Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2006 11 – Um eitt ár er lærutíðin úti, og vit kunnu vænta eitt vaktarskifti, sigur Beate L. Samuelsen, býráðslimur í Havn, í viðmerking til Jógvan Arge, varaborgarstjóra Onnur orð, enn tey, sum, nýtt verða í yvirskrivtini til hesa grein, ber ikki til at finna í føroyska málinum, tá hugsað verður um greinina, sum varaborgarstjórin í Tórs­ havnar Kommunu, Jógvan Arge, hevði í bløðini beint eftir nýggjár. Í greinini tekur hann í stutt­ um, rósandi vendingum sam­ anum alt tað, sum meirilutin í Tórshavnar býráð hevur út­int fyrsta arbeiðsárið, tá Tjóð­veldisflokkurin kast­ aði saman við Javn­aðar­ flokk­inum. Ja, og so tí eina sam­bandmanninum, sum vendi flokki sínum bakið, bara hann slapp at gerast býráðsformaður - eisini um tað bara skudi snúð seg um tvey ár. Til ber jú altíð at sleppa sær burtur úr eini avtalu, so ella so. Tað krevur ikki so nógv fantasi. Býráðssamgongan er í høv­uðsheitum samd um bý­ráðspolitikkin, sjálvt um lim­ir­nir hava trilvað eitt sind­ur fyrstu tíðina, sigur grein­skrivarin umberandi, eftirsum meginparturin av teimum ikki hava verið í býráðssamgongu áður. Vit í minnilutanum kunnu ikki annað enn taka undir við honum í, at hetta við trilv­ ingini er so satt, sum tað er skrivað. Tað hava vit og sæð frá fyrsta degi, tá samgongan varð skipað. Spankingin Eisini nemur greinskrivarin við orðið spanking, sum und­ anfarna býráð í seinastu setu skuldi eitast fyri at koma undir, tá Tjóðveldisflokkurin fekk ilt í gumpin av avgerðum bý­­ráðsins og við fremsta fingri kærdi býráðið fyri Kommunala Eftirlitinum og løgtingsins umboðsmanni. Til hetta er at siga, at kær­­ur viðv. framferðarhátti nú­verandi býráðssamgongu longu fyrsta arbeiðsár henn­ ara eisini eftirhondini rúgva heilt fitt upp hjá Kommunala Eftirlitinum, hóast bert eitt ár gott er liðið, síðani seinasta býráðsval. Kommunala Eftirlitið kem­ ur enn­tá longu við svari upp á kær­ur, áðrenn tær eru send­ ar. Við hesum kunnu vit bara staðfesta, at stovnurin fylgir so mikið væl við skrumbluta arbeiðshátti býráðsins, at hann ikki hevur bindindi til at bíða, til kæran er send landsstýrinum. Ein »klipsaður« vegur Heildarmynstrið, sum nú er at hóma í trilvandi bý­ ráðsarbeiðnium, sum grein­ skrivarin rósar samgonguni fyri, er tað mynstur, ið ein­ ans nærsýnta samgongan sjálv sær. Onnur síggja tað ikki. Tað krakelerar bæði her og har, men tað hevur samgongan sjálv ikki borið eyga við enn. Var hetta ein troyggja, sam­gongan hevði bundið, hevði hon verið noydd at rikið allan bulin upp aftur. Alt ov nógv umfør eru lopin um og óteljandi eygu mist. Varaborgarstjórin rósar samgongu síni, samstundis sum hon sá seg noydda at broyta umsitingina fyri at styrkja hana. Við øðrum orð­ um, at umsitingin ikki var nóg góð. Vorðið sum álit at hava á eini sera, sera dugnaligari um­siting, eftir sum sam­ gong­an nú skoytar lætt og elegant forbí alt, sum hevur við serkunnleika at gera, m. a. tá tað kemur til at fyri­ reika mál, sum skulu fyri á fundi. Tað upplivdu vit á sein­ asta býráðsfundi, tá eitt for­ kvaklað og fyri havnarfólk annars sera týdningarmikið mál, Ytri Ringvegur, sum