Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 4 - 5. januar 2006 – Lykilin til loys­ ingina liggur hvørki í New York ella á Christiansborg, men í Føroyum. Megna vit einaferð at finna ein stóran meiriluta fyri fullveldi í Føroyum, skal hetta krav fram­ vegis boðast dønum og síðan skulu vit samráðast við teir um okkara fullveldi. Á tí økinum er einki broytt við brævinum til ST, sigur Halgir Winther Poulsen løgfrøðingur ST-fráboðan Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com – Hetta málið er fullkomi­ liga farið av sporinum. Frá­ boðanin hjá donsku stjórnini til ST er bygt upp til nakað, sum tað slettis ikki er. Bæði løgmaður og Høgni Hoydal hava seinastu dagarnar blást málið upp til nakað, sum als ikki hevur hald í veru­ leikanum. Royndi løgfrøðingurin, Halgir Winther Poulsen, rist­ir við høvdinum, tá hann verður biðin um at lýsa hvass­orðaða kjakið millum løgmann og Høgna Hoydal um fráboðanina til ST um uttanríkispolitisku lógina. Seinastu dagarnar hava Eidesgaard og Hoydal dúgliga munnhøgst í fjøl­ miðlunum, har vanlig før­ oyski hyggjarin, lesarin og lurtarin hevur havt ilt við at finna eina reyðan tráð í øllum orðameldrinum, har báðir politikararnir ikki hava hildið seg aftur við sleingja út við hugtøkum og orðingum, sum hevur fløkt málið meir enn nakað annað Meðan løgmaður hálovar ST-fráboðanini, og skýrir hana at vera ein stórsigur á sjálvsstýrisleið, tí Føroyar loks­ins fáa staðfest sín sjálvsavgerðarrætt í altjóða samfelagnum, dregur Høgni Hoydal á hin bógvin, og kall­ ar fráboðanina fyri størsta álop á fullveldisrørsluna í Fø­royum. Hetta uppáhald bygg­ir hann á, at Føroyar fyri fyrstu ferð hava fráboðað al­tjóða samfelagnum, at Før­ oyar ikki eru Føroyar longur, men "Kongeriget for så vidt angår Færøerne" Hvørgin rætt Halgir Winter Poulsen slær fast, at fráboðanin til ST als ikki hevur tann týdning, sum løgmaður og Høgni Hoydal hava lyndi til at gera hana til. – Tá løgmaður sigur, at fráboðanin tryggjar Før­ o­y­­um at kunna stíga úr rík­isfelagsskapinum ein­ síð­ugt, so tað er ikki rætt. Lykilin til loysingina ligg­ur hvørki í New York ella á Christiansborg, men í Før­ oyum. Megna vit einaferð at finna ein stóran meiriluta fyri fullveldi í Føroyum, skal hetta krav framvegis boðast dønum, og síðan skulu vit sam­ráðast við teir um okkara full­veldi. Á tí økinum er einki broytt við brævinum til ST, vísir Halgir Winther Poulsen á. Sambært løgfrøðinginum er tað heldur ikki í tráð við veruleikan, tá Høgni Hoydal førir fram, at Føroyar eru blivnar húskallur hjá døn­um, sum formaður Tjóð­veldisfloksins hevur málborið seg í vikuni. – Tað, hann sigur er burt­ ur­við. Fráboðanin hevur als ikki gjørt Føroyar hava mist ein týðandi part av sjálvs­ avgerðarrættinum. Í altjóða høpi hava vit somu støðu, vit høvdu áðrenn brævið fór frá Anders Fogh Rasmussen til ST, sigur hann. Halgir Winter Poulsen greiðir frá, at føroyingar fram­vegis lúka øll krøv sambært altjóða rætti til at vera viðurkendir sum ser­ støk tjóð og eiga sostatt sjálvs­avgerðarrætt, og hetta er ikki broytt eftir fráboðanin til ST. Spurdur hvønn týdning, hann leggur í fráboðanina til ST-fráboðanina, svarar Halgir Winther Poulsen: Tað er sjálvandi positivt, at Dan­ mark hevur fráboðað ST, at í danska kongaríkinum er ein tjóð, sum eitur Føroyar, ið hevur sjálvsavgerðarrætt. Størri týdning leggi eg ikki í fráboðanina. Eingin politikkur - Tað er eftir míni meting rættiliga synd, at føroyska politiska skipanin í so langa tíð hevur hildið seg undan tí, tað veruliga snýr seg um - politikk - og heldur vavt seg inn í ógreiða hugtakið sjálvsavgerð arrættur. Soleiðis segði løg­frøð­ ingurin, Bárður Larsen, í viðtalu við Sosialin í gjár. Halgir Winther Poulsen tek­ur fult undir við hesum uppáhaldi hjá Bárði Larsen. Hann vísir á, at føroyskur polit­ikkur er blivin til eitt slag av løgnari løgfrøði heldur enn politikkur, sum tað sjálvsagt átti at verið. Eidesgaard og Hoydal fara báðir skeivir -Fráboðanin til ST loyvir ikki Føroyum einsíðugt at stíga úr ríkisfelagsskapinum, um føroyingar ynskja tað. Taðer tí ikki rætt, tá løgmaður óbeinleiðis sigur, at vit nú kunnu loysa frá Danmark bert um viljin og árræði er til tað í Føroyum. Bárður Larsen, løgfrøðingur, 04.01.06 ” Tað er sjálvandi positivt, at Danmark hevur fráboðað ST, at í danska kongaríkinum er ein tjóð, sum eitur Føroyar, ið hevur sjálvsavgerðarrætt. Størri týdning leggi eg ikki í fráboðanina. Mynd: Jens Kr Vang – Hvat sjálvsavgerðarrætturin inni­ heldur ítøkiliga, er ein sam­rá­ð­ing­ar­ spurningur sum skal loysast millum før­oyingar og danir. Henrik Zahle, serfrøðingur í statsrætti, 04.01.06 ” – Fráboðanin til ST kann skaða Før­oy­ar, tí hon leggur so stóran dent á ríkis­rættarligu støðu Føroya innanfyri danska rík­­ið. Víst eru positiv tekin í fráboðanini til ST, men negativu aspektini eru fleiri. Guðmundur Alfredsson, Serfrøðingur í altjóða rætti, 04.01.06 ”