hósdagur 5. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nógvir av royndastu
tónleikarunum eru
umboðaðir í listanum
yvir uppskot til planet
heiðurslønir, men
tað er ein rættiliga
nýggjur bólkur, ið er
í uppskotið til flestar
virðislønir
Planet.fo
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lama Sea eru í uppskoti
til tríggjar av teimum seks
planetunum. Bólkurin
er í uppskoti til Besta
føroyska og Besta nýggja,
meðan sangarin Janus
Rasmussen er í uppskoti
til Besta sangara. Eftir sum
Lama Sea ikki hevur eina
útgávu, ikki hevur eina
songkvinnu og heldur ikki
er ein útlendskur bólkur, so
er bólkurin í veruleikanum í
uppskoti til allar tær virðis
lønirnar, ið bólkurin kann
vera í uppskoti til. Hetta er
sera flott.
Tríggir bólkar eru í
uppskoti til tvær planetir:
200 fyri bestu útgávu og
besta bólk, Petur Pólsson
fyri bestu útgávu og besta
nýggja og GBOB vinnarin
Marius fyri besta nýggja og
besta bólk.
At trý av nýggju
nøvnunum eru umboðaði
í øðrum í uppskotunum til
aðrar virðislønir, er sera
jaligt, og skal síggjast,
sum tekin um, at føroyskt
tónleikalív er livandi
og í góðari menning.
Hendan virðislønin Besti
nýggji verður latin til ein
einstakling ella bólk, ið
hevur fingið sítt veruliga
gjøgnumbrot í árinum 2005.
Lama Sea kunnu
vinna tríggjar
planetir
Nú er greitt hvørjir
bólkar og einstaklingar
eru í uppskoti til
planetirnar, ið Planet.
fo og Sosialurin fara
at lata síðst í hesum
mánaðanum
Planet.fo
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nú er klárt at atkvøða
um planetirnar, ið
verða handaðar á stóra
galla kvøldinum á Hotel
Føroyum 28. januar. Serliga
dómsnevndin hevur funnið
fimm uppskot til hvørja av
teimum seks planetunum,
ið tit kunnu atkvøða um á
sms, frá nú og fram til 26.
januar á miðnátt.
Í dómsnevndini sita
fimm serkønir dómarar, ið
umboða ymisk umhvørvi
og leiklutir innan føroyskan
tónleik. Her eru tónleikarar,
sangarar, ummælarar,
tónleikafyriskiparar og
serfrøðingar, ið øll hava
eitt felags eyðkenni, at øll
hava ein brennandi áhuga
og stórt forvitni, tá tað snýr
seg um føroyskan tónleik.
Tey, ið eru í nevndini,
eru Niels Uni Dam, Urd
Johannesen, Sólarn
Solmunde, Malan Eyðuns
dóttir og Heri Ellingsgaard.
Til ber at atkvøða einaferð
innan hvørja kategori
fyri hvørja fartelefon,
og øll fartelefonhald hjá
Føroya Tele kunnu luttaka
í atkvøðugreiðsluni. Hvør
atkvøða kostar 5 kr. Sms
atkvøðurnar telja helmingin
av endaliga úrslitinum.
Limirnir í dómsnevndini
atkvøða somuleiðis hvør í
sínum lagi, og
teirra samlaðu atkvøður
telja hin helmingin av úrslit
inum.
Síðani verða atkvøðurnar
hjá fólki og dómsnevndini
taldar saman til eitt enda
ligt úrslit, sum verður
almannakunngjørt á stór
fingna Planet tiltakinum á
Hotel Føroyum.
Harafturat verður eisini
ein serlig Planet-heiðursløn
latin einum persóni, sum
hevur avrikað nakað
serligt í føroyskum tónleiki
gjøgnum árini. Atkvøtt
verður tó ikki um serligu
Planet-heiðurslønina.
Dómsnevndin tekur sjálv
avgerð um hvør hevur
uppiborið hendan heiður.
Ætlar tú at atkvøða fyri
t.d. Morning Dew sum
bestu útgávu, sendir tú ”pla
bu 4” til 1441, ella fyri Lama
Sea sum besta føroyska,
sendir tú ”pla bf 3”
Uppskot til
planetir
Besta útgáva
– send pla bu NR
1 A Place to Stand On – Deja Vu
2 Førist – Páll Finnur Páll
3 Koma – Petur Pólson
4 Morning Dew – Høgni Lisberg
5 Viva La Republica – 200
Besti føroyski
(bólkur/einstaklingur)
– send pla bf NR
1 200
2 Go Go Blues
3 Lama Sea
4 Makrel
5 Marius
Besti sangari
– send pla bs NR
1 Brandur Karlson Jacobsen
2 Janus Rasmussen
3 Kári Sverrisson
4 Kim Hansen
5 Teitur Lassen
Besta songkvinna
– send pla bk NR
1 Eivør Pállsdóttir
2 Guðrið Hansen
3 Guðrun Sólja Jacobsen
4 Lena
5 Petsi Tvørfoss
Besti nýggi
(bólkur/einstaklingur)
– send pla bn NR
1 Lama Sea
2 Marius
3 Petur Pólson
4 Poppkorn
5 The Dreams
Besti útlendski
(bólkur/einstaklingur)
– send pla ub NR
1 Green Day
2 James Blunt
3 Madonna
4 Nephew
5 Tim Christensen
200 hava við Viva
La Republica og
Muscleman-blað,
lagt Føroyar fyri
sínar føtu.
Atgongumerki til Planet-Galla
Atgongumerki til Planet-Galla veitsluna verða at fáa í komandi
viku, lýst verður nærri um hvussu og hvar. Nógv verður gjørt
burtur úr tiltakinum, og nógvur góður tónleikur verður at
hoyra. Á planet.fo ber komandi vikurnar til at fylgja við í hvør
fer at spæla og hvat verður á skránni.
Janus Rasmussen og hinir í
Lama Sea fingu sítt veruliga
gjøgnumbrot í Prix Føroyum