hósdagur 5. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 4 - 5. januar 2006
- Royndirnar hava
eydnast væl. Tær
vísa, at tað ber væl
til at hava skiljirist í
svartkjaftatroli – við
bert at missa umleið
1% av svartkjaftinum.
Hetta sigur Kristian
Zachariassen á Fiski
rannsóknarstovuni í
nýggjari frágreiðing
um royndirnar,
sum gjørdar eru við
Christiani í Grótinum
og Nærabergi á
svartkjaftaveiði
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nýggjastu frágreiðingini um
”rist í svartkjaftatroli”, vísir
Kristian Zachariassen á, at
óynskt hjáveiða av upsa og
toski í svartkjaftafiskiskapi
hevur seinnu árini til tíð
ir verið ein trupulleiki hjá
skipunum, sum fiska svart
kjaft við flótitroli.
Tað er serliga í føroyskum
og íslendskum sjógvi, at
hjáveiða hevur verið. Hin
vegin hevur veiðan longur
suðuri, eitt nú vestanfyri
Írland og í altjóða sjógvi,
so at siga bara verið svart
kjaftur.
Stór veiðitøl
Samlaða veiðan av svart
kjafti í føroyskum øki í
2004 var 435.000 tons, har
av føroyska veiðan hetta
árið var tilsamans 317.000
tons. Av føroysku veiðini
vórðu 45% - ella 145.000
tons – fiskað í føroyskum
sjógvi og 23% - ella 74.000
tons – fiskað í íslendskum
sjógvi.
- Kanningar hjá Fiski
rannsóknarstovuni vísa,
at hjáveiðan av upsa í før
oyskum øki í november og
desember er 3,2% - ella
millum 0% og 20%. Í mai og
juni er hjáveiðan í føroyskum
øki 2,2% - ella millum 0,6%
og 14,9%, sigur Kristian
Zachariassen.
Víst verður í hesum
sambandi á royndir og frá
greiðingar í 2004 og 2005.
Aðrar kanningar í Íslandi
og Føroyum vísa eisini, at
hjáveiðan av upsa í føroysk
um í miðal er umleið 1% -
og av toski hevur hjáveiðan
verið uppaftur minni.
Staðfest er eisini, at í
íslendskum sjógvi hevur
hjáveiðan verið størri enn í
føroyskum sjógvi, bæði av
upsa og toski.
Skiljiristin
- Fyri at sleppa undan hesi
hjáveiði, eru royndir gjørd
ar við at hava skiljirist í
trolinum. Endamálið við
hesum er at skilja upsa og
tosk út úr trolinum, meðan
svartkjafturin fer aftur í trol
posan.
Kristian sigur, at hesar
royndir hava eydnast væl.
- Við skiljiristini verður
so gott sum allur upsin og
toskurin skildur út úr troli
num – og lítið og einki av
svartkjafti fer út úr trolinum
saman við upsanum og toski
num.
Hann sigur, at royndirnar
við skiljirist í svartkjaftatroli
í føroyskum-og íslendskum
sjógvi vísa, at við ristini
slepst undan 95% av óynskt
ari hjáveiði – uttan at missa
meira enn umleið 1% av
svartkjafti úr trolinum.
Føroysku royndir eru
gjørdar við skiljiristum
úr ymiskum tilfari, og nú
verður mett, at tann best
egnaða ristin er ein sonevnd,
”flexigrid” skiljirist.
- Hetta er ein rist, sum
er gjørd úr stuttum rørum
við enda ígjøgnum rørini,
soleiðis at ristin fellir saman,
tá ið trolið verður tikið inn.
Kristian sigur, at tvey
ymisk millumrúm millum rør
ini eru roynd við ”flexigrid”
ristini, nevniliga 60 mm og
50 mm, og tað vísir seg, at
bæði millumrúmini skilja
ein stóran part av hjáveiðini
úr trolinum. Tó fer minni av
upsa og toski ígjøgnum við
50 mm millumrúmi enn við
60 mm.
- Í Íslandi er ásett, at trolini
skulu hava rist í stórum veiði
økjum, og millumrúmið mill
um rimarnar skal verða 55
mm. Hetta er helst eisini ein
hóskandi fjarstøða at hava í
føroyskum sjógvi.
Hann vísir á, at flestu svart
kjaftatrolarar hava lutfalsliga
stutt troldekk, og tí er neyð
ugt, at skiljiristin kann fara
upp á somu netatrumlu, sum
trolið fer upp á.
- Neyðugt er tí, at ristin er
arbeiðslig, tolir at boygna og
koma ímóti kantum uttan at
brotna, sigur Kristian.
Royndirnar við skiljirist eru
sum nevnt gjørdar umborð
á Christiani í Grótinum
(nov. 2004 og juni 2005)
og umborð á Nærabergi
(sept. 2005). Aftrat hesum
hevur Næraberg fiskað við
rist í trolinum síðan august
í 2005.
Tað er trolvirkið Vónin,
sum hevur tillagað skiljirist
irnar og hevur gjørt netini
til tær.
- Trý sløg av skiljiristum
eru roynd; ein úr stáli, ein
úr plastikki og so umrødda,
sum er gjørd úr plastrørum
við enda ígjøgnum. Ristirnar
vórðu settar í eina ristsektión,
soleiðis at ómakasleyst var at
taka tær úr og seta tær í. Fyri
at síggja, hvussu ymisku
ristirnar royndust í sjónum,
hevur undirsjóvarkamera
verið brúkt.
Kristian sigur, at hjáveiðan
varð kannað við at seta upp
samlingsposa á opið, har
fiskurin, sum ikki fer ígjøg
num ristina, fer út. Eisini eru
royndir gjørdar við ongum
uppsamlingsposa og uttan
rist fyri at kanna eftir, um
munur er á fiskiskapinum.
Ymisku ristirnar
Fólk frá Fiskirannsóknar
stovuni og Vónini hava
verið umborð á Christiani
í Grótinum og Nærabergi í
tilsamans 32 dagar.
Samanlagt eru gjørdar
umleið 25 undirsjóvarupp
tøkur undir fiskiskapi.
Flestu upptøkurnar eru
gjørdar, samstundis sum
royndirnar eru gjørdar,
men nakrar av upptøkunum
hava manningarnar umborð
Loysn av hjáveiðitrupulleikum:
Við skiljirist í flótitroli slepst
Á myndini sæst, hvar
ristsektiónin og stýrinetið sita.
Smái fiskurin fer ígjøgnum
ristina og aftur í trolposan,
meðan tann stóri fiskurin
fer út úr trolinum, sum er
endamálið við skiljiristini