Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. november 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 215 - 8. november 2000 Frits Johannesen Ikki eiti á tilboðum í bløð- um frá teimum ymisku kommunalvalevnunum. Tað kemur mær fyri, at hetta er sum eitt gott útsalg á heystardegi. Einki ilt um tað. Rivini eru ræstnað, so skaldskapurin hevur eingi mørk í so máta. Tær steiktu pylsurnar og kókaðu pyls- urnar hava rokan uppá av ketchuppi, leyki og sinn- oppi – ja, onkur hevur ket- chup »í eitt hjørn«, og ang- in av hesum royki stendur í næsarnar, so valevnini vita ikki hvørjum beini, tey skulu standa á. Ofta er tað so, tá ið út- salgið er av so hoyrist lítið og einki frá øllum tilboðs- politikkarunum. Onkur fall av, og onkur kom inn um grindina. Tá ið tú ert komin inn um, ja, so ert tú har. Nú er tað at politikkurin skal fremjast í verki. Viljin er góður, men tú hoyrir einki, og av og á er okkurt gleps- ið í bløðunum um okkurt, sum kanska argar eitt sind- ur. Valevnið, ið tú setti kross fyri gongur kanska tvørs av tíni polittisku hugsan, men ikki verður so nógv hugsað um tað. Tá ið ein tíð er umliðin, minnast fólk kanska ikki hvør kom innum, og hvør ikki kom inn. Eg sat i sóknarstýrinum í Fuglafirði í átta ár frá 76 til 84 og havi upplivað fyri stuttum, at onkur hevur fílst á, hví eg ikki atkvøddi fyri onkrum málið, sum kom fyri síðst í níti árinum. Hetta er bæði skemtingar- samt og ja, ber kanska boð um, meðan sitið varð í hesum demokratiska for- um, at tú kundi gjørt meira vart við teg í skrift og talu, so fólk vitstu hvat tú gjørdi – verið meira kreativur og lætt ljóðið av, so okkurt, sum var meira út yvir tað dagliga, stóð eftir. Í mongum føri er tað tað sama sum fyrifert. Útstykk- ing, vegagerð, keiðgerð, nýggjan skúla, ítróttarhøll, barnagarð, eldrabýlið.. o.s.fr. Einki ilt um tað. Spurningurin er kanska: Hvør eigur tað størstu olju- havnina ?????? Her kemur mær fyri, at revagarðarnir spøkja aftur, ella flakavirk- ini á hvørjum tanga, ella aliringar á hvørjum firði ganga aftur. Hetta kann vera kreativt í sjálvum sær, men hví ikki leggja á ein annan bógv? Landið setir kommunun- um setning fyri, at eitt av- markað krónutal skal verða til íløgur. Tá ið hugsað verður um ferðavinnuna koma ferðafólk ikki at hyggja at oljukeiðum, stór- um ítrottarhøllum, pylsu- vognum, kassaídnaðarøkj- um, o.s.fr., men heldur onkrum, sum hevur tilknýti til okkara mentan. Latin verður prísur fyri reinastu og ruddiligastu bygd í Før- oyum. Hetta er gott, men kanska skuldi landið givið kommunum boð um, at gjørt okkurt bæði einsæris og saman við øðrum kommunum, sum hevur størri mentanarligt virði. Hetta kundi eisini verið eitt uppskot sjálvandi frá kommununum, at lagt lunnarnar soleiði t. d.: Vit vilja bøta upp á neyst, gróthús, gomul hús í bygd- ini, varðveita ein ávísan býling, sum hevur siðsøgu- ligan týdning, gjørt øki, hvar øll – listafólk, arki- tektar, verkfrøðingar, leikur og lærdur tóku hendur sam- an og løgdu fleiri demen- siónir í, so ikki alt snúði seg um mold, eyr, grús og asfalt, sum i mongum før- um bert hevur eina dimen- sión. Peningur skal til. Tá ið landið vil hava at kommun- ur bert skulu brúka eitt ávíst krónutal til íløgur, átti at verið loyst av kjaftband- inum, at so mikið rann úr posanum, at ein demensión kom afturat politikkinum. Í útlondum sært tú nógv pro- jektir, hvar arkitektar og