Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2006 19 UTTAN ÚR HEIMI Spania fer at stevna Noregi Spanska stjórnin fer at draga Noreg fyri altjóða dómstólin í Haag, tí norska sjóverjan tók tveir spanskar trolarar á Svalbard-leiðini fyri tveimum mánaðum síðani. Tað skrivar spanska blaðið Terra. Norsk sjóverjuskip settu fólk umborð á teir báðar trol­ar­arnar at kanna veiði og reiðskap, og tað vísti seg, at teir høvdu fiskað nógvan svartkalva, sjálvt um teir søgdu seg fiska rækjur. Trolararnir høvdu ikki loyvi at fiska svartkalva, og teir fingu tí boð um at fylgja við til lands, har teir fingu stóra bót. Spanski fiskimálaráðharrin, Elena Espinosa, vildi tá vera við, at Noreg hevði ikki rætt til at kanna skip, sum sigla undir ES-flaggi, men hesum sjónarmiði vísti norski starvsbróður hennara, Helga Peder­sen, aftur. Uttanríkisráðið í Oslo sigur seg ikki hava hoyrt nakað frá sponsku myndugleikunum síðani. Ger Spania álvara av hóttanini at leggja málið fyri dómstólin í Haag, er tað fyrstu ferð, at spurningurin um norska eftirlitsrættin á Svalbard-leiðini skal roynast í einum rætti, skrivar Dagsavisen. Í síðstu løtu Verður tann 46 ára gamla franska kvinnan Héléne Castel funnin sek, kann hon fáa upp í 20 ára fongsul fyri eitt bankarán, sum hon og nakrir felagar hennara framdu fyri meiri enn 25 árum síðani. Tað var ein dagin í 1980, at nakrir limir í franska yvir­ gangs­felagsskapinum Action Direct rændu eina deild hjá BMP-bankanum í París. Tey tóku fleiri gíslar, og tá løgreglan kom á staðið, endaði tað við skotbardaga. Ein av ránsmonnunum lá eftirá., og tríggir aðrir vórðu tiknir stutt eftir. Harafturímóti eydnaðist tað Héléne Castel og tveimum øðrum at sleppa til rýmingar. Men franska løgreglan gloymdi ikki Héléne Castel, og í fjør varð hon funnin í meksikanska býnum Xalapa. Tað vísti seg, at hevði hon kunnað fjalt seg fýra dagar afturat, hevði hon sloppið undan rættarsókn, tí so hevði málið verið fyrnað. Nú kann hon fáa 20 ára fongsul. Undir avhoyringunum hevur hon játtað, at hon var við til at ræna BMP-bankan fyri góðum 25 árum síðani, og vænmtandi fær hon sín dóm í morgin, skrivar AFP. Vildi ikki til Vietnam Ein hernaðardómstólur í Camp Lejeune í North Carolina skal taka støðu til, um tann 65 ára gamli Jerry Texiero skal í fongsul, tí hann sýtti fyri at gera hertænastu í Vietnam fyri 40 árum síðani. Sambært ákæruvaldinum fekk Jerry Texiero boð um, at hann skuldi við einari herdeild til Vietnam í 1965. Saman við hinum varð hann fluttur av einari herstøð í Florida til Camp Lejeune, men herdeildin skuldi avstað, var Jerry Texiero ikki at finna. Ákæruvaldið hevur ikki leitað eftir honum, men tá løgreglan í Florida herfyri tók fingramerkini hjá einum manni, sum var tikin í sambandi við svik, vísti tað seg, at hetta vóru fingramerkini hjá tí horvna hermanninum. Maðurin kallaði seg Gerome J. Conti, men fingramerkini avdúkaðu, hvør hann veruliga var. Nú kann hann fáa upp í trý ára fongsul fyri at vera rýmdur undan herskyldu. Flatskermar verða bíligari Tey væl umtóktu fløtu sjónvarpstólini eru longu vorðin væl bíligari, enn tey vóru av fyrstan tíð, og nógv bendir á, at prísurin fer uppaftur longri niður í ár, skrivar Reuter. Orsøkin er, at teir báðir størstu framleiðararnir hava gjørt av at økja framleiðsluna. Samsung, sum er heimsins størsti flatskermaframleiðari, hevur boðað frá, at fyritøkan