hósdagur 5. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 4 - 5. januar 2006
Í hesum árum hendir sera nógv og spennandi innan
føroyska listaheimin. Innan bókmentir: stórar spennandi
og øðrvísi skaldsøgur, hartil yrkingasøvn í hópatali.
Innan tónleikin er stór menning á klassiska so væl sum á
rútmiska økinum. Tjóðpallur er farin til verka og týdning
urin av hesum fyri pallistina kann valla yvirmetast. Innan
myndlistina hava Føroyar staðið sterkar í mong ár. Henda
listagrein hevur verið eyðkend av oljumálningum og
økið hevur verið dominerað av monnum. Tó so, at sein
astu árini eru fleiri ungar listakvinnur komnar væl við.
Myndlistaøkið hevur verið rakt av ósemjum millum
listafólkini um leiðsluna av Listasavni Føroya. Henda
ósemja er tó ikki verri enn so, at vit í fjør fingu fleiri
framúrskarandi listaframsýningar eitt nú á Skipasmiðjuni,
í Listasavninum og í tí frálíka Gallerí Fokus.
Nevndin, ið skal koma við tilmæli um Mentanarvirðisløn
landsins hevur í 2005 sett fokus á ein sera áhugaverdan
og spennandi part av myndlistini nevniliga tólistina, ið er
ein partur av tekstillistini. Var tað ein djørv og røtt avgerð
at lata Heiðursgávu landsins til Emil Juul Thomsen, so
kann tað sama við røttum verða sagt um avgerðina at
mæla mentamálaráðharranum til lata mentanarvirðis
lønina til Titu Vinther. Við hesi avgerð hevur tilmælis
nevndin sett fokus á ein part av myndlisitni, sum vit
ikki gáa so nógv um í føroyska gerandisdegnum. Og
kortini er hetta tann listagreinin, sum kanska mest er
í ætt við føroyska fólkamentan. Hetta er fyrstu ferð,
Mentanarvirðisløn Landsins verður latin eini kvinnu,
og øll eiga at fegnast um, at føroyskar listakvinnur
nú skriva seg inn í hendan partin av okkara listasøgu,
sum móttakarin Tita málbar seg her í blaðnum í gjár. Í
grundgevingini fyri at lata Titu Vinter Mentanarvirðisløn
Landsins, sigur Virðislønarnevndin millum annað: ”Ment
anarvirðisløn Landsins verður latin Titu Vinther fyri
hennara slóðbrótandi arbeiði innan vevlist í Føroyum.
Hóast hon ikki er uppvaksin í Føroyum, fær hon nógv
an íblástur úr føroysku náttúruni, og er hon ein sonn
undangongukvinna og serfrøðingur í plantuliting og
at nýta tilfar úr føroysku náttúruni yvirhøvur. Eisini
hevur hon torað at brúkt annað tilfar enn tað vanliga og
siðbundna; bæði menniskjahár og hestahár eru komin
undir hennara kønu hendur og eru tvinnað og spunnin
inn í listaverkini. Listarverkið “Santa Pæturs nót”, sum
er vevað úr menniskjahárum, hevur fingið sera góð
ummæli bæði her heima og í øðrum londum. Fleiri av
verkum hennara eru at síggja í Listasavni Føroya. Tita
hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt
støði, frá handverki til list, og á tann hátt hevur hon
slóðað veg og veitt íblástur til aðrar kvinnur innan hesa
listargrein”.
Hetta eru sanniliga beinrakin og vælvald orð, sum vit her
kunnu taka fult út undir við. Avgerðin um at heiðra Titu
Vinther fer at hava stóran týdning fyri tólistina. Hetta
fer at seta fokus á hesa elligomlu føroysku listagrein og
fer vónandi at geva teimum ungu, sum dyrka hetta økið
nýtt mót og nýggja íblástur. Nevnd og landsstýrismaður
hava sett fokus á eitt sera týdningarmikið og spennandi
listaøki, sum higartil at kalla hevur livað í skugganum.
Heiðurin er tí so at siga galdandi fyri alt økið og tað er
bara gott um at siga. Vit ynskja Titu Vinther tilukku!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fokus á tóvirki og tekstillist
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Nýskipanaruppskot
Sambandsfloksins sigur,
at vit skulu staðfesta,
at Føroyar eru ein
sjálvstýrandi tjóð í
ríkinum, sigur formaður
Sambandsfloksins
Sambandsflokkurin fegn
ast um yvirlýsingina frá
donsku stjórnini til ST, sum
staðfestir, at Føroyar eru í
ríkisfelagsskapi við Dan
mark, og at tað er heima
stýrislógin, sum er grundar
lagið undir lógini um víðk
aðar uttanríkispolitiskar
heimildir. Eisini fegnast
Sambandsflokkurin um, at
tað stendur í Circular Note
til ST, at uttanríkispolitiska
heimildarlógin er gjørd
sambært sjálvsavgerðarætti
føroyinga sambært altjóða
rætti.
