hósdagur 5. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna
Joensen
úr
Dúvugørðum, andaðist
týsdagin 3. januar,
86 ára gomul. Kistan
fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin kl. 13.00.
Jarðarferðin verður úr
Saksunar kirkju leygar
dagin kl. 14.00.
Óli Jóhan Samuelsen
fer frá kapellinum á
Suðuroyar sjúkrahúsi
fríggjakvøldið klokkan
18:00 til frelsunarherin
í Vági. Jarðarferðin
verður
leygardagin
klokkan 13:30. Tey
sum vilja minnast Óla
kunna geva eina gávu
til Frelsurnarherin í
Vági; konto í Suðuroyar
sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Týsdagin 3. januar fylti
Álvur Matras Klakk í
Klaksvík 70 ár. Álvur er
keypmaður, og hann hevur
eisini á so mangan annan
hátt verið við til at mynda
heimstaðin.
Foreldrini vóru Sigurd
Klakk, sum var ættaður úr
Klaksvík, og Anna Malena
fødd Matras og ættað úr Foll
indi á Viðareiði. Tey fingu
trý børn. Álvur er elstur.
Kirstin Matras, sum er
fødd í 1938, giftist niður til
Suðurjyllands, har hon tey
fyrstu árini var bóndakona,
og Odny Matras, sum er
fødd í 1941, giftist yvir til
Seattle í USA.
Álvur hevur verið í hand
ilsumhvørvinum alla sína
tíð. Abbin, Óli í Skúla, fór
at handla í 1904 í hølunum,
sum í Klaksvík verða nevnd
hjá Óla Gaard. Seinni flutti
hann út í Klaksvík, har teir
frá fyrst í tríati árunum eis
ini høvdu mjólkavirkið, sum
nevndist Norðoya Mjólkafe
lag. Har var eisini avgreiðsl
an hjá Smyrli. Bæði pápi og
pápabeiggi Álv vóru í fyri
tøkuni.
Í 1958 fór Álvur at starvast
í krambúðini hjá J. Michael
Jacobsen heimi í Vági. Har
var hann inntil í 1962, tá ið
hann fór á keypmansskúla
í Keypmannahavn. Eftir at
hann í 1963 var afturkomin,
arbeiddi Álvur eitt skifti
hálva tíð hjá J. Michael Jacob
sen og hin partin av tíðini
í familjufyritøkuni. Pápin
yvirtók handilin i 1967, og
síðani var tað Álvur, sum tók
við ábyrgdini.
Eftir at Álvur hevði yvir
tikið handilin, bygdi hann um
og út fleiri ferðir, og handilin
vaks nógv. Álvur hevur verið
sera nærlagdur og íðin og
raskur handilsmaður. Eitt
nú var handilin hjá honum,
sum seinni árini hevur bor
ið navnið Netto, kendur
fyri at vera ein tann fyrsti á
hvørjum ári at hava ræst kjøt
og avroð og nakað seinni á
heystinum at hava turt kjøt
til sølu. Álvur keypti heilar
gongur ymsa staðni kring
landið, og hann stóð sjálvur
fyri flettingini og upptøkuni.
Hetta hevur hann lagt nógva
orku í, og tað hevur verið
vørumerkið hjá handlinum,
at eisini hesar vørurnar
skuldu vera fyrsta floks. At
kundarnir hava verið trúgvir,
hevur verið gott skoðsmál.
Álvur hevur altíð verið
sera áhugaður í samfelags
viðurskiftum. Áhugan fyri
politikkinum hevur hann
arvað frá forfedrunum.
Abbin á faðir síðuni, Óli í
Skúla, umboðaði í mong ár
Sambandsflokkin á tingi.
Mammubeiggin, Jacob Jo
hannes Matras á Viðareiði,
var tingmaður fyri Sjálv
stýrisflokkin í Norðoyggjum
1928-1932. Álvur umboðaði
Sjálvstýrisflokkin í Klaks
víkar býráð nøkur ár fyrra
partin av sjeyti árunum, og
1981-1988 sat hann í skúla
nevndini.
Í 1965 varð Álvur Klakk
valdur í umsjónarráðið fyri
Norðoya Sparikassa, og
hann er framvegis nevndar
limur. Tey, sum hann hev
ur samstarvað við, bera
Álvi, at hann hevur verið
sparikassanum sera dyggur
stuðul.
