Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 4 - 5. januar 2006 Til minnis um Hannu Hansen Mín góða systi, ikki vardi tað meg, at skilnaðarstund okkara var so nær. Tá vit um kvøldið úti á L. S. H. tann 13. november sótu og hugnaðu okkum við einum kaffimunni. Sum altíð høvdu vit nógv at tosa um, vit vóru sera nær knýtt hvør at øðrum. Vit vuksu upp saman hjá ommu okkara á Byrginum. Og tú hevði altíð so stóran umsorgan fyri mær, vit vóru so sera góð við hvønn annan sum systkin. So nú kann eg bert takka tær í huga mínum. Góða systi, klokkan var blivin 21.30 tá vit heilsaðu góða nátt og vit síggjast skjótt aftur. Síðan fór eg heim. Morgunin eftir bleiv eg vaktur »Tú vart farin heim til Harran«. Tøgn, eg skilti einki, fekk tað ikki at passa. Men so var, ófatuligt og sárt. Vit hugsa um teg Páll, børnini við familju, tí Hanna fylti so nógv í tykkara lívi. So tómrúmið hjá tær og tínum, ja tað finnast ikki orð fyri tí. Tit vóru so sera góð, at har sum annað var, vóru bæði. Ja, eitt sera gott par og ein góð familja. Jesus hjálpi og styrki tykkum ígjøgnum sorgina og at liva víðari við øllum teimum góðu minnunum um Hannu. Sum tað góða og hjartaliga menniskja hon var. Góði Páll, Jógvan, Herborg, Hans við familjum. Eitt rím um at Deyðin er ikki tað seinasta. Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnuna. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn. Nevn meg at navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu. Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær. Lat navn mítt framvegis hoyra uppí okkara húski. Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart: tað er eins og tað altíð var; Tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman, hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón? Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnuna. Alt er, sum tað eigur at vera. Hvíl í friði góða Hanna og takk fyri alt. Bróður og kona. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 6. januar 2006 hava Jetta og Palli Haraldsen í Sørvági verið gift í 60 ár. Jetta og Palli eru bæði úr Vágum, hon úr Miðvági og hann úr Sørvági. Tey giftust í Sørvágs kirkju 6. januar 1946. Brúdleypið varð hildið Uppi á Fossi í einari stórari barakk. Um 200 fólk vóru til brúdleypið. Jetta er fødd 8. februar 1923, foreldrini vóru: To­mina og Axel Niclasen. Palli er føddur 22. mai 1920, foreldrini hjá honum vóru: Maria, vanliga nevnd Víkamaria, og Harald Harald­ sen. Jetta og Palli fingu fimm børn: Axel, sum búði Havn, hann andaðist 5. desember 2005, 59 ára gamal, Harald, sum býr í Hoyvík, Brynjálvur, sum býr í Sandavági, og Thormund og Jónhild, sum bæði búgva í Danmark. Palli var sjómaður, hann sigldi t.d. við Vesturvarða, Vesturskyn og Vesturvón. Eisini var hann kyndari við trolaranum Brandi Sig­ mundarsson. Hann var eisini bilførari í nógv ár, hann koyrdi t.d. buss hjá Hjarvil Rasmussen og hjá N. Niclasen í Sørvági. Tað var serliga rutukoyring til postbátin Ólavur á Fúta­ klett og til Vesturleið á Mið­ vági. Seinast í 60-árunum fór hann at koyra tangabil Esso í Vágum - nú Statoil. Har koyrdi hann í samfull 35 ár. Í hesum starvi var hann mangan góður at heita á hjá fólki, tá oljan var uppi. Í bókini Postur í Før­ oyum greiðir Alfred Ol­sen í Vestmanna frá um syndar­ ligu hendingina tann 29. de­sember 1958, tá beiggi hansara Karmal druknaði. Hetta var í samband við at post­báturin Ólavur ikki fekk lagt at á Fútakletti. Teir settu ein lítlan bát út at sigla millum Ólav og lendingina. Báturin holvdist, og brøð­ urnir Karmal og Alfred Ol­sen, sum ikki dugdu at svimja, endaðu á sjónum. Tá hin bróðurin, Torkil, ið var umborð á Ólavi, skuldi loypa á sjógv fyri at bjarga teimum, kravdi Palli Haraldsen, ið var eitt av ferðafólkunum, sum skuldi við Ólavi hendan dagin, at Torkil skuldi hava ein enda á sær. Alfred sigur, at um Torkil ikki hevði havt ein enda á sær hendan dagin, høvdu helst allir tríggir brøð­ urnir havt latið lív. Her tók Palli eina sera skila­góða avgerð, sum tey avvarðandi vóru honum sera takksom fyri. Sum ung tænti Jetta ymsa­ staðni, og meðan børn­ini vóru smá, var hon heima­ arbeiðandi. Hon hevur eis­ ini verið virkin í Sørvágs Húsmøðrafelag í mong ár. Seinni fór hon at arbeiða á Flakavirkinum í Sørvági. Hóast bæði eru farin upp um tey áttati, eru tey enn virkin í streingjakórinum í Sørvági, og álit teirra á Harran fyllir teirra dag­lig­ dag. Teimum dáma eisini væl at ferðast og eru t.d. ofta og vitja børnini, sum búgva í Danmark. Tey ganga høgt upp í familjuna, at tey trívast og teimum gongst væl saman við barna­ børnum og langommu- og langabbabørn. Dagurin verður hildið í Missiónshúsinum í Sør­ vági fríggjakvøldið kl. 19. Tey, ið vilja gleða dia­mant­ brúðarparið, eru vælkomin til ein betri bita. Heilsan vit øll Jetta og Pauli Haraldsen diamantbrúdleyp Í dag eru liðin 25 ár síðani borgarliga samgonan varð skipað við Paula Ellefsen sum løgmanni. Hetta var eftir eitt langt tíðarskeið við Javnaðarflokkinum við róðrið. Eftir valið í 1966, tá Sjálv­stýrislandsstýrið við Hák­uni Djurhuus sum løg­ manni legði frá sær, skip­ aðu Javnaðarflokkurin, Sam­­bandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin lands­ stýri við Petur Mohr Dam sum løgmanni. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, gjørdist Hák­­ un Djurhuus úr Sam­bands­ flokkinum løgmaður restina av valskeiðinum. Eftir valið í 1970 helt samgongan fram, tó við Atla P. Dam sum løg­ manni. Eftir valið í 1974 slitn­ aði samstarvið, og Javn­ aðar­flokkurin í Samgongu við Fólkaflokkin og Tjóð­ veldisflokkin. Hetta var ein søguliga samgonga, sum ikki varð roynd fyrr. Hendan samgonga helt í hálvtannað valskeið – hon helt fram eftir valið í 1978, men legði frá sær eftir val í úrtíð í 1980. Sambandsflokkurin gjørd­ ist størsti flokkur í 1978 – men slapp tó ikki at royna seg fyrr enn eftir valið í november 1980. Tann 5. november í 1981 varð løgtingið kallað saman, og valdi tað Paula Ellefesen til løgmann, Elif Samuelsen, Olaf Olsen, Páll Vang og Tórbjørn Poulsen til landsstýrismenn. Hendan samgongan sat hetta valskeiðið – og tók Atli Dam við leiðsluni aftur eftir valið í 1984. 25 ár síðani síðani Pauli Ellefsen bleiv løgmaður Tann 5. januar 1981 kundi Pauli Ellefsen, formaður Sambandsfloksins, skipa landsstýri