Hvat er staðfest?
Løgmaður hevur rætt tá hann
sigur, at fráboðanin staðfestir
okkara sjálvsavgerðarætt
sambært altjóðarætti. Men
fráboðanin sigur tó einki
um, at føroyingar til eina
og hvørja tí avgerða okkara
egnu ríkisrættarligu viður
skifti. Fráboðanin sigur
bert, at tann sáttmálin sum
er gjørdur millum Føroyar
og Danmark er gjørdur sam
bært altjóða rætti.
Fyri Sambandsflokkin hev
ur tað ongantíð verði nakar
trupuleiki, hvat onnur halda,
siga og meina um okkum
føroyingar, tá talan er um
sjálvsavgerðarætt. Sam
bandsflokkurin hevur ta
greiðu støðu, at føroyingar
eru eitt fólk, ein tjóð, og at vit
til eina og hvørja tíð avgera
sjálv okkara framtíðarstøðu
í ríkisfelagsskapinum.
Heimastýrislógin er
grundarlagið
Bæði staðfestingin av at vit
eru partur av danska ríkinum,
og staðfestingin av lógini
um
uttanríkispolitiskar
heimildir, byggja á heima
stýrislógina. Tað er hetta,
sum verður staðfest í yvir
lýsingini til ST. Harumframt
verður staðfest, at sjálvsav
gerðarættur føroyinga sam
bært altjóðarætti er galdandi
í mun til tær heimildir sum
lógin um uttanríkispolitiskar
heimildir gevur okkum.
Um danska stjórnin í stað
in hevði sent ta føroysku
lógina við teimum føroysku
viðmerkingum til ST, so
hevði tað ikki broytt støðuna
viðvíkjandi okkara sokallaða
“ómissandi framhaldandi
sjálvsavgerðarætti sambært
altjóðarætti”.
Fólkið ræður
Tær grundgevingar sum
vórðu nýttar í sambandi
við, at ætlaða fólkaatkvøðan
í 2000 varð avlýst, nevniliga
møguleikin fyri, at vit fóru
at lima okkum inn í danska
ríkið í allar ævir, kunnu
ikki vera galdandi longur, tí
lógin um uttanríkispolitiskar
heimildir, sum nú er fráboða
ST, staðfestir við sjey tumma
seymi, at vit eru í einum
ríkisfelagsskapi, og at leist
urin undir honum er heima
stýrislógin.
Sambandsflokkurin stað
festir sostatt, at fráboðanin
til ST er ein staðfesting av
Nýskipanaruppskoti Sam
bandsfloksins, sum sigur,
at vit eru ein sjálvstýrandi
tjóð í ríkinum, at vit virka
undir heimastýrislógini, og
at vit verða verandi í ríkinum
so leingi sum ein meiriluti
av Føroya fólki ynskir at
so skal vera. Hetta er fult
í trá við ta fatan, sum Sam
bandsflokkurin hevur av
viðurskiftunum millum Før
oyar og Danmark.
– Hvør kennir ikki tvør
ballið aftur? Sig við
tvørballið, at veðrið er
gott. Nei, sigur tvørballið,
veðrið er ringt
Sig við tvørballið, at blóman
er vøkur. Nei sigur tvørballið,
blóman er ljót.
Sig við tvørballið, at vit
duga væl. Nei, sigur tvør
ballið, vit duga onki.
Sig við tvørballið, at vit
ráða í Føroyum. Nei, sigur
tvørballið, danir ráða í Føroy
um.
Sig við tvørballið, at før
oyingar hava sjálvsavgerð
arrætt lýstan í ST. Nei,
sigur tvørballið, danir hava
sjálvsavgerðarrætt. Sjálvs
avgerðarrætturin er eitt
snisálop á eina fullveldis
tilgongd, sigur tvørballið
(skil, hvør í skilja kann).
Mær tykir, at leiðari
Tjóðveldisfloksins seinastu
tíðina er heldur negativur,
eins og eitt turt, súrt tvørball.
Uppgávan hjá honum tykist
vera at sáða mistreysti og
undirlutakenslur í føroying
ar.
Sjálvt um ikki alt er gott
í hesum landi, so mugu vit
standa saman fyri at royna
at koma framá. Vit mugu
halda fast í, at blóman er
vøkur, at luftin er frísk, og
at vit hava eitt gott land at
búgva í. Eitt land, sum vit
royna at gera okkara ítarsta
fyri at gera enn betri. Um
vit skulu koma framá, má
skaðiligi hugburðurin hjá
tvørballinum á vestfallið. Tí
tá gerst blóman enn vakrari
og luftin enn frískari.
Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins
staðfest í ST
Sambandsflokkurin
KAJ LEO
JOHANNESEN
Løgtingsmaður
MARJUS
DAM
Tvørballið