hósdagur 5. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2006
21
t undan 95% av hjáveiðini
á hesum skipum sjálvar
gjørt.
- Tann fyrsta ristin, sum
vit royndu, var gjørd úr
stáli, har stykkini vórðu heft
saman við ketulásum. Henda
ristin vísti seg at síla best
sjógv av teimum trimum rist
unum, men trupulleikin við
stálristini er, at hon boygnar
sera lætt og rættar seg ikki
útaftur.
Kristian sigur, at onnur
ristin, sum teir royndu, var
gjørd úr plasti – úr sama
tilfari, sum rækjuristirnar
verða gjørdar úr. Hetta er
samstundis sama ristin, sum
roynd er í Íslandi.
- Fyrimunurin við hesum
tilfari er, at tað er lætt, og
at tað heldur boygnar enn
brotnar. Vansin er, at nógv
tilfar er í ristini í mun til
flatuna, og soleiðis tekur hon
nógvan sjógv á seg. Streym
urin av sjógvi gjøgnum
ristina verður tískil ikki so
góður.
Triðja ristin, sum royndir
eru gjørdar við, er umrødda
”flexigrid” ristin, ið er gjørd
úr plastrørum, sum eru drigin
upp á ein enda og fest saman
sum eitt net. Henda ristin er
gjørd í Hetlandi.
- ”Flexigrid” ristir hava
verið brúktar í alivinnuni í
nøkur ár til støddarskiljing
av laksi í ringunum. Ristin
vísir seg at rigga væl; tá
ið trolið fer út, liggur hon
saman, men so hvørt, sum
trolið letur seg upp, fer hon
sundur, og tá ið trolið er
komið at standa, er ristin
uppspílað við einum lítlum
bugi í miðjuni. Fiskurin
fer væl ígjøgnum, og ristin
er løtt at arbeiða við á
dekkinum, sigur Kristian
Zachariassen.
Passivur fiskur
Undirsjóvarupptøkurnar
vísa annars, at svartkjaftur
er ein sera passivur fiskur,
tá ið hann er komin aftur
hagar, har ristin stendur.
Hann fer meira ella minni
við streyminum og svimur
næstan ikki sjálvur.
Fiskirannsóknarstovan eig
ur undirsjóvarupptøkur sum
lýsa, hvussu ymisku ristirnar
virka undir fiskiskapi eftir
svartkjafti.
Fakta um verkætlanina
Verkætlanin um rist í svartkjaftatroli er gjørd í sam
starvi millum trolvirkið Vónina, svartkjaftaskipini og
Fiskirannsóknarstovuna, sum saman við játtanini til
”varðveiting av fjølbroyttum flota” eisini hava fíggjað
ætlanina.
Tey, ið hava staðið fyri royndunum, eru Áslakkur
Hansen (Vónin) og Kristian Zachariassen (Fiskirann
sóknarstovan).
Kristian Zachariassen hevur skrivað frágreiðingina
um royndirnar sum gjørdar eru umborð á Nærabergi og
Christiani í Grótinum.
Uttan gott samstarv millum P/F Vónina, svartkjafta
skipini og Fiskimálaráðið var henda verkætlan ikki vorðin
til veruleika.
Myndin vísir, hvar
uppsamlingsposin er
festur. Undir vanligum
fiskiskapi er sjálvsagt eingin
uppsamlingsposi í trolinum
Endamálið við skiljirist í
svartkjaftatroli er at byrgja
uppfyri, at óynskt hjáveiða,
sum stundum er ein
trupulleiki í føroyskum og
íslendskum sjógvi, ikki endar
aftur í trolposanum
Mynd: Rógvi Mouritsen