hósdagur 5. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2006
9
Stutt fyri jól setti
Føroya Tele eitt filtur
upp, sum skal forða
fyri, at fólk sleppa
á heimasíður við
barnaporno. Síðani
filtrið bleiv sett upp,
eru eini 300 leitingar
eftir barnaporno
steðgaðar dagliga
Barnaporno
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Barnaporno er ein stórur
trupulleiki kring allan knøtt
in, og eisini her á landi er
tað so, at nógv fólk hava
áhuga í barnaporno. Føroya
Tele hevur í samstarvi við
donsku
ríkisløgregluna
og Red Barnet ment eitt
filtur, sum skal forða fyri,
at kundar hjá Føroya Tele
koma á ólógligar heimasíður
við barnaporno.
Dagførdur listi
Nýggja filtrið hjá Føroya
Tele virkar á tann hátt,
at danska ríkisløgreglan
hevur útvegað Føroya Tele
ein lista yvir heimasíður,
ið eru ólógligar. Hesin listi
hevur ríkisløgreglan gjørt í
samstarvi við Red Barnet,
sum á altjóða stigi eyðmerkir
og samlar inn upplýsingar
um, hvar barnaporno er á
netinum.
Listin verður regluliga
dagførdur, tí nøgdin av
barnapornografiskum tilfari
á internetinum er støðugt
vaksandi, og tað sama er
ferðslan til síður við slíkum
tilfari.
Síðani filtrið hjá Føroya
Tele bleiv sett upp stutt fyri
jól, eru umleið 300 leitingar
eftir barnaporno steðgaðar
dagliga. Hetta er eitt rættuliga
høgt tal, og samanborið við
onnur norðurlond liggja før
oyingar rættuliga ovarlaga á
listanum.
Vit hava
ein
trupul-
leika
Leiðarin á Barna
verndarstovu Før
oya, Anna Dam,
heldur, at tá ið
nýggja filtrið hjá
Føroya Tele fangar
300 leitingum eftir
barnaporno dagliga,
hava vit ein trupul
leika, sum vit ikki
eru nóg góð at síggja
Barnaporno
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kemur ikki óvart á
Onnu Dam, at talið av
barnapornoleitingum er so
høgt, og hon vónar, at fólk,
sum hava illgruna um slíkt
virksemi, boða frá, tí tað
hava tey skyldu til.
Ikki betur enn onnur
– Høga talið sigur mær,
at vit hava ein trupulleika
við kynsligum ágangi móti
børnum, sum vit eru nóg
dugnalig at síggja. Í Íslandi
vóru í fjør 270 fráboðanir
um kynsligan yvirgang
móti børnum, og eg trúgvi
ikki, at vit í Føroyum lut
falsliga eru hampuligari
enn íslendingar, sigur
Anna Dam, sum heldur
ein trupulleika verða, at vit
føroyingar ikki eru nóg góð
at fanga slíkan ágang.
Leiðarin á Barnavernd
arstovu Føroya heldur, at
tiltakið hjá Føroya Tele er
positivt, og hon sigur seg
vóna, at tað kann virka fyri
byrgjandi á økinum.
Umráðandi at halda
eyga við børnunum
Anna Dam sigur, at tað
er av stórum týdningi, at
foreldur halda eyga við
børnini hjá sær, og hvat tey
gera á internetinun, tí tað er
ógvuliga lætt hjá teimum
at koma á heimasíður við
ólógligum tilfari.
– Eg vóni, at fólk
gera vart við seg, um
tey blíva varhug við slík
álvarsmál sum leiting eftir
barnaporno. Tú hevur
fráboðanarskyldu, um tú
hevur illgruna um, at onkur
leitar eftir ólógligum tilfari
á internetinum. Við nýggju
lógini, sum kom í gildi á
nýggjárinum, er tað eisini
møguligt hjá fólki at venda
sær til barnaverndina kring
landið og verða dulnevndur,
greiðir Anna Dam frá.
Richard Mortensen,
stjóri á FT Samskifti,
sigur, at um løgreglan
vil kanna, hvør tað
er, sum leitar eftir
barnaporno á inter
netinum, ber tað til
Barrnaporno
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Stjórin á FT Samskifti sig
ur, at Føroya Tele sjálvt tók
stig til at koma við í eitt norð
urlendskt samstarv um eitt
slíkt barnapornofiltur, og
endamálið við hesum er at
verja kundarnar og børnini.
Liggja ovarlaga
– Vit gera hagtøl yvir hesar
leitingar, sum vit senda
donsku ríkisløgregluni, ið vit
jú samstarva við á økinum.
Um løgreglan ynskir at gera
eitt serligt arbeiði og kanna,
hvør tað er, sum leitar eftir
barnaporno, ber tað til. Hetta
krevur tó, at løgreglan fyrst
hevur eitt politimál, ið skal
kannast. Tá kann løgreglan
sleppa inn á skipanina
hjá okkum at kanna eftir,
hvagani leitingarnar eftir
barnaporno stava, sigur
Richard Mortensen.
Stjórin í FT Samskifti
greiðir frá, at í mun til
grannalondini hjá okkum
liggja Føroyar ovarlaga
á listanum yvir barna
pornoleitingar í mun til
fólkatalið, og at hetta
prógvar, at tað var rætt av
Føroya Tele at taka stig til
at verða við í norðurlendska
samstarvinum.
– Eg vóni tó, at vit við
nýggja filtrinum fáa steðgað
hesi gongd, og eg bæði vóni
og vænti, at talið av slíkum
leitingum fer at lækka. Tað
eru í hvussu so er royndirnar
úr okkara grannalondum,
sigur Richard Mortensen.
300 barnapornoleitingar um dagin
Eitt filtur, sum Føroya Tele setti upp stutt fyri jól, vísir, at umleið 300 ferðir um dagin leita føroyingar eftir barnaporno á
internetinum.
Modellmynd: Jens Kr. Vang
Løgreglan kann finna pedofilarnar
Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti, heldur, at talið av
leitingum eftir barnaporno vísir, at tað var rætt av Føroya Tele
at fara upp í norðurlendska samstarvið á økinum.
savnsmynd