað hevur
verið arbeitt við málinum.
Men hann leggur afturat, at
allir smálutir enn ikki eru
komnir í rættlag.
- Vit ætlaðu annars, at
hetta skuldi verða greitt
fyri jól, men tað bleiv tað so
ikki. Eitt nú er spurningurin
um innivist ikki endaliga
avkláraður.
Tað skilst tó á øllum brøgd
um, at talan einamest er um
smálutir, sum gjarna skuldu
verið greiðir heilt skjótt.
Og Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, tykist eisini
staðfesta, at legan hesa ferð
verður í USA.
- Fyrst og fremst, so ynskti
eg, at vit skiftu umhvørvið
til venjingarleguna út. At
tað júst gjørdist USA, var
kanska meira av tilvild. Tað
hóskar seg líka sum væl at
nýta hetta sum eitt høvi at
markera eina broyting, og tí
varð ynskið sett fram, sigur
hann.
Jógvan Martin leggur
afturat, at talan sum so
ikki er um nakra ónøgd
við umstøðurnar á Cypros
og á la Manga. Men hann
dylir samstundis ikki fyri,
at umstøðurnar í Florida
tykjast vera í topp.
Venjingarlegan hjá lands
liðnum byrjar hesa ferð 19.
februar. Í mun til undanfarnu
legurnar verður talan hesa
ferð um heldur drúgvari
tíðarskeið, og verður tað
soleiðis ikki fyrr enn 1. ella
2. mars, at hópurin verður
aftur í Føroyum.
Tveir dystir skulu ætlandi
spælast á ferðini, meðan
talan hinar dagarnar verður
um venjing.
A-landsliðið skal til USA
Magni Mohr á A-landsliðið
Florida er heldur eksotiska ferðamálið,
har føroyska fótbóltslandsliðið í ár skal á
venjingarlegu