eitt eykamál við einum klipsi varð heft upp í lýstu bý­ráðsskránna. Málið hevði eina ná­­greini­ ligari viðgerð uppiborið, um tað varð lagt fram, so sum tað eigur við upplýsingum um gongdina í málinum og við tilmælum at taka støðu til. Men nei. Her skuldi farast fram í skundi, og farið var tí fram eftir fummum. Knold og Tot Einki er at ivast í, at eyka­ málið um Ytra Ringveg í síðstu løtu undan umrødda fundi hevði samband við málið um keypið av Degns húsi. Varð Ringvegurin ikki settur á dagsskránna, kundi hent, at húsakeypið varð av ongum. Tað vildu »Knold og Tot«, borgarstjórin og vara­ borg­arstjórin, ikki standa modell til, tí teir høvdu lovað seg burtur at keypa dýrastu gomlu ognina í Havn, ta dýr­ astu í allari verðini. Tá samanum kemur er altíð gott at vita, um ikki annað so til egna nýtslu og til næstu ársfrágreiðing fyri farna ár­ið 2006, at samgongan er fegin um síni egnu avrik, tá nú eingin annar dugir at síggja tað. Eisini er tað hent hjá einum borgarstjóra at hava ein so dugnaligan varaborgarstjóra, ið kann taka samanum og greiða fólki frá hesum, eftir­ sum lærutíðin er úti næsta vár, og vit kunnu vænta eitt vaktarskifti, um ikki onk­ur til ta tíð hevur broytt mein­ ing. Tað er hent fyrr. Sjálvrós luktar Býráðslimur í H avn BEATE L. SAMUELSEN – Beate L. Samuelsen skuldi heldur gingið spakuligari um hurð­ ar­nar, tí hon hevði als ikki sitið í Tórshavnar býráð, var tað ikki fyri atkvøðunum hjá undir­ ritaða, sigur Heðin Morten­sen, sigur Heðin Mortensen í aftursvari Hetta er tíðin, tá tey ymsu nýggjárslyftini skulu standa sína roynd. Tá eitt gamalt ár er farið og stigið verður inn í eitt nýtt, eru tey ikki so fá, ið lova sær sjálvum, at tey á onkran hátt skulu taka betri skinn um bak í komandi tíð­ ini. Synd er at siga, at tað er á sama hátt, at Beate L. Samuelsen hevur sett sær nak­að slíkt fyri, tí hon er eftir øllum at døma komin bóltandi inn í nýggja árið á sama hátt, sum hon endaði tað gamla. Tað fortelur grein­­in okkum, hon hevði í bløð­­unum um dagarnar, við yvirskriftini »Sjálvrós luktar«. Hevur hon ikki fartelefonir, parkeringsgjald, Degn’s Hús, Ytra Ringveg ella Løg­tingsins Umboðsmann at grenja um, so er tað Inn­ lendismálaráðið. Altíð er okk­ urt, og tað fortelur okkum eis­ini nógv um tær stóru visi­ónir, hesin fornermaði bý­ráðslimur hevur í sínum politiska virki. Í sínari »nýggjársheilsan« skjýtur hon aftur eftir »tí eina sambandsmanninum, sum vendi flokki sínum bakið«. Kanska hon átti at hugsað seg eitt sindur um og innsæð, at var tað ikki júst fyri hesum manni og hansara mongu atkvøðum, átti Beate L. Samuelsen als ikki sess í Tórshavnar býráð í dag. Og verri enn so! Hatta er tøkkin Hinvegin kann hon bara takka sær sjálvari fyri, at hon í dag situr uttan fyri tað mesta av ávirkan í hesum sama býráð, tí hon so altráð vildi hava, at Fólkaflokkurin framhaldandi sat við bý­ráð­ sins leiðslu. Heldur enn at tryggja sínum egna flokki mest møguliga ávirkan, so­leiðis sum veljarar flok­ sins vælsaktans eisini ynsktu, royndi hon – saman við hinum partamanni sínum – av øllum alvi at føra annan flokk fram sum leiðslu í land­ sins størstu kommunu! Nei, Beate, einki