listamenn hava gingið hond í hond og gjørt (lista)verk, sum fólk vitja fyri at síggja hetta megnar verk Ikki nýt- ist okkum at stíla so høgt, at vit fara um rygg, so kostnaðurin verður ov høg- ur, nei byrja í smáum. Eg haldi, vit hava skyldu til hetta. Hetta er so sera einkult. Tosið við listafólk- ini, arkitektar o. s. fr. um hetta. Hví ikki taka lista- fólk, pedagogar, sálarfrøð- ingar, arkitektar og hand- verkarar upp í, tá ið eitt byggiøki skal gerast byggi- búgvið? Mín meting av hesum er ofta, at tað verður farið sera lætt um, tá ið spurningurin um trivna verður við gjørdur. Tað, sum hevur við dagliga lívið at gera, ja, tað nýtist ikki, tí fólk skulu sjálv skapa trivn- aðin. Hetta er rætt, men tað verður væl betur avstað farið, um allar demensiónir verða hevdaðar. Verða ferðafólk var við, at eitt sjaldsamt øki, við listaligum árini er gjørt t.d. í Lopra, ja, so fara ferða- fólk til hetta stað, og bera boð um hetta víða um. Hetta gevur aftur krónur og oyru í okkara kassa. Fyri fimm árum síðani, tá ið allar milliardirnar vóru farnar fyri bakka, hvussu nógv av hesum krónutali varð latið til listina, listaliga ráðgeving, arkitekturin og tað arki- tektoniska? Tað var smá- vegis. Forbrúkið hevði ver- ið ræðuligt. Tað harmaði mangan, tá ið komið varð út á eggina, at tað bert stóð kanska bara ein pylsuvogn- ur eftir. Um so er at gerast skal ein pylsuvognur, lat hann so verða mobilan (farpylsu- vogn). Hann kundi t. d. í Fuglafirði staðið mánadag Vesturi á Horni, ein týsdag Norðruri á Enni, Toftabøn- um mikudag, Uppi við Garð og á Bugnum hósdag og fríggjadag í Gjógvará og leygardag á Muntra. Nú eru øll mett í Fuglafirði, so kundi hann farið út á Kambsdal sunnudag at staðið. Soleiðis kundi gongdin verið. Eitt sindur um kreativan kommunalpolitikk Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveld- isflokkin Bussleiðin hjá Býráðnum skal økja frekvensin til at koyra hvørt 20 minut so at tænastan til nýtaran kann verða enn betur. Bussleiðin er ein kærkomin tænasta sum ikki kostar Býráðnum meira enn slakar 9 mió. og fær Býráðið umleið 30% aftur av kostnaðinum frá ferðaseðlagjaldinum. Tað eru enn økir sum ikki hava buss samband, td., av Hamarinum á Argjum. Ætl- anir eru at gera eina leið hagani kring Havnina sum við einum 20 min., frek- vensi fer at bøta munandi um sambandi og nýtsluna av bussunum. Ætlanir eru at gera ein nýggjan býling í Hoyvíks- haganum. Tað er um- ráðandi at hetta øki fær bussamband beinanvegin farið verður undir at grava út so at ikki verður sum á Norðastahornið sum ikki fekk bussamband fyrenn ár eftir at økið varð bygt. Býráðið eigur at stuðla bussleiðini so at privata ferðslan minkar. Fleiri og fleiri og privatir bilar við dieselmotori koyra í Havn- ini við harav størri og størri dálking. Hetta kan ikki góðtakast útfrá einum »grønum sjónarmiði« og við heilsuni hjá borgarun- um í huga. Tað er átaluvert at Shell og Statoil ikki hava so reina dieselolju á sínum sølu- støðum soleiðis at bussar- nir kunnu nýta sokallaði umhvørvisfiltur, dieselolj- an er snøgt sagt ov skitin! Hvat sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan til hetta mál ? Tjoðveldisflokkurin vil stuðla bussunum. Bussleiðin VIÐMERKINGAR Leivur Hansen borgarstjóri Alsamt størri og størri eftirspurningur er eftir leigu- og eldraíbúðum her í kommununi. Í hesum sambandi er hugaligt at kunna stað- festa, at á