fer at fer at taka eina nýggja framleiðskuskipan í nýtslu í vár, og tá kann Samsung gera 1,3 millión 40 tumma skermar um mánaðin. Tann næststørsti framleiðarin, LG.Philips, hevur eisini gjørt av at økja sína framleiðslu. Reuter skriv­ar, at hesar báðar avgerðirnar fara at fáa prísin at fella, og at framleiðslan kanska verður størri enn eftirspurningurin. Tað eydnaðist lækn­ unum at steðga heila­bløðingini, men ísraelski forsætis­ ráðharrin verður ikki tann sami aftur. Ísrael Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í nátt stóð illa til hjá ísraelska forsætisráðharranum, Are­il Sharon. Tann 77 ára gamli Sharon bleiv í skundi fluttur á sjúkrahús í gjárkvøldið, og har staðfestu læknarnir, at hann hevði eina álvarssama heilabløðing. Í meiri enn sjey tímar lá hann á skurðborðinum, og læknarnir duldu ikki fyri, at støðan var lívshættislig. – Eg veit ikki, um hann kemur fyri seg aftur, men vit hava savnað teir bestu læknarnar, sum vit hava, segði sjúkrahússtjórin við fjølmiðlarnar. Fyrrapartin varð so kunn­ gjørt, at læknarnir høvdu steðg­að bløðingini, og at Sharon var fluttur av skurð­ deildini á eina aðra deild, har hann er undir støðugum eftirliti. – Men støðan er fram­vegis álvarssom, segði sjúkra­ hússtjórin, Shlom Mor- Yosef. Longu tíðliga í morgun kunngjørdi ísraelska stjórn­ in, at Ehud Olmert, vara­ forsætisráðharri, hevði tikið við stjórnarleiðarastarvinum, meðan Sharon er sjúkur, og í dag skipaði hann fyri einum fundi, har stjórnin umrøddi støðuna. Eins og Sharon er Olmert royndur í politikki. Hann hevur sitið í tjóðartinginum síðani 1973, og í nítiárunum var hann borgarstjóri í Jerusalem. Hetta er aðru ferð í fjúrt­ an dagar, at Sharon er end­ aður á sjúkrahúsi, og eyg­ leiðarar ivast í, um hann yv­irhøvur kann halda fram sum stjórnarleiðari. Danski Miðeystur-tíðindamaðurin Steffen Jensen segði í morg­ un, at teir politisku dagarnir hjá Sharon eru taldir. Tað og splitið í Likud-flokkinum fara at elva til eitt politiskt skriðulop í Ísrael teir næstu mánaðarnar, helt Steffen Jensen. Taliban góðtekur ikki, at gentur ganga í skúla í Afghanistan. Tað kostaði einum skúlastjóra lívið. Afghanistan Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyrradagin brutu vápnaðir menn inn í húsini hjá skúla­ stjóranum í afghanska býn­ um Qalat. Teir togaðu hann út songini og hálshøgdu hann, meðan teir noyddu kon­una og børnini at hyggja at. – Sambært tíðindastovuni AP vóru tað uttan iva limir í Taliban, sum myrdu Malin Abdul Habbi, og orsøkin var helst, at hann hevði giv­ ið gentum loyvi at ganga í skúla. Tað vil Taliban ikki góðtaka, og felagsskapurin hevur fleiri ferðir gjørt seg inn á skúlar, sum hýsa gentum. Tað hevur havt við sær, at 100 av teimum 170 skúlunum í Zabul-lands­ partinum eru stongdir, og at bara 2.700 av teimum 35.000 næmingunum eru gentur. Fyri nøkrum vikum síðani varð ein lærari myrdur í Nad Ali har suðuri í Afghanistan, tí hann hevði havt gentur í skúlanum. UNICEF sigur, at Taliban roynir eisini at ræða foreldur frá at senda døturnar í skúla. Tá Taliban sat við ræðið í Afghanistan, var tað bannað gentum at ganga í skúla. Skúlastjórin hálshøgdur Sharon stríðist fyri lívinum Ariel Sharon. Heilsan hevur møguliga gjørt enda á politiska lívi hansara Sterk løgreglulið hava staðið á varðhaldi uttan fyri Hadassah-sjúkrahúsið, síðani Sharon var innlagdur í gjárkvøldið.