hevur Heðin Mortensen vent nøkr­ um bakið. Tí sannleikin var tann, at flokkurin – sum ikki eina ferð – lønti einum alt stríðið aftur, so skjótt atkvøðurnar vóru komnar til høldar. Tað havi eg, saman við so mongum øðrum, merkt í mong harrans ár frá tín­um góða flokki, Beate! Tvørturímóti skuldi tú verið takksom fyri, at mínar mongu avlopsatkvøður fingu drigið teg inn um bý­ráðs­ gáttina! Men tøkkin tykist ikki at vera broytt nógv, dugi eg at síggja. Viðvíkjandi skip­ an av býráðssamgongu, so kundi eg – sum onkur annar gjørdi tað á sinni – sovið alt frá mær, men tað metti eg meg at vera ov tungan á vágskálini til at gera. Tí havi eg ávirkan í dag, eins og mínar atkvøður hava tað! Fótonglar Beate L. Samuelsen nevnir víðari, at kærur viðvíkjandi núverandi býráðssamgongu longu eftir fyrsta arbeiðsárið rúgva heilt fitt upp á borði­ num hjá Kommunala Eftir­ litinum. Hetta skal nú takast við all­arstørsta fyrivarni, tí tað man standa einum og hvørj­­um klárt, at núverandi bý­ráðssamgonga við góðum handalag og hepni hevur fing­ið ruddað upp í nógva umsitingaróskilinum, ið var frammanundan. Men eg skilji væl makta­ loysið og frustra­tiónirnar hjá Beate, tí einastu kærur, sum eru komnar, eru frá minni­ lutanum í núverandi býráð. Tað vil við øðrum orðum sig­ ast, at tær allar kunnu koyrast í ein sekk, ið helst er merktur við spjaldrinum »Politiskar neisur«. Hesar kærur eru royndir at leggja fótonglar fyri núverandi samgongu, heldur enn nakað annað. Vit kenna øll hesar kærur: SEV, Lágukei, Høgukei, post­ hús­bygningin, Ytra Ringveg og nú Degn’s Hús. Tað man standa teimum flestu greitt, at hetta eru høpisleysar kærur, ið bert kosta borgarunum og Innlendismálaráðnum peng­ ar at avgreiða, tí innihaldið í teimum er so tunt, so tunt. Og um býráðslimir skulu kæra ella rýma av fundi ann­an hvønn dag, tí tingini ikki ganga eftir teirra høvdi, tá haldi eg ikki, at teir eru egnaðir at sita sum umboð fyri borgararnar í einum bý­ráð. Hetta snýr seg ikki um at spæla sjónleik, men um at arbeiða! Klipsaði Ringvegurin At núverandi býráðs­sam­ gonga hevur broytt og styrkt umsitingina í Tórshavnar bý­ráð, er eisini fallið Beate fyri bróstið. Men soleiðis ar­beiða virknir og fúsir politikarar nú eina ferð, og sjálvandi hevur tað einki við vantandi álit at gera, men er tvørturímóti ein ítøkilig roynd at gera umsitingina enn betur føra fyri at virka væl. Ei heldur er tað í tráð við veruleikan, at »samgongan nú skoytar lætt og elegant forbí alt, sum hevur við ser­ kunnleika at gera«. Hetta veit Beate, og tí er tað hugstoytt, at hon kortini festir sovorðið tvætl á blað, sum um tað skuldi havt nakað við veru­ leikan at gjørt. Hon nevnir Ytra Ringveg sum eitt dømi um mál, ið við einum klipsi var heft sum eykamál upp í lýstu bý­­ráðsskránna. Góðasta Beate, hetta mál kom fyri á býráðsfundi, tí ein meiriluti samtykti, at tað skuldi á skrá. Tað er vanlig mannagongd, men fyri tað dugdi partur av minnilutanum sær ikki hógv, men rýmdi av fundi. Hvørjum líkist tað? Tann virkni parturin av býráðnum greiddi málið og gjørdi avvarðandi myndug­ leikum greitt, at tað ikki kann vera rætt, at ein stórur ferðsluvegur