báðum økjum eru ítøkilig stig tikin til tess at skapa møguleikar fyri tílíkum íbúðum. Eftir sera tungan burð, er kommunan nú umsíð- ir farin í samstarv við Íbúðargrunnin hjá Húsa- lánsgrunninum við tí fyri eyga at stovna sjálvsognarstovn, ið skal byggja og reka leigu- íbúðir á Berjabrekku. Talan er um eina ætl- an, ið fevnir um 60 íbúð- ir, sum skal fremjast í trimum byggistigum við 20 í hvørjum. Miðað verður eftir at bjóða arbeiðið út næsta summar, soleiðis at tær fyrstu íbúðirnar kunnu takast í brúk í 2002. Á eldraíbúðarøkinum er ein sjálvsognarstovn- ur, sum Íbúðagrunnurin eigur, í ferð við at um- byggja húsini hjá Zac- hariasi á Skipafelagn- um, undir Pisuvarða, til fimm íbúðir. Harumframt hava Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin ognað sær onnur lendi í komm- ununi til fleiri leigu- og lutafelagsíbúðir. Td. eina trøð við Dalavegin og seks raðhúsagrundir úti í Mattalág, sum í fleiri ár hava staðið í hálvum gekki og verið til ampa fyri grannalagið har úti. Ætlanin er ikki, at grunnarnir sum so skulu eiga og standa fyri bygg- ingini av hesum íbúðum, men at búfelagsskapir við egnum viðtøkum skulu setast á stovn at eiga og reka íbúðirnar. Hesum tiltøkum hjá Húsalánsgrunninum kunnu vit í býráðnum ikki annað enn heilsa vælkomnum. Onkur býráðslimur hevur í valgrein havt lyndi til at geva Húsa- lánsgrunninum ábyrgd- ina av, at onki enn hevur spurst burturúr ætlaðu eldraíbúðarbyggingini á Skálatrøð. Hetta er heilt burtur- við. Húsalánsgrunnurin var tvørturímóti til reið- ar at fara undir hesa ætl- anina saman við komm- ununi við smávegis broytingum. Men mongu eyka- krøvini, ið komu á borð- ið undir nevndarvið- gerðini av málinum (sum m.a. vóru grundað á parkeringsviðurskift- ini), gjørdu, at Húsa- lánsgrunnurin tá saman- um kom ikki helt seg til at luttaka í ætlanini. Vit býráðslimir eiga tí at taka í egnan barm í hesum máli og ásanna, at ábyrgdin fyrst og fremst liggur hjá okkum sjálvum. Persónliga havi eg ongar vónir um longur, at komið verður stórt víðari við hesum málin- um á hesum sinni. Hetta er sjálvandi stórt spell fyri tey mongu eldru, ið nú av álvara vóru farin at gleða seg og síggja fram til, at okkurt umsíðir fór at henda við hesari nú eft- irhondini 10 ára gomlu ætlan. Tey noyðast nú ístaðin at líta á, at komandi býráð hevur størri hegni og vilja enn sitandi bý- ráð til at fáa eina enda- liga loysn á Skálatraðar- projektinum. Leigu- og eldraíbúðir Nr. 215 • mikudagur • 8. november 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Johan Byrial Hansen var ikki á vøllinum, tá OB vann móti Silke- borg, men fyri fyrstu ferð í 15 mánaðir var svágur hansara at síggja SUPERLIGA Jákup Mørk Í donsku mi›lunum var› dysturin mánakvøldi› mill- um OB og Silkeborg mettur sum ein av tí tamara slag- num. Dysturin var› avgjørdur, tá Ulrik Pedesen mi›skei›- is í fyrra hálvleiki sendi bóltin í kassan. Naka› seinni kundi OB økt um lei›sluna, tá Maichale Lar- sen hjá Silkeborg var› útvístur, samstundis sum OB fekk tilluta› brots- spark. Møguleikin var› tó misn‡ttur, og vi› 10 monn- um var› Silkeborg nær vi› at javna, men hvørki dóm- ari ella hjálpardómari varn- a›ust, at Henrik Tømrer Pedersen hev›i skoti› bólt- in inn um strikuna, á›renn OB verjuleikari rudda›i burtur. Per aftur á vøllinum Ein hending var tó, sum fram um a›rar stjól yvir- skriftirnar. Ta› var tá svágurin hjá føroyska