Álvur Klakk giftist í 1965
Elsy fødd Gaard og ættað úr
Oyndarfirði. Hon er fødd 27.
juli í 1937. Elsy og Álvur
búgva úti í Klaksvík og har
við í umhvørvinum, sum
Álvur hevur livað í so at siga
alla sína tíð. Elsy og Álvur
eiga trý børn. Anni, sum er
fødd í 1966, býr í Syðrugøtu,
Sjúrður, sum er føddur í
1967, býr í Klaksvík, og
Karin sum er fødd í 1971,
býr á Viðareiði. Álvur eigur
fimm abbabørn.
Álvur eigur hús á Viðar
eiði, og har hava honum og
konuni dámað væl at verið,
tá ið tey hava hildið frí.
Álvur spældi í nógv ár fót
bólt í KÍ, har hann var trygg
ur bakkur og fastur brots
sparksskjútti. Hann hevur
verið við til at vunnið nógv
meistaraheiti. Í 1952 var hann
á dreingjaliðnum, sum vann
FM, og í 1953 og 1954 var
hann á meðaldeildarliðnum,
sum var meistari. Hesi árini
var hann eykamaður á meist
aradeildarliðnum, sum hevði
vunnið FM í 1952 og aftur
vann í 1953 og 1954. Fyrsta
árið, Álvur var fastur maður
á 1. liði, var í 1955, og hann
var við til at vinna FM í 1956,
1957, 1958 og í 1961.
Álvur hevur verið uppi í
nógvum felagslívi í Klaks
vík. Frá miðskeiðis í fimm
ti árunum og inntil hann
fór niður í skúla, var hann
kassameistari hjá KÍ. Hann
hevur verið ein av høvuðs
monnunum í Klaksvíkar
Bridgefelag í mong ár, og
hann hevur verið limur í
Klaksvíkar Dansifelag, síð
ani tað varð stovnað. Teir
eru fleiri, sum í sambandi
við at teir eru farnir undir
egið virki, hava kent ágóðan
av vegleiðing og hjálpsemi
frá Álvi Klakk.
Føðingardagin helt Álvur
á Viðareiði saman við sínum
næstu.
J
Dagurin í morgin
6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin
til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu
at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni
hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania
Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast
um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar
trettandi dagur jóla.
Álvur Klakk 70 ár
Elin J. Smith býr
í Danmark, men
gevur nú føroyingum
møguleika at síggja
nakrar av málningum
hennara
List
Rani N. Johannessen/Poul
Hallur Davidsen
Fríggjadagin 6. januar, kl.16
letur framsýning av Elin
Jos. Smith upp í Smiðjuni
í Lítluvík. Framsýningin
heldur fram til mikudagin
11. januar.
Opið er allar dagar frá
kl.14 til 19.30. Elin sýnir
fram oljumálningar bæði
nýggjar og eldri. Eisini eru
sjey vatnlitsmálningar við.
Elin Josefina Smith er
fødd 30. septembur 1964 í
Sandavági, og er í dag 41 ár.
Hon hevur altíð havt áhuga
fyri málningalist. Sum 10
ára gomul byrjaði hon at
tekna og sum 15 ára gomul
byrjaði hon so at mála. Fyrsti
málningur hon fekk, var ein
málningur ið hon arvaði frá
abba sínum og var hetta ein
málningur ið Ruth Smith
hevði málað av ommu Elin.
Í dag býr Elin í Miðjútlandi
og er gift við tónleikaranum
Kaj Klein, ið eisini er úr Før
oyum. Hon starvast dagliga
sum vikarur á einum dag
røktarstovni við 10 børnum.
Hon málar onga fasta tíð ella
dagar, men setur seg niður
at mála inn í millum, tá hon
hevur hug.
Tá hon setur seg at mála,
hevur hon ikki langa tíð um
ein málning, hon málar skjótt,
men tað kann koma fyri at
hon hevur fleiri mánaðir um
ein málning, men sum oftast
hevur hon ikki langa tíð um
tað. Hon hevur heldur einki
fast myndevni at mála eftir,
hon málar tað hon heldur
verða áhugavert, og tað kann
verða frá natúruni á landi og
líka niður til havbotnin við
Atlantis.
Hon hevur havt millum
20-30 framsýningar bæði
í Danmark og í Føroyum,
og í løtuni hevur hon eisini
eina framsýning í Hammel
í Danmark. Hon veit ikki
rættiliga hvar næsta fram
sýning hennara verður, men
í 2007 verður hon við á eini
framsýning í Skanderborg.
Eg máli tað sum eg síggi
Elin og Kaj hava listarligar gávur - hon sum málari og hann sum tónleikari
Mynd: Jens Kr. Vang