skal leggjast mitt ígjøgnum bústaðarøki í kommununi. Sjálvt tað dugdi minnilutin ikki at handfara, men valdi at satsa upp á sjón­leik og kærur, heldur enn at reka konstruktivan bý­­­ráðspolitikk. Tað talar fyri seg! Trøll á alljósum degi Móti endanum á »nýggjárs­ heilsanini« megnar Beate L. Samuelsen at blanda Ytra Ringveg og Degn’s Hús saman, so lítið er at ivast í, at hon sær trøll á alljósum degi. Hvat ólukkan hava hesi bæði málini við hvørt annað at gera? Nei, sannleikin er heldur tann, at hvørki Beate ella nakar annar í minnilutanum hevði neyðuga dirvið til at taka eina avgerð í einum so umhvørvisavgerandi máli sum málinum um Degn’s Hús. Tá er tað jú lættari at stinga halan millum beinini og at rýma av fundi, sum onkur gjørdi. Tað hevði heldur verið upp á sítt pláss, at Beate greiddi borgarunum í Tórshavnar kommunu frá, hví minnilutin ikki vildi viðgera málið um Degn’s Hús. Hetta mál hevði jú staðið á skránni í so góðari tíð og enntá við tilráðing, ið skuldi gjørt tað møguligt hjá øllum pørtum at tikið støðu í málinum. Men tað er sjálvandi ikki í býráðnum, at minni­lut­in arbeiðir, tí nú er so aftur ein kæra send Inn­lendis­ málaráðnum. Kæran er frá Beate vegna minnilutan, sjálvt um ikki allur minni­ lutin var á fundi. Hvat skulu tey kæra um, sum ikki virdu sín egna býráðssess so frægt, at tey syrgdu fyri at vera til staðar, har tey eru vald at vera? Hetta fortelur ikki minst um, hvussu Beate roynist sum »hentur« viðspælari hjá Fólkaflokkinum í Tórs­ havnar býráð. Óivað ófør at renna ørindi, men minni gongufør, tá tað snýr seg um realpolitikk! Luktur ella ei Sum nevnt at byrja við, skuldi Beate L. Samuelsen helst gingið spakuligari um hurðarnar, tí hon hevði als ikki sitið í Tórshavnar býráð, var tað ikki fyri atkvøðunum hjá undirritaða. Men nú hon kortini velur at buldra og at gera vart við seg, hóast hon lítið hevur upp á hjarta, slepst neyvan undan at stað­ festa nøkur ting. Kann vera, at sjálvsrós lukt­ar, sum hon sigur í yvir­ skriftini í grein síni, ið er kamouflerað sum aftursvar til varaborgarstjóran, men í veruleikanum má les­ast sum eitt langt álop á borg­ arstjóran. Tó munnu øll vera samd um, at øvundsjúka lukt­ ar ikki mætari! Og øvundsjúka man hetta vera og einki annað, tí ein veruleiki er tað, at sitandi býráðsmeiriluti eftir hesum eina árinum hevur arbeitt so greitt og málrættað, at helvtin av teimum málum longu er loyst, sum vit annars høvdu sett okkum fyri at fáa loyst í allari setuni. Stikk denn! Øll míni 33 ár í bý­ráðs­ politikki havi eg sam­starv­ að við nógv fólk, men ta rós skulu núverandi sam­ starvs­­felagar mínir eiga, at hetta eru framúr dugnalig og samvitskufull fólk, ið leggja alstóran dent á at fremja politikk í verki. Her verður ikki bara tosað, men so sannilig eisini handlað! Her er av sonnum kom­ ið nógv burturúr og nógv spennandi bíðar fyri framm­ an. Hetta sær minni­lutin í býráðnum sjálvandi eisini, um hann vil tað ella ei, so tí man tað vera hjá Beate L. Samuelsen og hinum sum hjá revinum á sinni, at »berini eru súr«, tá tú ikki røkkur upp… Øvundsjúka luktar eisini Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu HEÐIN MORTENSEN