landsli›smanninum, Per Byrial Pedersen var› send- ur á vøllin í seinna hálv- leiki. Per er giftur Anju Byrial Hansen, sum fyri fáum árum sí›ani var partur av donsku jarn-damunum, sum bergtóku allan hond- bóltsheimin. Yrkislei› hennara enda›i, tá hon gjørdi av, at nú átti ma›urin tørn at royna seg. Per Pedersen stó› tá ovast á danska stjørnuhimmal- inum, eftir at hann millum anna› hev›i skora› vi› einum vøkrum saksasparki í landsdysti móti Fraklandi, og enska Blackburn bey › OB 25 mió.kr. fyri leikaran. Ska›ar gjørdu um seg Fótbóltseydnan var tó ikki vi› honum í Onglandi. Venjarin, sum hev›i keypt hann, var› stutt eftir hetta sagdur úr starvi. N‡ggi venjarin, sum var Roy Hodgson, hev›i danan sum fjór›a val í álopinum, og tí var ta› so sum so vi› spæli- tí›. Leigumál í Fraklandi og T‡sklandi vór›u heldur ikki eydnan hjá framherjan- um, sum at enda flutti aftur til OB. Heldur ikki her tóktist eydnan at vera vi› honum, og eftir hann leingi hev›idrigist vi› ska›a í hælsinuni, noyddist hann at enda at leggjast undir skur›. Sí›ani eru lidnir 15 mána›ir, har eingin hev›i rokna› vi›, at Per nakran tí› aftur fór at spæla super- ligubólt aftur, men hesir spádómar eru nú gjørdir til skammar. Vi› sigrinum vann OB seg upp á sætta plássi› í donsku superliguni. Teir eru seks stig aftan fyri Brøndby á fremsta pláss- inum. Nú øll liðini í bestu mansdeildini hava hitst eina ferð, verður farið undir seinnu helvt av grundspælinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyrstu dysturin av hesum ver›ur, tá oddali›i› úr Vestmanna vitjar H71 sunnudagin. Fyrri dyst- urin millum li›ini bæ›i enda›i vi› tryggum sigri til vestmenningar, og teir eru eisini favorittar und- an hesum dystinum. Tó skulu teir helst ikki rokna vi›, at uppgávan ver›ur eins løtt hesa fer›. Hoyvíkingar hava sí›ani fyrra dystin víst tenn í fleiri uppger›um, og millum anna› man sigurin móti Neistanum hava styrkt um sjálvsálit teirra. Ein avgerandi spurn- ingur hjá hoyvíkingum er tó helst, um Stefan Dorofte aftur er tøkur. Sunnudagin sat hann uttanfyri vi› ska›a, og hetta merktist serliga væl í álopsparti teirra. Seinasta súkklukapp- ingin á árinum varð fyriskipað leygardagin SÚKKLING Jákup Mørk Hóast luttøkan onkun tí› hevur veri› størri, so mundi hon tó vera á eini lei›, tá endakappingin, Balslev Multikapping 200, var› fyriskipa› leygardagin. Kappingin var› tó, eins og tær undanfarnu hjá Tórshavnar Súkklufelag avgreidd í øllum gó›um, og ver›a úrslitini av hesi prenta› ni›anfyri. Súkklararnir kring landi› fara nú at halda sær eina væl unta vetrarfrítí›, eftir eitt ár, sum hevur sett met vi›víkjandi tali av kapp- ingum. Dreingir 9 ár og yngri 1 Knud Glerup 8,48 2 Rani Jacobsen 8,51 3 Róaldur Jacobsen 9,25 4 Høgni Miné Rasmussen 9,27 Gentur 10 ár og yngri 1 Vanja Miné Rasmussen 10,22 Dreingir 10-14 ár 1 Beinir Jacobsen 15,45 2 Dánjal Michaelsen 18,12 3 Jákup Apol 19,18 4 Jákup Dahl-Olsen 19,58 5 He›in Poulsen 20,33 Vaksin 1 Gunnar Dahl- Olsen 26,18 2 Sverri Mohr Edvinsson 27,17 3 Christian Guttesen 27,47 4 Evald Rasmussen 28,45 5 Kári Simonsen 28,50 6 Kristian Niclasen 32,43 7 Robert Vilhelmsen 36,17 Eftir at hava veri› skaddur í nærum hálvt anna› ár slapp Per Pedersen aftur at royna seg mánakvøldi› Ein Byrial á vøllinum Súkkluárið liðugt Annar partur byrjar Tey yngstu, eins væl og tey elstu, stríddust sum fyri lívinum um at vinna seg fyrst inn um mállinjuna